mánadagur 19. apríl 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
14
Sosialurin
Í greinini »Koyri Intrum-krøv
í skrell« tann 31. mars 2010
roynir Georg L. Petersen,
journalistur á Dimmalætting,
enn eina ferð at sáa iva um
virksemið hjá Intrum. Tað,
sum verri er, er, at hann
mælir fólki til at tveita
áminn ingar frá Intrum í
rusk spannina.
Ráðini
frá
Dimmalætting eru vánalig,
tí verða áminningarnar ikki
goldnar, gerst kostnaðurin
uppaftur størri.
Endamál hjá P/f
Intrum Føroyar
Síðani Intrum Føroyar byrj-
aði virksemi sítt í 2006,
hevur endamálið hjá fyri-
tøk uni verið at bøta um pen-
ingastreymin og úrslitið hjá
kravánarum uttan at skaða
sambandið
millum
krav-
ánaran og skuldaran.
Ikki gera ikki nakað
Tað kann koma fyri hjá
okkum øllum, at vit gloyma
at
gjalda
eina
rokning
ella ikki hava pening at
gjalda við, tá ið hon fellur
til gjal dingar. Orsøkirnar
kunnu verða so ymiskar.
Men avleiðingin verður, at
peningur restar í hjá tí, sum
hevur sent rokningina. Hetta
er peningur, sum viðkomandi
hevur væntað sær at fáa, og
tí vendur sær til okkara at
fáa hjálp til at innheinta.
Intrum gevur
gula kortið
Um rokningar ikki verða
goldnar til ásettu tíð, merkir
tað, at »spælireglunar« ikki
eru hildnar.
Í ítrottini er gula kortið
honum ein ávaring, sum brýt-
ur reglurnar. Á sama hátt fær
tann, sum ikki hevur goldið
rokningar, ið eru falnar til
gjaldingar, gula kortið frá
Intrum. Gula kortið sigur
tó eisini, at viðkomandi enn
hevur møguleika at vísa, at
hann virðir reglunar.
Somu heimild
sum advokatar
Tað er eingin lóg, sum ásetur,
hvussu
stór
ómaksgjøld
inkassofeløg – ella advokatar!
– kunnu áleggja skuldarum
at gjalda, áðrenn farið verður
í rættin.
Advokatur í
habilitetstrupulleika
Í greinini hjá Georg L. Peter-
sen
í
Dimmalætting,
er
Annfinn V. Hansen, advo-
katur, eftir øllum at døma
illur inn á, at Intrum inn-
heintar skuld, ið er fallin til
gjaldingar.
Intrum vil gera vart við,
at advokaturin er í einum
habilitetstrupulleika – nakað,
sum Georg L. Petersen átti
at havt gjørt lesarar sínar
varugar við.
Arbeiðið hjá Intrum ber
nevniliga í sær, at færri gjøld
fara til advokatar. Krøvini
verða goldin, áðrenn komið
verður so langt.
Hvat siga aðrir
advokatar?
Áðrenn Intrum byrjaði virk-
semi sítt í Føroyum, varð
kannað,
um
løgfrøðiligu
viðurskiftini vóru í lagi.
Faroe Law, sum ikki hevur
innheintingardeild, varð sett
á uppgávuna.
Niðurstøðan hjá Faroe
Law var greið: einki var til
hindurs fyri at byrja virk-
semi í Føroyum ella at taka
innheintingarkostnað
frá
skuldarum.
Eyðfinnur Jacobsen, advo -
katur skrivaði soleiðis: »Lóg
gávan í Føroyum sæst ikki at
gera mun á, hvussu advokatar
og onnur reka vinnu á hes
um øki. Eg meti tí ikki, at
grundarlag er fyri at halda,
at t.d. p/f Intrum Justitia
skal útinna hetta virksemið
á annan hátt, enn føroyskir
advokatar. Mær kunnugt
hevur mannagongdin hjá
føroyskum
advokatum
á
hesum vinnuøki síðan í øll
um førum 1988 verið hon, at
inn heintingarbræv er sent
skuldaranum við áheitan
um at rinda skuldina innan
8 dagar samstundis, sum
skuldarin harumframt verð
ur kravdur eftir at rinda
innheintingarkostnað. Van
ligt er enntá at tilskila í
inn heintingarbrævinum, at
skuldarin ikki kann rinda
beinleiðis til kravánaran fyri
á tann hátt at smoykja sær
undan at rinda inn heint
ingarkostnaðin. Mín upp
fatan er, at tá Intrum hevur
rætt
til
hetta
vinnuliga
virksemi sambært lógina
um inkassovirksemi, skal av
marking av hesum slag verða
týðiliga ásett í lóggávuni ella
ganga fram av siðvenju.
