Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í morgun landar Finnur Fríði 800 tons av svartkjafti til matna í Kollafirði. Tað er Faroe Pelagic, sum keypir lastina hjá skipinum, og prísurin er 2,30 krónur fyri kilo. Hevði lastin í staðin verið landað til ídnað, hevði kiloprísurin ligið um 1,70 krónur fyri kilo, sum annars er góður ídnaðarprísur. Faroe Pelagic hevur orku til at heilfrysta eini 320 tons um samdøgnið. Tá Finnur Fríði stevndi inneftir vánni í morgun, sá út til, at skipið var rættiliga tungt í sjónum. Orsøkin er, at tá fiskurin verður veiddur til matna, hava teir nógvan sjógv til køling av fiskinum. Í morgun hevur Finnur Fríði soleiðis hesi 800 tonsini av svartkjafti og eini 1000 tons av sjógvi í skipinum. Spenningur Menn eru spentir eftir at vita, hvussu verður við svartkjaftinum í føroyskum sjógvi í ár. Finnur Fríði fekk fiskin hendan túrin sunnanfyri Føroyar. Eftir at hava verið á fiskifeltinum í sjey tímar og havt tvey stutt tóv, høvdu teir 800 tons inni og fóru at sigla. Hetta er triði svartkjafta­ túrurin hjá Finni Fríða í hesum umfari. Ætlanin var at leggja veiðina upp til matna í Føroyum undan­ farnu túrar eisini. Men av tí, at ósemja hevur verið um virksemið á Faroe Pelagic í Kollafirði, hevur Finnur Fríði landað tvær lastir í Peter Head. Nú teir vóru á hesum triðja túrinum, vóru partar­ nir komnir til eina loysn í Kollafirði, sum tryggjar, at virksemi aftur er á virkinum. Nógvur svartkjaftur hevur í seinastuni staðið sunnan­ fyri føroyska fiskimarkið, men nú er fiskurin rættiliga á veg inn í føroyskan sjógv. Menn eru sera spentir eftir at vita, hvussu kom­ andi tíðin fer at roynast í føroyskum sjógvi, og hvussu nógvur svartkjaftur fer at koma inn á leiðirnar á Munkagrunninum. Skipari við Finni Fríða hendan túrin var Andri Hansen, og aftrat sær um­ borð hevði hann 11 mans. vilmund@sosialurin.fo 800 tons av svartkjafti Vilmund Jacobsen Samráðingarnar millum strandalondini, Føroyar, Noreg og ES, um býtið av makrelkvotuni fyri 2010, sum skuldu verða í Reykjavík í hesi vikuni, eru nú útsettar vegna trupulleikarnar í flogferðsluni. Sum skilst, verða hesar samráðingar í staðin í fyrstu viku í mai mánaða, helst 5. og 6. mai. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður hevur sagt, at nú má bera ella bresta í sam­ ráðingunum um makrelin. ­ Vit góðtaka ikki, at okkara prosentpartur av kvotuni er niðanfyri 5% og finst ikki onnur og betri avtala millum partarnar, fara vit at áseta okkara egnu kvotu fyri 2010. Landsstýrismaðurin hev­ ur sagt, at Føroyar í minsta lagi vilja hava 15% av hesi kvotu, um vit skulu verða við í avtaluni fyri 2010. Eingin væntar, at Noreg og ES fara at góðtaka ein slíkan prosentpart til Føroyar, og tí er rættiliga sannlíkt, at landsstýrismaðurin fer at áseta okkara egnu makrel­ kvotu. ­ Men fyri tann skuld halda samráðingarnar mill­ um londini fram, leggur hann aftrat. Ísland, sum ikki er partur av strandalandaavtaluni, fiskaði í fjør 130.000 tons av makreli og hevur ásett sær somu makrelkvotu í ár. ­ Okkara kvota verður ikki minni enn hin íslendska, sigur Jacob Vestergaard. Landsstýrismaðurin hev­ ur annars sagt, at neyðugt er, at