Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 Sosialurin Tíðargrein Christian Andreasen advokatur Havi mangan hugsað, at sam­ metingin hjá Astrup ikki er so langt við síðuna av. Tað tykist sanniliga sum tú í dag kanst fáa løgfrøðingar til næstan hvat sum helst. Nýggja uppskotið til stjórn­ arskipanarlóg er eitt gott dømi um hetta. Okkara verandi stýris skip­ anarlóg er eitt annað dømi um tað sama. Fjølmiðlarnir plaga at hava samrøður við »teir sum vóru við til at smíða okkara stýrisskipan«, og ofta eru útsøgnirnar akkurát sum vindurin blæsir. Tað velst um, hvør spyr. Verandi styrisskipanarlóg bleiv eisini skundað ígjøg­ num. Tingið noyddist at víkja frá tíðarfreistini. Við merk­ ingarnar til lógina – sum annars er avskrift frá donsku skipanini – telja einans góðar 30 síður. Síðani fullveldisstríðið tók seg upp eftir kreppuárini tykist eisini, sum eitt nýtt slag av føroyskum løgfrøðingum eru komnir undan kavi. Teir tosa ið hvussu so er ikki sama løgfrøðisliga mál, sum eg lærdi fyrst í áttatiárunum á lærda háskúlanum í Keyp­ mannahavn. Hertil kemur, at eg ikki eri serliga gamal. Undir fullveldistil gongd­ ini varð sett ein grund lóg­ arnevnd, sum skuldi gera uppskot til eina føroyska grundlóg. Einki galið í hesum, tí sjálvandi skuldu Føroyar hava eina grundlóg tá Føroyar einaferð fingu fullveldið. Tá væntaði føroya fólk, at hetta skuldi henda innan eini 4 ár. Men samráðingarnar um fullveldið kollsigldu. Tað bleiv ikki nøkur full­ veld isavtala millum ”de høje kon traherende parter”. Full­ v eldissamráðingarnar koll­ sigldu, tí tær vóru heilt óreal­ ist iskar. Longri er tann søgan ikki. Men málið stegðar ikki her. Tá fullveldið ikki lat seg gera, bleiv fokus sett á onnur viðurskifti. Hug tøk sum »ómiss andi sjálv s avgerðar­ rætt ur« og »Før oy ar eru ein tjóð” komu á breddan. Nýggjar løg frøð is ligar hugs anir um okk ara stjórn ar rættarligu støðu vunnu fram. Eitt nytt ætt ar lið av løg frøðingum sá dag sins ljós. Logiska avleiðingin av, at fullveldissamráðingarnar ikki førdu á mál, átti at ver­ ið, at arbeiðið hjá grund lóg­ ar nevndini helt uppat. Men so leiðis var ikki. Má siga, at eg veruliga gjørdist skakkur, tá eg fyri einum tveimum árum síð­ ani fekk lítlan bókling inn gjøgnum dyrnar. Bók ling ur­ in, sum hevði got iska áskrift, innihelt eitt full fíggj að upp­ skot til »stjórnar skip anarlóg« fyri Føroyar. Í hesum margháttliga upp­ skoti kundi eg lesa, at »Føroyar eru land«, at »menn drepa grind«, at »festirættindi eru andstyggilig« og annað møsn, sum neyvan nakrantíð áð ur hevur sæð sín líka í lógar­ tekstum á okkara breidd ar­ gradum. Sum mangur annar løg­ frøðingar ypti eg øksl og helt, at hettar var síðsti krampa­ treknigurin av full veldis til­ gongdini. Bóklingurin við upp skotinum til stjórn ar­ skipanarlóg er annars sein­ astu árini meira ella minni brúktur sum eitt humor­ istiskt íkast innan føroyska løgfrøðisheimin. Eisini tá tað frættist, at tingið hevði sett eina ser­ liga grein 25 nevnd, sum skuldi gera eitt uppskot til stjórnarskipan, hugsaði eg, at nevndin bleiv sett, tí eingin veruliga visti, hvat grundlógarsmíðið hjá grund­ lógarnevndini skuldi brúkast til. Tá fanin ikki visti hvat hann skuldi gera setti hann sum kunnugt eina nevnd. Tá eg fyri nøkrum vik­ um síðani fyrstu ferð sá uppskotið til nýggja stjórn­ ar skipan fekk eg júst somu kenslu, sum tá eg fyrstu ferð læs upprunauppskotið hjá landsstýrinum um sjálvs­ styrisavtaluna millum »de høje kontraherende part­ er«. Ikki minst tá eg læs inn gangin ella formælið til lóg ina, sum liggur púra utt­ an fyri allan lóggávusið í okk­ ara rættarskipan og teim um rættarskipanum, sum vit ann­ ars plaga at sammeta okkum við. Álvaratos, nær ólukkan heldur hesin sjónleikur upp­ at? Stjórnar skipanar upp skot­ ið hevur sum kunnugt ongar viðmerkingar. Upp skotið tel ur 12 síður. Tað verður tí sanniliga eisini í framtíðini brúk fyri teimum »sum vóru við til at smíða okkara stýris­ skipanarlóg« at úttala seg um lógin verð ur samtykt. Verður upp skotið samtykt, fara sam bandsmenn uttan iva at út leggja lógartekstin sum tað reina samband meðan loys ingarfólk uttan iva fara at útrópa føroyar sum lýð­ veldið. At uppskotið av hesi orsøk er beinleiðis í stríð við sjálva tingskipanina er kanska til at liva við. Men tá tað verður sagt í viðmerkingunum – sum næstan tað einasta ­ at nevndin hevur havt samband við løgfrøðingar, sum siga gott fyri uppskotinum, er hetta ikki longur nakað sum vit kunna liva við. Hvørjir hesir løgfrøðingar eru, siga viðmerkingarnar einki um. Uppskotið er við­ gjørt í loyndum og fyri aft­ urlatnum hurðum. Uppskotið er ongastaðir sent til hoyr­ ingar, og mær er fortalt, at um sitingin í løgtinginum, sum hevur roynt at tala at, er ripað á dyr. Seinastu árini hevur polit­ iski streymurin alt fram løg­ frøðingar, sum hava gjørt tað til sína missión at burtur for­ klára/forbrongla veru ligu stjórnarrættarligu viður­ skift ini millum Føroyar og Dan mark. Tað gongur eftir øll um at døma út uppá at burt­ urforklára tann veru leika, at Føroyar hava eina grundlóg og at Føroyar eru og hava ver­ ið ein partur av danska konga­ ríkinum ígjøgnum øldir. Løgfrøðisligu sjónar mið ini verða sett fram við ymiskum sitatum frá serfrøðingum innan stats rætt, men verða samstundis miksað saman við ymiskum sitatum úr fólkarættinum. Eg veit ikki, um taktikkurin gongur út uppá, at vit í staðin fyri at taka avgerð um fullveldið (fyrr kallaðist tað loysing) skula snara ver andi skipan millum Føroyar og Danmark so nógv, at upp runaligi kontururin verður púra ókenniligur. Hokus pokus. Vit noyðast slett ikki at hugsa um loysing, tí vit – sambært løgfrøðini – langt síðani eru kvittaði við Danmark. Vit hava ongantíð verið partur av Danmark. Kanska fari eg í so langt, men tað finnast veruliga løg frøðingar í Føroyum, sum tykjast at hugsa soleiðis. Ið hvussu so er hava hesir eina fatan av, at vit kunna gera hvat sum helst innan fyri verandi karmar í galdandi heimastýrisskipan. Vit kunna liva og látast akkurát sum vit vilja og vit kunna tí eisini saktans hava tvær grund­ lógir. Onkrir av hesum løg­ frøðingum tykjast tó meira varnir og eru av teirri áskoð­ an, at helst er danska grund­ lógin galdandi, men at hon ikki er galdandi fyri yvirtikin málsøkir, tí her hava Føroyar alt lóggávuvald. Kanska er tað júst her, at nyggja stjórnarskipanarlógin skal koma inn. Kanska er hon ætlað til ”bert” at verða galdandi fyri yvir tik­ in málsøkir. Eingin veit. Tað hevði sanniliga verið áhuga­ vert at sæð við merkingarnar til lógina. Hetta minnur meg eitt sindur um tilgondina undir fullveldissamráðingunum, tá tað vísti seg, at vit ikki gjøgnum eina realistiska avtalu við Danmark kundu fáa fullveldi. Tá fóru fólk eisini at tosa um nýggj hug­ tøk. Eitt nú, »at vit skula venda processina á høvdið« og »at vit skula tøma heima­ styrislógina«. Tað er kanska hetta, sum er ætlanin við uppskotinum. Vit skula tøma donsku grund lógina. Tann føroyska grundlógin tekur