mánadagur 19. apríl 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
12
Sosialurin
Páll I. Joensen
Beinta í Jákupsstovu
Kjak
Í januar í ár svaraði lands
stýriskonan í menta mál um
einum
munnligum
fyri
spurn ingi
í
løgtinginum
um »Lær aratrot á Vinnu há
skúlanum.« Lands stýri s kon
an dylur fyri løgtinginum, at
Vinnuháskúlin tvær ferðir
bað
Mentamálaráðið
um
eykajáttanir
á
tilsamans
uml. 760.000 kr. fyri at fíggja
uppsagnirnar í 2009. Hetta
var á leið tann upphædd,
sum skúlin brúkti til upp
sagnarlønir, avloysarar og
løgfrøðiliga
hjálp.
Hóast
skúl in ikki fekk nakra eyka
játtan, so vísa endaligu rokn
skapartølini fyri 2009, at
lønarkontan mestsum javn
vigar, og at samlaða játtanin
fyri árið helt.
Sostatt hevði fíggjarnevnd
løgtingsins rætt í sínum máli
í lesarabrævinum, sum ein
samd nevnd hevði í bløð
unum 2. apríl 2009: Tað
var ikki neyðugt at avlýsa
maskinistskeiðið í aug. 2009
og at siga lærarum úr starvi.
Nú er yvirtíðararbeiðið
so nógv hjá eftirverandi
lærarum, at summir gremja
seg um ov stóra arbeiðsbyrði,
sjálvt um nakrir avloysarar
koma uttanífrá.
Landsstýriskonan segði
eisini í løgtinginum henda
dagin í januar, at øll mál fáa
sakliga og rættvísa viðgerð
í Mentamálaráðnum. Mín
greiða fatan er, at so er als
ikki. Eg skal her nevna tvey
mál:
Fyrra málið
Í mars 2006 skrivar ein fulltrúi
í Mentamálaráðnum, at hann
saman við skúlastjóranum á
Vinnuháskúlanum
»fleiri
ferð ir munnliga« hevur við
gjørt ein navngivnan lær
ara
á
Vinnu há skúl anum.
Hetta ótespiliga notat er
beint nú komið undan kavi.
Tað avdúkar ein part av tí
dulda virksemi, ið eyðkennir
Mentamálaráðið.
Í august 2006 heitir sami
fulltrúi á skúlastjóran um at
taka nevnda lærara til við
gerðar.
Nevnast skal, at hetta
fór fram, meðan Jógvan á
Lakjuni ráddi fyri borgum í
Mentamálaráðnum, og beint
áðrenn hann fekk átalu frá
Umboðsmanninum fyri per
sónliga at gera seg inn á 12
lærarar í Hoydølum.
Skúlastjórin sigur, at »tá
ið eg fái eitt sovorðið bræv
úr Mentamálaráðnum, so
noyðist eg at handla«. Átjan
dagar seinni fær lærarin
ætlanarskriv um uppsøgn.
Seinna málið
Í januar 2009 skrivar sami
fulltrúi til Vinnuháskúlan
um ein annan navngivnan
lærara. Fulltrúin ætlaði neyv
an, at hetta teldubræv skuldi
koma fram í ljósið. Hann
niðurger
grovliga
undir
vísingarførleikan hjá lær
aranum, sum øll tó vita hevur
gjørt eitt framúrskarandi
arbeiði og hevur besta før
leikan á sínum øki. Tríggjar
vikur seinni fær hesin lær
arin ætlanarskriv um upp
søgn.
Málini kærd til
Mentamálaráðið
Bæði málini verða kærd
til
Mentamálaráðið,
sum
eftir nevndu átalu frá Um
boðsmanninum
lætst
at
hava skilt, at vatntætt skott
eigur at vera ímillum set
anarmyndugleika og kæru
myndugleika.
Fulltrúin, sum persónliga
hevur gjørt seg galdandi í
málunum áður, hevur viðgjørt
seinnu kæruna (helst báðar)
og undirskrivað brævið við
kæruavgerðini. Ikki óvæntað
gevur hann skúlastjóranum
– og harvið sær sjálvum –
viðhald. Aðalstjórin hevur
undirskrivað avgerðarskrivið
í fyrra kærumálinum.
Í fyrra málinum heitti
løg maður á Mentamálaráðið
um at ógildað avgerðina, tí
Mentamálaráðið var ógegnigt.