vit ikki drála við at áseta okkum kvotu, tí makrelurin kemur í føroyskan sjógv í mai/ juni, og skulu føroysk skip fáa nakað burturúr kvotuni, er neyðugt, at skipini sleppa at fiska, meðan makrelurin er her. Avgerðin tikin? Í morgun hevur Sosialurin fingið okkurt hint um, at lands­ stýrismaðurin longu hevur latið føroyskar nótaskipa­ menn vita, at hann fer at áseta okkum eina makrelkvotu upp á 150.000 tons fyri 2010. Tað hevur tó ikki borið til at fáa hesi tíðindi váttað. Landsstýrismaðurin hevur ikki verið at hitt í morgun og stjórin í Felagn­ um Nótaskipum, Jógvan Jespersen, sigur, at felagið hevur onga formella frá­ boðan fingið frá landsstýris­ manninum um hetta. ­ Vit hava eingi endalig boð fingið, og enn eru eingi endalig makrelloyvi útskrivað, sigur Jógvan Jespersen. Tey sløku 5% av 570.000 tonsum, sum samlaða makrel­ kvotan er, svara til umleið 27.000 tons í okkara part. ­ Eftir nøkur samráðingar­ umfør, duga vit ikki at síggja, at ES og Noreg vilja geva seg eitt pettið, og tað kunnu vit sum partur av hesum samstarvi ikki liva við, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at partarnir eru samdir um at samráðast, og teir eru eisini samdir um at samáðast við tí fyri eyga at finna loysnir. ­ Men við tað, at vit vilja hava meiri av makreli, er tað ógvuliga trupult at samráðast við Noregi og ES um eitt betri býtið fyri Føroyar, segði Jacob Vestergaard við Sosialin fríggjadagin. Makrelsamráðingar útsettar vegna øsku MAKRELUR Tað ljóðar, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum longu hevur gjørt av, at føroyingar kunnu fiska 150.000 tons av makreli í ár, men stjórin í Felagnum Nótaskipum sigur, at enn eru eingi endalig loyvi útskrivað SPENNINGUR Finnur Fríði er á Kollafirði í morgun við svartkjafti til matna. Stórur spenningur er um, hvussu komandi tíðin fer at roynast í føroyskum sjógvi komandi tíðina Finnur Fríði á veg inneftir Kollafirði við 800 tonsum av svartkjafti til matna Mynd: Petur (Piddi) Olsen SVARTKJAFTUR Flogbannið í Bretalndi ger, at ferjurnar, sum sigla um Ermasund, hava havt óvanliga nógv ferðafólk. Reiðaríið P&O sigur, at um vikuskiftið fluttu ferjurnar hjá felagnum 11.000 ferðafólk um Ermasund, og tað er nógv meiri enn vanligt. Tað sama siga tey, sum avgreiða tokini. Eurostar sigur, at 5.000 fólk vóru við tokunum um vikuskiftið, og tað er 33 prosent meiri enn eitt vamnligt vikuskifti. Bretski samferðslumálaráðharrin, Lord Adonis, segði við blaðið The Guardian í morgun, at øskan úr Íslandi verður helst hangandi í bretska loftrúminum nakrar dagar afturat. Bretskir veðurmenn ávara nú um, at øskan frá gosinum í Íslandi kann koma inn yvir ta kanadisku eysturstrondina seinnapartin í dag. Veðurmaðurin Bob Syvret sigur við BBC, at sambært teimum seinastu útrokningunum kemur øskan inn yvir land á Nýfunnalands­leiðini. Sambært veðurmanninum er tað eitt hátrýst, sum hevur fingið øskuna at reka vestur um hav. Eftir útrokningunum hjá teimum bretsku veðurmonnunum fáa kanadiumenn ikki stórvegis trupulleikar av øskuni, tí ættarskiftið fer at gera, at øskan fer at reka eystureftir og út yvir Atlantshavið aftur. Øskan kann fara til Kanada Umferð um Ermarsund