mánadagur 19. apríl 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
6
Sosialurin
Rigmor Dam
Stættastríðið er avgjørt ikki
av, um tú spyrt ein einligan
forsyrgjara í Føroyum. Hesin
samfelagsbólkur hevur so
vánalig fíggjarlig og sosial
kor, at tað er nærum ógjørligt
at yvirliva.
Tær stóru sosialu og
sálarligu avleiðingarnar av
fátækradøminum gera tað
freistandi at pakka saman
og at flyta av landinum.
Hetta vísir ein nýggj og
slóðbrótandi kanning, sum
er hin fyrsta av sínum slag
um livikorini hjá einligum
forsyrgjarum í Føroyum.
Slóðbrótandi kanning
Kanningin er spesialið hjá
teimum báðum, Siri Hansen
og Anniku Antoniussen, sum
luku kandidatútbúgving inn
an pedagogik og sosiologi á
Danmarks Pædagogiske Uni
versi tet í 2009.
Í kanningini, har prát
að verður við einligar for
syrgjarar um fíggjarlig og
sosial kor, verður millum
annað staðfest, at tað hevði
verið ógjørligt at klárað seg,
um tað ikki var fyri familj
una og annað netverk. Í
samrøðunum fortelja einligu
forsyrgjarnarnir um tiltøk
og tilboð, sum tey mugu
forsøma.
Ikki ráð at liva
Her nøkur dømi úr samrøðum
í spesialinum:
»… mín skal avstað nú.
Tað kostar 10.000 kr. pluss
lummapening.. tey skulu til
London á hotelli í 8 dagar... og
so sigur man, at fólkaskúlin
er fyri øll.. tað er hann ikki,
tá tú noyðist at rinda 10.000
kr...«
»ja, tey vilja hava tað sama,
sum
hini
skúlabørnini...
Ganga úti saman og sovorðið.
Tá stendur illa til … – jamen, so
skulu tit ikki drekka so nógva
mjólk hendan mánaðin og
ikki hava so nógv rugbreyð.«
»Tað er hart, at noyðast at
takka nei til føðingardagar, tí
eg havi ikki ráð.«
»… eg droppaði at fara í
konfirmatión í gjárkvøldið, tí
eg havi simpulthen ikki ráð«.
»… tú noyðist at avbyrgja
teg sosialt, tí tú hevur snøgt
sagt ikki ráð til tað..«
Meira í Miðlahúsinum
Úrslitini av kanningini verða
løgd fram á almennum fundi
í Miðlahúsinum mikukvøldið
kl. 19.30.
rigmor@sosialurin.fo
Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041
Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040 · Fax 473041
T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo
Brúktir bilar við
lagaligari fígging
NissaN Patrol 3.0
skrásetingarnr: JT 530
Km: 98.000
Árgangur: juli 2001
Útgjald: 60.000
Mðr. gjald: 3.516 (1,5 ár)
kr. 115.000,-
toyota Hiace 2.5 stuttur
skrásetingarnr: TB 516
Km: 30.000
Árgangur: des. 2006
Útgjald: 44.500
Mðr. gjald: 2.805 (5 ár)
kr. 178.000,-
toyota yaris 1.3 luNa M/M
skrásetingarnr: GB 420
Km: 36.000
Árgangur: august 2006
Útgjald: 34.000
Mðr. gjald: 2.125 (5 ár)
kr. 136.000,-
Vit bjóða 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta meira enn 85.000,-
Garanti skipan, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-, fevnir um allar
knappliga íkomnar feilir, ið eyðsæð ikki skyldast nýtslu brúkarans, rust,
uttanífrákomnir skaðar ella væntandi tænastueftirlit.
Eingin gandur og eingir smáir bókstavir.
Kom og vitja okkum – landsins fremstu bilasølu.
VW caddy 1.9 tdi diesel
skrásetingarnr: ME 283
Km: 47.000
Árgangur: apríl 2007
Útgjald: 37.000
Mðr. gjald: 2.338 (5 ár)
kr. 148.000,-
subaru Forrester 2.0
skrásetingarnr: VH 954
Km: 50.000
Árgangur: nov. 2006
Útgjald: 48.750
Mðr. gjald: 2.941 (5 ár)
kr. 195.000,-
HyuNdai soNata 2.4
skrásetingarnr: MD 028
Km: 64.000
Árgangur: apríl 2006
Útgjald: 39.500
Mðr. gjald: 2.493 (5 ár)
kr. 158.000,-
toyota corolla 1.4 d-4d luNa
skrásetingarnr: RJ 190
Km: 55.000
Árgangur: nov. 2005
Útgjald: 33.750
Mðr. gjald: 2.133 (5 ár)
kr. 135.000,-
bMW 118 2.0
skrásetingarnr: SH 570
Km: 5.000
Árgangur: jan. 2009
Útgjald: 59.500
Mðr. gjald: 3.730 (5 ár)
kr. 238.000,-
toyota yaris 1.3 terra
skrásetingarnr: MA 614
Km: 73.000
Árgangur: mai 2006
Útgjald: 28.500
Mðr. gjald: 1.817 (5 ár)
kr. 114 .000,-
toyota corolla 1.6 terra
skrásetingarnr: RU 338
Km: 40.000
Árgangur: nov. 2006
Útgjald: 39.500
Mðr. gjald: 2.495 (5 ár)
kr. 158.000,-
Hava ikki ráð til
føðingardagar
fátækt Einligir forsyrgjarar eru fátækir í Før
oy um. Hetta hevur stórar sosialar avleið
ingar, vísir nýggj kanning, sum verður løgd
fram í Miðlahúsinum mikukvøldið
Trapputing
Um einligir forsyrgjarar
í Miðlahúsinum mikukvøldið 21. apríl kl. 19:30
Miðlahúsið skipar fyri almennum kjakfundi
um livikorini hjá einligum forsyrgjarum í
Føroyum mikukvøldið 21. apríl kl. 19.30.
Á fundinum fara tær báðar Siri Hansen
og Annika Antoniussen, sum báðar eru
nýklaktar Cand. Pæd. Soc. at leggja fram
spesialið, sum tær fingu topkaraktér fyri
á Danmarks Pædagogiske Universitet
herfyri.
Hetta er fyrsta kanning av sínum slag,
har fíggjarligu og sosialu korini hjá
einligum forsyrgjarum í Føroyum verða lýst.
Aftan á framløguna verður orðið frítt.
Fundurin er almennur og ókeypis
Orðstýrari verður Rigmor Dam
Fátækradømi rekur føroyskar barnafamiljur
av landinum!