Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 16 Sosialurin Áki Bertholdsen Arbeiðið at leggja inntøku­ trygdina undir mann ingar­ feløgini fíggja og umsita, gongu r væl. Tað sigur Alfred Petersen, løg frøðingur, sum er for­ maður í nevndini, sum skal gera skipanina, sum mann­ ing ar feløgini skulu umsita. Men nær arbeiðið verður liðugt, dugir hann ikki at siga. Hinvegin er hann full­ greið ur yvir, at ein loysn er ikki beint fyri framman. ­ Hetta er ein 60 ára gomul skipan, sum skal kollveltast og tað ber ikki til at hurta mál ið ígjøgnum, sigur hann. ­ Tað nyttar ikki at legg­ ja trýst á og at áseta eitt evstamark, tí vit skulu finna eina skipan, sum allir part ar kunnu liva við. Tað týdningarmesta er, at vit fin­ na eina loysn, sum gongur politiska viljanum á møti og so hevur tað minni at siga um tað so verður í ár ella næsta ár, heldur hann. Higartil hevur nevndin havt einar 10 fundir. Nevndin hevur arbeitt væl og hann vænt ar at finna semju, hóast Fiski mannafelagið fleiri ferð­ ir hevur boðað frá, at tað vil ikki hoyra talan um eina skipan, at fiskimenn skulu be tala minstuløn. ­ Hinvegin er veruleikin tann, at tað er politiski vilj­ in, at inntøkutrygdin skal av fíggjarlógini og undir mann­ ing ar feløgini at betala og tað mugu vit arbeiða útfrá. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Hetta er tað, sum liggur í kortunum, nú nevndin, sum skal endurskoða minstu­ lønina, er komin eitt sindur áleiðis við arbeiðnum. Alfred Petersen, nevnd­ ar for maður, sigur, at nú mann ingarfeløgini sjálvi skuli betala minstulønina, er talan um at skipa ein grunn uttan fyri fíggjarlógina, sum líkist ALS við einum stjóra og einum stýri har vinnan hevur síni umboð. Hinvegin liggur tað ikki í kortunum, at lata ALS um sita skipanina. Hinvegin hevur lands stýrið boðað frá, at tað er sinn að at leggja eitt stovns fæ í ein slíkan grunn fyri at fáa eina góða byrjan á. Men hvussu mann ing­ ar feløg ini skulu gjalda inn í grunnin, eru tey als ikki komin til enn. Men tey kanna skipan ir nar í Noregi, Íslandi og í Dan mark, fyri at vita, um nakað haðani kann brúkast í eini før oyskari skipan. Í Danmark er skipanin tann, at fiskimenn eru tryggj­ a ðir eina minstuløn upp á 1000 krónur um dagin, men tað er ásett í sáttmálanum millum fakfelagið 3F og Reiðara felagið. Í Noregi er skipanin tann, at eitt avgjald upp á trý prosent verður lagt á av reið ingarvirðið, hvørja ferð eitt skip av reið ur og tað fer so í grunn in. Reiðarin betalir so fasta hýru, men dekkar av­ reið ingarvirðið ikki ta føstu hýruna, fær hann mun in endurgoldnan úr grunni num. Ein annar munur, er, at í Føroyum verður inn tøku­ trygdin roknað túr fyri túr. Men í Noregi verður tað rokn­ að fyri hvønn árs fjórð ing sær. Minstalønin í Noregi er einar 58.000­59.000 norskar krón ur fyri ársfjórðingin, so tað er ikki langt frá okkara minstu løn í Føroyum. Summi, sum vit hava tosað við, hella mest til at brúka norsku skipanina sum fyri­ mynd fyri eini føroyskari skipan. Men Alfred Petersen sig­ ur, at tað ber als ikki til at siga nakað um hetta enn. aki@sosialurin.fo Gongur stútt og róliga framá inntøkutrygd Arbeiðið at lata inntøkutrygdina upp í hendurnar á manningarfeløgunum at gjalda og umsita, gongur væl. Men tað tekur sína tíð Stovna nýtt aLS fyri fiSkimenn Minstuløn Nú skal ein grunnur stovnast fyri Fiskimenn, sum líkist ALS Limirnir í nevndini, sum skal gera eina nýggja minstu løn ar skipan, eru: Alfred Peter sen, formaður, Tummas Magnussen úr Fiskimálaráðnum er skrivar og Vinberg Søren sen fyri reiðarar, Jan Højgaard fyri Fiski manna felagið, Jóannes Martin Olsen fyri rá f iska seljarafelagið, Auð unn Konráðsson er fyri Meginfelag Útróðr­ armanna, Páll hansen er fyri Mask in­ meistarafelagið og Eyð stein Djurhuus fyri Skipara­ & Naviga tør felagið