Tað gevur snøgt sagt onga
meining at kalla slíkt virksemi
fyri vinnuligt, um teir ikki
kunnu vinna peningin á
sama hátt sum aðrir aktørar
á marknaðinum«.
Ikki gera ikki nakað
Dimmalætting hevur nú í eina
tíð havt eykablaðið pengar.
fo í mikudagsútgávuni. Nú
veit eg ikki, hvat endamálið
við blaðinum pengar.fo er,
aðrastaðni hava miðlar sum
uppgávu at betra um vilkor
hjá brúkarunum.
Ráðini, sum vóru at finna
í greinini »Koyri Intrum-krøv
í skrell< 31. mars 2010, eru alt
annað enn ein roynd at betra
um korini hjá brúkarunum,
tvørturímóti. Við at fylgja
hesum ráðum, ger man sær
sjálvum eina bjarnatænastu,
tí innheintingarkostnaðurin
gerst størri.
Eg vil veita hesi ráð til
teirra, sum fáa inn heint-
ingarskriv frá Intrum: rinda
skuldina alt fyri eitt. Fært tú
ikki goldið ella bert goldið ein
part av skuldini, men roknar
við at fáa pening skjótt, set
teg so í samband við okkum,
so vit saman kunnu fáa
avtalu um gjald í lag.
Hvat enn tú ger – ikki gera
ikki nakað.
Jákup Bech Jensen
stjóri í Intrum Føroyar
Intrum-rokningar eiga
at verða goldnar
Um krøv frá Intrum ikki verða goldin, gerst kostnaðurin størri
Kjak
Eg vil veita
hesi ráð
til teirra,
sum fáa
inn heint
ingarskriv
frá Intrum:
rinda
skuldina alt
fyri eitt.
Experten –
Tú Óli?
Sámal Poulsen Andrias Berglíð
Nevndalimir FF
Føroya Fiskimannafelag og
Føroya Reiðarafelag hava
í gjøgnum nógv áratíggju
verið samd um, at Føroya
Fiskimannafelag eigur tann
býtispart, sum vit hava
fing ið við samráðingum,
meðan reiðarin hevur rest.
Hetta er gomul siðvenja, og
hava allir reiðarar avroknað
soleiðis í eitt mannaminni.
Er dáni í, at fiskimenn
liggja so lágt, tá fyrrverandi
formaðurin sigur, at tað er
í lagi, at reiðarin leggur
hald á partar av peningin
hjá manskapinum. Tað er
okkara greiða fatan, at Óli
Jacobsen ikki vildi fiski-
monnum nakað gott. Tað
gjørdi Óli við at siga, at
sáttmálin ikki var so týð-
andi. Tað er tann fagfelags-
maður í er. Heilt erligt, hvat
skal ein hava ein sáttmála
til, tá hann onki hevur at
týða? Hetta er tín skom Óli.
Fyri tað um fiskimenn nýttu
sín demokratiska rætt at
velja nýggjan formann, so
er ongin orsøk at uppføra
seg soleiðis.
At hugsa sær, at Óli
Jacob sen í rættinum sigur,
at ein ikki hevur fyri neyðini
at mynstra, er ein beinleiðis
skandala. Sambart mynstr-
ingarlóggávuni,
so
skal
ein mynstra. Tað kann
ikki misskiljast, so har er
ongin tulkingarspurningur.
Tá ein maður ikki er
mynstraður, so fær hann
ikki sjúkrapengar frá løn-
javn ingar stovuni. So Óli,
her meta vit ikki, at tú
hevur sagt sannleikan.
Óli Jacobsen førdi seg fram sum
serfrøðing í Eystara Landsrættti
í Arctic Viking málinum, men tey,
sum vóru inni í rættarsalinum
henda dag, og hava lisið
blaðgrein hjá Óla Jacobsen, mugu
ásanna, at eftir vitnisburðin og
blaðgrein, so manglar nógv í.
Er dáni í, at fiskimenn
liggja so lágt, tá fyrr
verandi formaðurin
sigur, at tað er í lagi, at
reiðarin leggur hald á
partar av peningin hjá
manskapinum.