Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 Sosialurin Jan Müller Nú bert góður mánaður er eftir til at sett verð­ ur aftur á føroysku undir grundina, so eru øll loyvi frá føroyskum myndugleikum við at koma uppá pláss. Herfyri gav Umhvørvisstovan nýtslu­ og burtur bein­ ingarloyvi til ENI. Boringin er í loyvi 006 (á knattstøðu 60° 49’4.515’’ N og 04° 33’ 56.172’’ V), umleið 150 km í ein landsynning úr Føroyum. Dýpið, har borað verður, er umleið 1.100 m. Boringin er ætlað at byrja í mai 2010 og er mett at taka í mesta lagi 75 dagar, íroknað at flyta boripallin á staðið, at bora og læsa brunnin og at flyta pallin av staðnum. Boripallurin West Phoenix verður nýttur til boringina. Loyvið fevnir um nýtslu og burturbeining av kemikalium, sum verða brúkt í sambandi við boringina. Í viðgerðini hevur Umhvørvisstovan lagt dent á, at tey loyvdu kemi kaliini ikki eru seint niðurbrótilig í náttúruni, ikki upphópast í livandi verum og ikki eru eitr­ andi. Í loyvinum eru harumframt sett ar treytir um botn kann­ ingar nærhendis brunn­ inum, bæði áðrenn og aftaná boringina, um umhvørvisstýring, við­ gerð av burturkasti, o.a. Loyvið kann kærast Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góð kenn ­ ing ina til Inn lendis­ málaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hev ur ein týðandi per­ són ligan týdning fyri. Møgulig kæra skal sendast Um hvørv is­ stov uni, Traðagøta 38, FO­165 Argir, í seinasta lagi mánadagin 26. apríl 2010. Nú nærkast sjeynda brunninum Anne MAriebrunnurin Umhvørvisstovan gav 26. mars italska oljufelagnum ENI loyvi til nýtslu og burturbeining av kemikalium í sambandi við boring av leitibrunninum Anne-Marie á landgrunninum. Hetta sæst at lesa á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni www.us.fo. Bretska oljufelagið Dana til Føroya Anne MAriebrunnurin Bretska oljufelagið Dana Petroleum, sum júst er skrásett í Føroyum, verður helst við í boringini á Anne Marie leiðini í mai saman við fýra øðrum feløgum Dana Petroleum Faroe Branch Mikudagin kunn­ gjørdi Skráseting Føroya, at Dana Petroleum (E&P) Faroe Branch, filial ur av Dana Petroleum (E&P) Lrd., (UK) er skrá­ sett í Føroyum. Filial leiðari er Anna Hovgaard Dam og er adressan hjá felagnum Yviri við Strond 4 í Havn. Kapitalur er GBP 7.154.067,00. Endamálið hjá fe­ lag num er at reka virk semi við leiting eftir, framleiðslu av og sølu av kol­ vetnis grundaðum tilfeingi, í einum og hvørjum parti av verðini, og ann að virksemi sam svar­ andi endamáli felags sins. Jan Müller Fyrr í vikuni varð kunn­ gjørt, at oljufelagið OMV hevur keypt seg inn í brunnin, sum ENI borar í næsta mánað. Nú ljóðar fyri vist, at enn eitt útlendskt oljufelag hev ur keypt seg inn í henda sjeynda brunnin, sum verður boraður á landgrunninum. Talan er um tað bretska Dana Petroleum, sum eig ur 27% av føroyska olju ­ felagnum Faroe Petrol­ eum, ið eisini er við í boringini. Tað skilst, at Dana keypir ein part av lutinum hjá ENI, sum í løtuni er 55%. Hetta merkir so aftur, at Dana fer at vera við í boringini bæði sum medeigari í Faroe Petroleum og sum sjálvstøðugt felag. Dana er eitt av teim­ um rættiliga virknu olju­ fe løgunum í Bretlandi. Sam bært frágreiðingini, sum varð gjørd í sam­ bandi við ársúrslitið fyri 2009, fer felagið í ár at bora ikki færri enn 17 leitibrunnar. Tveir av hesum brunn um eru sertakliga áhuga­ verd ir og ein teirra er Anne Marie brunnurin í Føroyum skrivaði felagið í ársfrágreiðingini. Or­ søkin til at felagið kundi skriva hetta var m.a. tann, at fe lag ið tá hevði eina optión (framíhjárætt, red.) frá ENI at vera part ur av boringini. Nú hevur felagið so ynskt at vera beinleiðis partur av boringini og er tað Vinnumálaráðið, sum skal geva tað loyvi eftir tilmæli frá Jarðfeingi. Johan Dahl, oljumála­ ráð harri sigur, at tað er rætt, at enn eitt út­ lendskt oljufelag hevur søkt um loyvi at vera partur av leit ingini á land grunninum. Meira vil hann ikki siga í løtuni. Sosialurin skilur, at Jarð­ feingi hevur viðgjørt umsóknina og skal hon nú endaliga góðkennast av Vinnumálaráðnum. Upp runa liga hevði Dana eina optiónsavtalu við ENI. Nú hevur felagið kortini avgjørt at keypa seg inn í loyvi 005. Harvið verða ikki færri enn fimm feløg við í hesum nýggjasta brunninum á landgrunninum. At so mong oljufeløg vilja vera við er eitt gott tekin til føroyskar olju­ myndugleikar. Men tað merkir so eisini, at ynki er um at býta váðan. jan@sosialurin.fow