Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 Sosialurin Veðrið var av tí fagrasta. Næmingarnir í realskúlanum fingu loyvi at fara út á molan at síggja krígsskip og armeraðar trolarar, ið lógu uppankraði innarlaga í Nólsoyarfirði. (Ein av trol­ arunum, Lincoln City, varð søktur á Vestaruvág av einum týskum flúgvara í februar 1941, og 8 av manningini doyðu. Smíðaðir til Onglands í Týsklandi og goldnir við sápu, Sunlight soap, vórðu hesir trolarar eyknevndir sápu trolarar. Flúgvarin, sum tveitti bumburnar, varð so meint raktur av loft verju­ kanónum; at hann noyddist at neyðlanda á vágni út fyri Gøtugjógv, og manningin gjørdist krígsfangar. Soleiðis komu ein armeraður trolari og ein bumbuflúgvari, smíð­ aðir í Týsklandi, í Føroya søgu.) Frá krígsskipunum, tað størsta var krússarin Suffolk, vórðu umleið 250 servandir hermenn – Royal Marines – fergaðir í land »úti á kaiini« við armeraðum trolarum og Róki hjá Skipafelagnum Føroyar. Tað fyrsta, ið veruliga varð hersett, var telegraf­ støð in ovarlaga við Ting­ hús vegin, har tað nýggja Meinigheitshúsið seinni varð bygt. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn støðin var væl og virðiliga vard við høgari, tjúkkari barrikadu lagað við hessianposum fyltir við sandi úr Sandagerði. Øll, ið starvaðust á telegrafstøðini: stjórin, telegrafistarnir, tele­ grafboðini, telefondamurnar og reingerðarfólk, samanlagt eini 15 í tali, fingu Military Permit mest líkt einum passi, nummererað og við teksti á enskum, sjálvandi. »Permitið« hjá pápa mínum var nr. P.S. 102. Hetta kravdist fyri at sleppa inn á støðina. Men tað opnaði eisini í ser­ ligum føri dyrnar til »officers mess«! Í tí myrku tíðini, tá allur býurin (og allar Før­ oyar) var myrkalagdur, plagdu vit beiggjarnir at fara niðan á støðina við náttverða til pápa okkara. Vit fingu at vita, hvussu vit skuldu bera okkum at: Tá ið vit nærkaðust støðini, hoyrdist ein ágangandi rødd: »Halt, who goes there?« Vit skuldu so svara: »Friend.« Aftur ein krevjandi rødd: »Closer.« Tá ið vit komu nærri, sóu vit ein hermann við byrsu og ásettari bajonett. Hann hugdi í hesa gomlu, slitnu, nógv brúktu svørtu taskuna, sum óivað hevði fylgt pápa mínum øll tey 49 árini, hann starvaðist á støðini, og fann sjálvandi einki annað enn ein breyðpakka. Vit vórðu so eskorteraðir inn á støðina, har pápi okkara tók sær av taskuni við matpakkanum, og vit vórðu beinanvegin eskorteraðir út aftur úr hes­ um annars stongda øki. Havnar skansi varð eis­ ini skjótt hertikin og við stórum íløgum – skotgrøvir, kanónir, skrivstovur og ann að – gjørdur til háborg hervaldsins. Union Jack veittr aði á skansanum øll árini, hersetingin vardi. Lagn unar speisemi. Var tað ikki Nólsoyar Páll á sinni, ið segði: »Don't move or else…« Nonnuklostrið var eis­ ini nakað av tí fyrsta, ið hervaldið tók – til Field­hospi­ tal. Ein stórur, reyður krossur varð málaður á takið. Har fór annars fram ein human, fløvandi hending, sum hevði lítið við kríggið at gera: Ein smágenta varð innløgd á Field­hospital og viðgjørd av einum serlækna. Har fekk hon heilsubót. Abbi mín, Vilhelm Mohr, kønur í enskum máli, hevði vent sær til Supreme Commander, og soleiðis fekk hann abba dóttrina innlagda á Field­hospital. Mær vitandi hendi tað bara eina ferð, at hervaldið setti hart móti hørðum. Tað var, tá ið ein stjóri sýtti fyri at leiga hervaldinum bygningin hjá Skipafelagnum