mánadagur 19. apríl 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
10
Sosialurin
Jan Müller
OMV (Faroe Islands) Ex
plora tion GmbH er nýggj ur
loyvishavari í olju leit ing
arloyvi 005. Johan Dahl,
lands stýrismaður í Vinnu
mál um, hevur góðkent, at
OMV (Faroe Islands) Exp
loration GmbH yvirtekur
20% av eigarapartinum hjá
ENI Denmark B.V. í loyvi
005.
Hóast OMV longu er
við í øðrum loyvum á land
grunninum,
so
merkir
henda nýggjasta avgerðin,
at enn meira ljós verður
varpað á komandi sjeynda
brunnin, sum nú skal borast
í føroyskum øki, júst 10 ár
eftir at fyrstu leitiloyvini
vórðu latin.
Upprunaliga
áttu
ENI
93% og Føroya Kolvetni 7%
av loyvinum, men sohvørt
hava fleiri onnur feløg bank
að á dyrnar hjá italska fyri
støðufelagnum og bjóðað
sær at vera við í boringini.
Eigaraviðurskiftini
í
loyvinum eru nú hesi:
ENI Denmark B.V.
(fyristøðufelag) 55,0%
OMV (Faroe Islands)
Exploration GmbH 20,0%
Føroya Kolvetni P/F 12,5%
Cieco Exploration and
Production (UK) Limited
12,5%
Hetta merkir, at ikki færri enn
fýra tjóðir eru umboðaðar
í hesi komandi stóríløguni
á føroyska landgrunninum,
Italia, Eysturríki, Føroyar og
Japan.
Sambært nýggjastu tíð
indunum skilst, at enn eitt
útlendskt oljufelag, Dana
Petroleum eisini verður við í
somu boring.
Eftir ætlan verður byrjað
at bora ein leitibrunn á
loyvinum í mai í ár við pall
inum West Phoenix. Pallurin
kemur til Føroya 20. Mai og
byrjar helst boringina umleið
22. Mai. Verkætlanin er mett
at taka 75 dagar.
Oljumálaráðharri
fegnast
Johan Dahl, landsstýris mað
ur í oljumálum, fegnast um,
at stóra oljufelagið OMV nú
eisini er við í komandi boring
á Anne Marie leiðini. –Vit eru
eisini sera spent um júst hesa
boringina, sum liggur fyri
framman og sum fer í gongd
um ein mánað ella so. Og alt
annað líka, tá ein boring fer
í gongd, so verður fylgt væl
við og áhugin í oljuheiminum
fyri økinum er størri enn
vanligt. Vit vóna, at henda
boringin fer at vísa nøkur
áhugaverd úrslit.
Johan Dahl heldur eisini,
at júst prospektiviteturin í
sambandi við komandi bor
ingini er sera áhugaverdur,
og tað prógvar m.a. áhugin
hjá oljufeløgum. Hann sig
ur annars, at Jarðfeingi í
løtuni viðger eina umsókn
frá einum oljufelag, sum
ikki hevur verið her áður.
Felagið heldur føroyska land
grunninum vera so mikið
áhugaverdan, at tað ynskir at
gerast partur av leitingini.
Atlantsmótið
meira í fokus
Eisini stjórin í Jarðfeingi,
Petur Joensen heldur tað
vera gott, at feløg, sum longu
eru virkin í øðrum loyvum
her, eisini vísa sjeyndu bor
ingini á landgrunninum so
stóran áhuga, at tey vilja
ger ast partur av hesi verk
ætlanini eisini.
– At OMV keypir seg inn í
loyvi 005, merkir samstundis,
at ENI minkar um sín part.
Tað vísir nokk, at bæði fe
løgini halda boringina, ið
stendur fyri framman vera
spenn andi, tó at ENI vil
minka um sín váða við at
selja ein part burturav. Hetta
hevur væl nakað við teirra
strategi at gera. Tá man
hugsar um, at OMV er virkið
í umráðinum og hevur góðan
kunnleika til økið, kann tað
kanska styrkja trúnna uppá,
at alt størri fokus verður
vent móti At lants mót in um
sigur stjórin í Jarðfeingi og
vísir á, at fundir eru gjørdir,
infrastruktururin
verður
betraður osfr. Alt tað ivist eg
ikki í fer at virka til, at feløg
fara at geva økinum størri
ans sigur Petur Joensen.
Samstarv ENI
og Statoilw
Jarðfeingi upplýsir á heima
síðu síni, at Føroya Kolvetni
hevur fingið longt sítt leiti
loyvi 012 á føroyska land
grunninum til 2011.
Sosialurin skilur, at hóast
fleiri oljufeløg hava valt at
rýma úr Føroyum, so hevur
gongdin eisini verið tann, at
fleiri av feløgunum hava valt
at vera verandi og longja síni
oljuleitilloyvi.
Stórur
spenningurin
í
løtuni er tann sjeyndi brunn
urin, sum verður boraður
í mai og juni. At fleiri feløg
leggjast
aftrat
kann
so
bert vera eitt tekin um, at
vónirnar til júst hesa leiðina
eru stórar.
Sum skilst er eisini tætt
samstarv millum tvey tey
størstu
oljufeløgini,
sum
eru eftir á landgrunninum,
ENI og Statoil. Feløgini hava
gjørt sínámíllum avtalu um
at lata hvørjum øðrum upp
lýsingar frá sínum boringin.
Á henda hátt fær ENI innlit
í
Brugduboringina,
sum
varð fyri nøkrum árum
síð ani, og Statoil fer at fáa
innlit í úrslitið av Anne
Mariebrunninum, sum verð
ur boraður í næstum.
jan@sosialurin.fo
Vaksandi áhugi
fyri oljuleiting
við Føroyar
Anne MAriebrunnurin Áhugin
fyri at vera við í oljuleitingini
við Føroyar er vaksandi. Eitt av
verandi oljufeløgunum hevur keypt
seg inn í sjeynda brunnin, sum
verður boraður í næsta mánað, og
eitt oljufelag, sum er ókent um
okkara leiðir, hevur søkt Jarðfeingi
at sleppa upp í part eisini.
Vit eru sera spent um
júst hesa boringina, sum
liggur fyri framman og
sum fer í gongd um ein
mánað ella so
Johan Dahl
Anna Marie brunnurin liggur ikki so
langt frá Cambokelduni, sum er eitt
stórt oljufund í bretskum øki.
brunnur