yvir har tann danska sleppur. Sanni­ liga logikkur á høgum løg­ frøð isligum støði. Verandi uppskot til stjórn­ arskipanarlóg er bein leiðis í stríð við grundlógina. Tað er tí alla átalu vert, at tingið yvirhøvur er farið at viðgerða uppskotið. Hægsta umsitingin í Løg ting inum hevur eisini mælt formansskapinum til at burturvísa uppskotið. Tað átti at verið ein sjálv­ fylgja, at formans skap urin fylgir slíkum tilmæli, men soleiðis er ikki. Í staðin verða løgfrøðingar tilkallaðir uttanífrá sum verjuadvokatar fyri uppskotinum. Hesir løgfrøðingar halda, at uppskotið er í lagi, og at løgtingið saktans kann samtykka uppskotið sum »eitt politiskt skjal«. Eisini halda teir tað vera í lagi, at løgtingið fær eina »fulltrú frá føroyska fólkinum«. Men hetta hongur slett ikki saman. Tað átti at verið løgfrøðisligur barna lær dóm­ ur, at politiskar pro gram­ erkleringar ikki kunna sam­ tykkast í lógarformi. Hinvegin hevði tað verið løgfrøðisliga í lagi (sjálvt um slík mannagongd er full komu liga óneyðug), um løg tingið t.d. í einum upp­ skoti til samtyktar samtykti »frælsisskjalið mikla«, út róp­ ar »Føroyar sum lýðveldi« og »biður Føroya Fólk um fulltrú at seta hesa samtykt í verk.« Men at fremja hetta við einum lógaruppskoti til stjórn arskipanarlóg er púra burturvið. Tað er nú einaferð soleiðis, at politiksar avgerðir skula takast fyrst, áðrenn løgfrøðin verður biðin um at smíða eina grund lóg. Í Føroyum tykjast politikarar at hava gloymt røttu rað­ fylgjuna sum er, politikkur fyrst og síðani løgfrøði. Eisini skal verða mint á, at Føroyar hava »sjálvs av­ gerðar rætt« og at Føroyar er at meta sum »ein tjóð”«og at føroyingar eru »eitt fólka­ slag« og at vit annars hava øll fólkarættarligu eyðkennini sum krevjast til tess at blíva viðurkendir sum ein tjóð. Tað einasta sum krevst er, at føroyingar blíva samdir um hetta og vilja gjalda fyri hetta sjálvir. Restin kann avgreiðast við einum postkorti til Dan­ markar. Umframt at vera í stríð við grundlógina er upp­ skotið eisini í stríð við okk­ ara heimastyrisskipan, tí uppskotið hevur við sær fleiri ásetingar innan máls­ økir, har løgtingið slett ikki hevur lóggávuvald. Eitt nú inniheldur uppskotið kon­ kretar ásetanir um okk ara dómsvald, sjálvt um rætt ar­ skipanin enn ikki er yvirtikið málsøki. Uppskotið er eisini í stríð við verandi stýris skipanar lóg. Stýrisskipanarlógin hevur ásetingar um, at tað skula tvær samtyktir til fyri at broyta hesa lóg. Havi hoyrt, at onkrir løgfrøðingar tykjast halda, at styrisskipanarlógin bert kann broytast av tveim­ um løgtingum, men at hon saktans kann verða avtikin av einum løgtingi. Skal nakað sum helst skil vera í hesum sjónarmiði, má kravið samstundis vera, at tann lóg, sum kemur í staðin fyri styrisskipanarlógina, eis­ ini verður samtykt av tveim­ um løgtingum. Tað er fyri mær heilt ófatu ligt, at slíkt uppskot slepp ur gjøgnum nálareygað og yvirhøvur fær eina seriøsa viðgerð í løgtinginum. At vit eru komin so langt, fær meg at seta tann ein álvarsaman spurning: Eru Føroyar yvir­ høvur eru at meta sum eitt rættarsamfelag?. Eg loyvi mær at ivast. Eru Føroyar yvirhøvur at meta sum eitt rættarsamfelag? Í eini tvey ár arbeiddi eg saman við Jørn Astrup Hansen. Hann helt ikki serliga nógv av løg frøðing­ um. Vildi vera við, at løgføðingar alt ov ofta kunnu sammetast við juke­boksir. Løgfrøðingar spæla tað lag, tú biður teir spæla, ikki minst um tú koyrir pengar í maskinuna. Álvaratos, nær ólukkan heldur hesin sjónleikur uppat?