Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 8 Sosialurin Mangt er undarligt og mangt undarligt kunnu fólk fáa sær at samla upp á. Tað eru eisini tey, sum samla upp á nummarplátur úr øllum heimsins londum. Og tað sum onkur samlar upp á, kann onkur annar selja, tað verið seg mynt ir, frímerki – ella numm ar­ plátur Herfyri duttu vit fram á eina internet­ uppboðssíðu, har alskyns lutir eru til sett ir til sølu. Og millum lutirnar, sum hava verið til sølu seinastu tíð ina er eisini ein føroysk nummar pláta. Á Ebay, sum hendan heima síðan eitur, vórða keyp ar ar eggjaðir til at bjóða upp á føroysku nummar plát una við væl vald um orðum um, at hetta er ein sjáldsamur lutur og øgi liga tórførur at fáa hend­ ur á. Og hampiliga væl hepn­ að ist, tí tað endaði við at seks boð komu inn áðrenn hamar in fall. Og úrslitið varð, at nummarplátan varð seld fyri 273,58 dollarar, ella góð ar 1500 krónur. Áki Bertholdsen Tvøroyrar býráð krevur nú at fáa fund við leiðsluna í Fiskavirking fyri at vita, hvørj ar ætlanir fyritøkan eru við stóra flakavirkinum á Tvør­ oyri. Tvøroyrar Býráð hevur við gjørt støðuna viðvíkjandi flaka virkinum í býnum, eftir at tað hevur ligið mestsum stein deytt í langsamiliga tíð. Sáttmálin um grund­ stykkið, sum flakavirkið stend ur á, sigur, at hevur onki virksemi av flaki ella ísi verið á virkinum í tvey ár, kann sáttmálin sigast upp við eini freist upp á eitt ár. Tað er langt síðani, at tey hildu upp at at arbeiða fisk á virkinum, men nakað eftir tað, gjørdu tey framvegis ís til bátar og skip. Men eisini tað er langt síðani hildið uppat og borgar­ stjórin sigur, at seinastu ferð, at virkið lat ís, var á vári í 2008. ­ Tað hevur verið ógvuliga óheppið fyri bátarnar, sum hava avreitt til land ing ar­ mið støðina, tí eftir at teir hava avreitt, mugu teir antin til Vágs ella aðrastaðni eftir ísi og tað er ógvuliga tvørligt hjá teimum, varð upplýst á býráðs fundinum. Men seinastu tíðina er virkið aftur farið at lata í og tí er tað ein spurningur um er nóg nógv virksemi til at sátt málin ikki kann sigast upp. Og tað hava so í øllum før­ um skipini, fegnast um. Hinvegin er býráðið ikki nøgt við støðuna. Býráðið hev ur eisini havt bestan hug in til at siga sáttmálan upp og tað var eisini tilmælið frá fíggjarnevndini hjá bý­ ráð num. Men á sjálvum býráðs fundinum broytti meiri lutin í býráðnum so mein ing og samtykti at geva Fiska virking ein møguleika afturat. Men samtykt varð eisini at krevja fund við leiðsluna í Fiskavirking um støðuna og tann fundurin skal vera í allar nærmastu framtíð. Tað skilst, at hevur Fiska­ virking á tí fundinum onki ítøkiligt at vísa á, er bý ráðið sinnað at kanna møgu leik­ ar nar at siga sáttmálan upp, so at onnur kunnu fáa virkið, ella so at virkið verður tikið nið ur, so at grundstykkið er til taks. Men av tí, at ísframleiðsla er á virkinum, kann tað enda við einum løgfrøðiligum tví­ drátti um Býráðið hevur rætt at siga sáttmálan upp, tí so er í øllum førum virksemið á virkinum. Pauli Einarsson var ikki sinnaður at bíða, tí hann er ikki nøgdur við at Fiska­ virking bara hevur eina ísmaskinu standandi á virki­ num, sum hann málbar seg. aki@sosialurin.fo Egg Ella ungi á Tvøroyri AVKLÀRING: Tvøroyrar Býráð krevur nú, at ein avgerð fellur um flakavirkið hjá Fiskavirking á Tvøroyri, sum hevur staðið at kalla púra stilt í fleiri ár Føroysk nummarpláta seld í USA ísmAsKINA Tvøroyrar býráð er sinnað at geva Fiskavirking ein møguleika afturat, men Pauli Einarsson er ikki nøgdur við, at Flakavirkið ikki er meiri enn ein risastór ísmaskina Hetta er so nummarplátan, sum varð seld á uppboði í USA. So er spurningurin um nakar av lesarunum kennist við hana sAVNINGARLUTUR