Landsstýrismaðurin setti seg
upp ímóti løgmanni og bað
enntá løgmann umhugsa
sína støðu av nýggjum. Man
tað ikki vera eindømi? Tá
ið løgmaður aðru ferð við
greiðum orðum bað Menta
málaráðið
um
at
ógilda
av gerðina, hevði Krist ina
Háfoss tikið við, og hon
gjørdi sjálvandi, sum løg
mað ur kravdi. Samstundis
verður aðalstjórin í Menta
málaráðnum koyrdur frá.
Ógegni lands
stýris konunnar
Í
seinna
málinum
sit ur
landsstýriskonan øðru megin
borðið sum kæru myndug
leiki; hinumegin borðið situr
næsta skyldkona hennara,
sum er løgfrøðiligi ráðgevi
setanarmyndugleikans.
Skyld konan er eisini nær í
ætt við nevnda fulltrúa. Men
landsstýriskonan gerst ikki
var við sín egna gegnis trupul
leika. Tað sama er galdandi
fyri fulltrúan. Hesin fulltrúi
er orsøkin til fleiri átalur frá
Umboðsmanninum, tí hann
kennir ikki síni mørk.
Nakrir spurningar til
landsstýriskonuna
1. Hví dylur lands stýris kon
an fyri løgtinginum, at
Vinnuháskúlin tvær ferðir
í 2009 bað um eykajáttan
fyri at fíggja sokallaðu
”sparingarnar”?
2. Hvar er skottið millum
setanarmyndugleikan og
kærumyndugleikan?
3. Hví sær landsstýriskonan
ikki sín egna og ráðsins
gegnistrupulleika?
4. Hvar er rættartrygdin, tá
ið viðgerðin av borg ar an
um fer fram munnliga og
í loyndum millum Menta
málaráðið
og
stovns
leiðaran?
5. Heldur landsstýriskonan,
at hesi bæði málini hava
fingið sakliga og rætt vísa
viðgerð
í
Menta mála
ráðnum?
6. Undrar tað lands stýr is
konuna, at Menta mála
ráðið
eigur
føroyska
met ið í átalum frá Um
boðs mann inum?
Landsstýriskonan
verður
biðin um at svara hesum
spurningum alment, tí tað
eru fleiri onnur fólk, sum
kenna seg illa viðfarin av
Menta mála ráðnum.
Hvørjar fylgjur hetta skriv
fer at fáa fyri meg persónliga
áni eg ikki, men víst verður
til § 77 í grundlógini.
Eg eri ein av nógvum, sum
ikki sleppa av land inum
vegna gosið í Ís landi. Eg havi
verið og arbeitt á Setrinum
hesa vikuna, og skal nú
aftur til mítt høvuðsstarv í
Molde. Í næstu viku verður
nógv undirvísing (havi jú
verið burturi) og eisini ein
próvtøka
fyri
Erasmus
studentum. Her stendur
also ikki um lív – men tað
er sera óheppið, at tað er
so óvisst, nær eg komi aft
ur til Molde. – Tað munnu
vera onnur, sum eru í somu
støðu, at tey ikki fáa røkt
sítt ar beiði, tí tey eru stødd
á hesum oyggjum í Norð ur
atlantshavinum. Somu leiðis
eru nógv, sum eru komin illa
fyri, tí tey ikki sleppa heim.
Tað leggur serliga ábyrgd á
tey, sum skulu tryggja, at
tað ber til at ferðast til og
úr Føroyum.
Næsti túrur við Norrønu
til Danmarkar er útseldur.
•
Fer Smyri Line at gera ein
eyka túr til fastlandið,
t.d. ein stuttan túr til
Noregs? Hagani ber til at
fara við toki og bussi til
Danmarkar ella onnur
lond.
•
Fer
landsstýrið
ann
ars at skipa fyri aðr
ari
skipaferðslu
við
ferðafólki,
t.d.
seta
Smyril
í
uttan lands
sigling?
Fer Norrøna
at sigla til
meginlandið?
Opið bræv
Til landsstýrismannin í
uttanríkismálum,
Til landsstýrismannin í
vinnumálum, Til Smyril Line
Mentamálaráðið – og
saklig viðgerð
Opið bræv til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskonu
Hvar er rættartrygdin, tá
ið viðgerðin av borg ar
an um fer fram munnliga
og í loyndum millum
Menta málaráðið og
stovns leiðaran?