Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 Sosialurin sær tu – 55 fjórðingar vóru at sigla. Best sum teir sigldi, steðg aði motorurin. Tá høvdu teir bara siglt umleið 16 míl. Ólavur Grotn og Marius Johannesen fóru bein an­ vegin niður undir at kanna, hvat galið var, og tá sóu teir, at nógvur sjógvur var í salongini og tað sama í maskinrúminum. Alarm ur ­ in í kjølinum, sum riggaði væl, tá ið báturin varð á skipa smiðjuni í Vestmanna, hevði ikki givið nøkur boð frá sær. Sjógvurin stóð um hálvt borðið, út við 40 cm upp frá dúrkinum. Ein brandpumpa var á dekkinum framman fyri ruff ið. Hana startaði Ólavur Groth, meðan Marius Jo­ hanne sen fór at rigga slang­ una til, og slanguna fingu teir niður undir gjøgnum skeilettið. Fyrispentur Tað stóð nógv á Ólavi Groth, tá ið hann skuldi greiða frá hendingini og minna seg aftur á tann syrgiliga dagin, tá ið hann misti skip sítt. Hann noyddist at taka ein langan steðg, áðrenn hann megnaði at greiða víðari frá. Annika hevði ein gummi­ bát, og Marius Johannesen fór og hálaði gummibátin upp á síðuna av skipinum. Umborð var eisini ein honddrivin dekspumpa, men teir sóu skjótt, at sjógvurin vaks so skjótt, at pumpurnar gjørdu ongan mun. – Eg bað tí hann fara í bátin, og eg fór upp í stýrhúsið at senda út neyð­ arkall, segði Ólavur Groth. Makkarin rópti á hann, men hann svaraði ikki aftur. Beint aftaná rópti Marius Johannesen harðliga eina ferð enn, og tá fór Ólavur Groth út. – Tá var so nógvur sjógv ur, at vatnið stóð um tjúkkan á mær á dekkinum, segði Ólavur Groth, sum tá avgjørdi at leypa nið­ ur í bátin, sum Marius Jo­ hannesen hevði sett í gongd, og teir skundaðu sær at sigla burturfrá. − Tá var myrkt, men Ólav­ ur Groth, sum var rímiliga staðkendur, helt seg vita, at ljósini, sum teir sóu vóru frá býnum Santiago á Tenerifa, og teir stevnu móti býnum. − Bæði Ólavur Groth og Marius Johannesen søgdu, at tað var í evstu løtu, at teir fóru av skipinum. Beint eftir, at Ólavur Groth var lopin í gummibátin, sakk Annika. Tað var stjørnuklárur himmal, men av tí at tað var vorðið myrkt, sóu teir bara ljósini av bjarg ingar­ bátunum, sum flotnaðu upp. Teir sigldu styttstu leið móti landi, og tá ið teir høvdu siglt hálvan tíma, ringdi fyrst MRCC í Føroyum á føroysku tele­ fon ina hjá skiparanum, og løtu seinni ringdi spanska bjargingartænastan á hans­ ara sponsku telefon. Vátur og kaldur Nakað eftir, tá ið teir vóru komnir heilt nær landi, kom ein bjargingarbátur og tók teir upp. Teir komu inn í Santiago, har næði løgregla og sjúkra­ bilur stóðu fyri teimum. Ólav ur Groth var tá bæði kaldur og vátur, og hann sat einar 20 minuttir inni í sjúkrabilinum og fekk hjálp. Aftaná vórðu teir í politibili fluttir á eitt hotell, har teir gistu ta náttina. Morgunin eftir fór Ólav ur Groth beinanvegin til verka. Hann ringdi til Trygg ingar­ felagið Føroyar og boðaði frá, hvat hent var. Hann tos aði við Skipaeftirlitið og við donsku sendistovuna á Tenerifa, sum segði honum, at sjófrágreiðing skuldi gev­ ast í landinum, har báturin var heimahoyrandi. Annars vóru teir leysir av Spania. Hvørki annar ella hin hevði varnast nakað øðr­ vísi við skipinum, áðrenn motorurin steðgaði. Teir høvdu heldur ikki varnast, at teir høvdu siglt á nakað. Teir høvdu heldur ongan tanka um, hví skipið knapp­ liga fór at leka so illa. Dómarin spurdi varisliga Ólav Groth, um teir høvdu drukkið, áðrenn teir løgdu frá landi. Hon fekk greitt svar: Skiparin hevur ikki drukk ið í 25 ár, og hin í níggju ár. Báðir eru sostatt av halds menn. Rættarfundurin við sjó­ frágreiðingin vardi hálvan annan tíma. Nú verður so frágreið­ ing skrivað frá sjófrá greið­ ingingini. Umboð fyri Tryggingar­ felagið og umboð fyri Skipa­ eftirlitið vóru og lýddu á frágreiðingina. randi@sosialurin.fo Hvørki annar ella hin hevði varnast nakað øðr vísi við skipinum, áðrenn motorurin steðg­ aði. Teir høvdu heldur ikki varnast, at teir høvdu siglt á nakað. Teir høvdu heldur ongan tanka um, hví skipið knapp liga fór at leka so illa.