Føroyar á kaiini. Alt personalið: Zacha rias Niclasen, Johan Schrøder, Oliver Dam, Palli Nolsøe, Svend Skarðhamar og Edith (eftirnavnið?) vórðu beind úr húsinum við byrsum og ásettum bajonettum. Annars varð kaiin – eyst­ arabryggja og molin, annað var ikki – tað fyrstu tíðina stongd við píkatráði (barbed­ wire). Hon varð hernaðarøki. Fyrsta sunnudag eftir her­ setingina skuldi 88 ára gamli abbi mín, Vilhelm Mohr, sín vanliga gongutúr beinleiðis úr kirkjuni út á Molan. Hann varð steðgaður av al­ vápnaðum hermonnum, sum sýttu honum at sleppa inn á kaiøkið. Tað lat hann sær ikki lynda, og bað tí um at fáa orð á officer in charge. Tað lat seg gera. Offiserurin fekk so at vita, at abbi ikki kundi góðtaka, at hansara sunnudagstúrur úr kirkjuni varð órógvaður og tað av fólki, sum kom úr landinum, har gentlemansvøggan stóð. Offiserurin gav soldátunum, teir vóru tveir, boð um at flyta barrikaduna so mikið, at hesin gamli maðurin kundi fara har, honum lysti. Annars plagdi hann í ellis árum undan krígnum at vísa fremmandafólki frá ferðamannaskipunum bý­ in, og hann kundi fáa slíkan tokka til slíkar gestir, at teir vórðu bodnir heim á Skansa­ garð at njóta eitt glas av víni við góðum práti. Stórt tal av takkarkortum og brøv­ um frá slíkum fólki vóru ruddi liga goymd í hansara skrivaraborði. Í dag hevði hann valla sloppið at víst gestablídni, har tey stóru skipini leggja at, tí tey eru avbyrgd av ótta fyri altjóða yvirgangi. Ein vanabundin gongutúrur frá kirkjuni út á Molan hevði valla opnað nakra barrikadu. Húsið hjá okkum og tann lítla trøðin Yviri við Strond varð útleigað til hervaldið og gjørdist Admiralty­house við telegraph office. Vit fingu annað hús at búgva í, men hetta er alt ein onnur søga. Kríggið í Europa endaði sum kunnugt 8. maj 1945, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn hersetingarvaldið takkaði fyri seg og rýmdi av landinum. Vágoyggin, við kodunavninum BURGLAR, (minnist meg rætt), skuldi »avmonterast,« og øll út­ gerð seljast ella flytast av landinum. Vit vóru nakrir, ið fóru til Vágarnar við Vesturleið eftir matvørum, kon serves o.a.tl., ið heilsølu­ menn í Havn høvdu keypt frá hervaldinum har vest­ uri. Mær varð eisini litið í hendi at fara vestur við farmaskipinum hjá A/S Mau­ ritzen & Co. sum super cargo og at skriva og avgreiða skipspappírini: konnosse­ ment og manifest – á enskum, sjálvandi. Tað eina kvøldið fingu vit í lag almennan ensk an dans í Sørvági. Eg dansaði við einari vakrari gentu, minnist meg rætt, æt hon Helga. Nú gjørdist hetta, næstan av sær sjálvum, mest sum eitt uppískoyti til omanfyri nevnda prát í Útvarpinum. Eitt sindur ósmæðið – kanska. Ein spurvur í trana­ dansi… 13. apríl 1940 Heri Mohr Í Útvarpinum var ein samrøða, prát, um dagin og tíðina, tá ið Føroyar vórðu hersettar fyri 70 árum síðani. Av tí at sendingin var 12. apríl, kundi onkur kanska fingið ta fatan, at hersetingin fór fram tann dagin, hóast flest øll vita, at Føroyar vórðu hersettar (fyrrapartin) 13. apríl 1940. Dagin fyri (haldi eg, tað var), fleyg ein Sunderland flúgvari sera lágt yvir oyggjarnar. Flúgvari um okkara leiðir tá á døgum var sjáldsom sjón. Hesin flúgvarin kundi, mær vitandi, seta seg bæði á sjógvi og landi; tá var eingin flogvøllur í Føroyum. Mær vitandi hendi tað bara eina ferð, at hervaldið setti hart móti hørðum Lovat Scouts marsjera oman fyri Sjónleikarhúsið í Havn