Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 4 Sosialurin Bjargaðu í evstu lø Randi Jacobsen Ólavur Groth var tungur í huga, tá ið hann fríggja­ dagin seinna­ partin møtti at geva sína sjófrá greiðing um til burð in, tá ið bátur hansara M/S Ann ika sakk millum Kanariu oyggjarnar 21. mars. Báturin hevði ligið fyri veturin í býnum San Sebast­ ian á oynni La Gomera. Fólk var alla tíðina umborð, og báturin hevði ikki likið nakað av týdningi. Fyrrapartin 21. mars kom Marius Johannesen, vin maður Ólav Groth við flogfari til Tenerifa, og Ólavur Groth fór at taka ímóti honum. Teir fóru síðan við ferjuni til San Sebast ian og umborð á Anniku, sum teir skuldu sigla til havnabýin La Stinga á oynni El Hierro. Har skuldi báturin takast upp til eftirlit. Hann hevði avtalu við eina skipasmiðju um hetta. Marius Johannesen skuldi hjálpa Ólavi Groth við arbeiðinum, sum teir vænt aðu fór at taka eina viku. Teir báðir fóru úr San Sebastian um fimm tíðina sama dag, og báðir søgdu tað sama í rætt inum, at teir sigldu spaku liga, tí teir skuldu ikki vera frammi fyrr enn um morg unin. Tey bæði ár ini, sum Ólav ur Groth átti Anniku, legði hann stórt arbeiði í at umvæla bátin, men hann fekk eisini góða hjálp frá øðr um fólki í Før oyum. Bát urin lá við Ljós á, og í fjør sigldu teir báð ir bátin til Vestmanna, har báturin fekk neyðugu um væl ing ar­ nar. Tá ið hann fór haðani, riggaði alt, sum tað skuldi. Annika fór so við fýra dreingjum avstað. Fyrst til Danmarkar, yvir gjøg­ num Kielerveitina, nið ur til Spania og til Kanariu­ oyggjarnar. Seint í august komu teir til San Sebastian, og har lá báturin so fyri veturin. Dreingirnir fóru heim aftur. Gott veður Aftur til dagin, tá ið Annika sakk. – Vindurin var umleið 10 metur um sekundið, land­ nyrðingur, og tað skuldu verið góð siglingarlikindi, greiddi Ólavur Groth frá. SJÓFRÁGREIÐING Beint eftir at skiparin Ólavur Groth leyp í bjargingarbátin, sakk bátur hansara Annika millum Kanariuoyggjarnar. Einki svar fæst nakrantíð uppá, hví báturin sakk, tí hann liggur á 1200 til 1500 metra dýpi SkIpaRIN Tað var tungt fyri skiparan Ólavur Groth at skula greiða frá hendingini, tá ið bátur hansara Annika sakk niðri við Kanariuoyggjarnar Mynd: Jens Kristian Vang