hósdagur 10. januar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 6 - 10. januar 2002
Nr. 6 - 10. januar 2002
3
26 ára gamla Marjun A.
Lómaklett er sett sum
prestur í Sæby kirkju í
Norðurjútlandi. Marjun var
vald út millum 14 umsøkj-
arar og hon var eisini hildin
at vera best egnaða av teim-
um fýra, sum royndarpræd-
ikaðu.
Og Marjun hevur verið
dugnalig, síðan hon í 1994
fór til Danmarkar at lesa
gudfrøði. Í fjør tók hon
gudfrøðiligt prógv á Århus
Universiteti og tey seinastu
trý árini av lestrartíðini
undirvísti hon eisini á univ-
ersitetinum í kirkjusøgu.
Meðan hon hevur lisið hev-
ur hon eisini verið virkin í
kirkjulívinum í Århus og í
Skelager kirkju, har hon
eisini var kirkjuráðslimur.
20. januar skal Marjun
ordinerast í Aalborg av
Søren Lodbjerg Hvass,
biskupi.
Hendan
dagin
verður skipað fyri bussferð
úr Sæby til Aalborg fyri
sóknarbørnini. »Vit vóna,
at nógv koma við at síggja
okkara nýggja prest verða
ordineraðan, sigur kirkju-
ráðsformaðurin
Jørgen
Wirring við Nordjyske
Stiftstidende.
27. januar verður hon
innsett í embæti í Sæby
Kirkju av Verner Tranholm
Mikkelsen, dómpróvsti.
Marjun er fyrsti setti
kvinniligu prestur í Sæby.
Hon varð millum jól og
nýggjár gift Janus, sum er
útbúgvin og arbeiðir sum
flogmekanikari hjá Atlantic
Airways. Tey eru flutt í
prestsgarðin
á
Hans
Abelsvej 19 í Sæby.
Føroyingur prestur í Sæby
Kæra mamma mín
Elsebeth Ingvarda Andersen,
fødd Højgaard, ættað úr Rituvík,
búsitandi í Keypmannahavn,
andaðist sunnudagin 6. januar 2002, 88 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Samuelskirkjuni í Thorsgade 65
á Nørrebrúgv leygardagin 12. januar kl. 13.00.
Kirsten Greer
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri
maður, pápi, abbi og verfaðir okkara
Kjartan Hansen,
* 20. januar 1923
✝24. desember 2001
doyði og varð jarðaður.
Takk tit, ið vóru um hann á landssjúkrahúsinum
meðan hann var sjúkur og nú hann andaðist.Tøkk
øll, sum vóru við, tá ið hann for av landssjúkrahús-
kapellinum og vestur í Miðvágs kirkju.
Tøkk til prestar, sangarar, berarar, kirkjutænarar og
førara á bili.Tøkk øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað og tøkk til tey, sum hjálptu til
vid borðhaldinum eftir jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Miðvágs kirkju.
Tøkk til øll, sum á ymiskan hátt
stuðlaðu okkum í sorgini.
Familjunnar vegna
Brynhild, Georg, Sofía, Jógvan og Heini
NØVN Í VIKUNI
Marjun A Lómaklett er klaksvíkingur. Hon er fødd í Korea, men varð sum tvey
ára gomul ættleidd til Føroya.
Avgerðin hjá
Almannastovuni
verður kærd
BARNAVERND
Turið Kjølbro
Málið um familjuna, ið fær
minni stuðul, enn barna-
verndin á staðnum, mælir
til, er ikki endað enn. Allar
avgerðir, Almannastovan
tekur, kunnu kærast, og
sum skilst fer barnaverndin
í hesum førinum at kæra.
Hon metir nevniliga ikki, at
tað er rætt, at umbønin um
tjúgu tímar stuðul til eina
familju á staðnum, skal
skerjast niður í ein triðing,
tí koyring hjá familjuráð-
geva verður drigin frá tillut-
aðu tímunum.
– Familjuráðgevar eru
bara í Havn, eingin slíkur er
úti á bygd, og tað sigur
okkum so mikið, at familj-
ur og børn á bygd og í Havn
ikki eru líka fyri, um koyr-
ingin hjá viðkomandi er
innroknað stuðlinum. Flyta
vit hetta dømið til Havnar,
ivist eg ikki í, at familjan í
Havn hevði fingið fleiri
tímar ráðgeving enn familj-
an á bygd, tí viðkomandi
ikki hevur langan veg til ar-
beiðis, sigur barnaverndar-
limurin, ið vil vera ónevnd-
ur.
Barnaverndarlimurin
hevur ikki stórt álit á, at
bygnaðarbroytingarnar,
sum fara fram á Almanna-
stovuni í løtuni, fara at gera
samskiftið millum barna-
verndir og stovnin betri.
– Vit kunnu vísa á mál,
sum eru eldri enn eitt ár og
sum framvegis eru til við-
gerðar á Almannastovuni.
Mannagongdin á Almanna-
stovuni er soleiðis eftir øll-
um at døma, at málsvið-
gerðin ikki hevur heimild at
taka nakra avgerð. Málini
skulu ígjøgnum nógvar
hendur, áðrenn ein avgerð
verður tikin, og tað ger, at
tíðin dregur út. Fyri okkum
at síggja, sær ikki út til, at
nøkur føst mannagongd er.
Fyrisitingarlógin ásetur
eina fasta mannagongd
viðvíkjandi samskifti mill-
um stovn og brúkara.
– Senda vit eitt bræv, eina
umsókn ella umbøn, eigur
Almannastovan at melda
aftur til okkara, tá ið stovn-
urin hevur fingið brævið,
og siga frá, hvør málsvið-
gerðin er og hvat síðani
hendir í málinum. Hetta
verður als ikki fylgt og vit
vita tískil ikki, hvat hendir í
málinum og um nakað yvir-
høvur hendir. Tí eru vit
noydd at ringja og rykkja,
og tað eru vit sera misnøgd
við.
– Er talan um van-
ligar stuðulstímar til
eitt barn ella eina
familja, verður koyr-
ingin hjá tí, sum skal
veita hendan stuðul-
in, ikki tikin frá til-
lutaðu tímunum frá
Almannastovuni
uttan mun til, hvar í
Føroyum hesi búgva,
sigur Petra Joensen,
stjóri á Almanna-
stovuni
BARNAVERND
Turið Kjølbro
Almannastovan ger ikki
mismun á børnum á bygd
og í bý. Hetta sigur Petra
Joensen, stjóri á Almanna-
stovuni, í viðmerking til
grein í Sosialinum í gjár.
Har vístu vit á eitt ítøkiligt
dømi, har ein familja á
bygd fær sambært tilmæli
frá barnaverndini á staðn-
um tillutað 20 tímar stuðul í
heiminum,
men
tá
ið
samanumkemur skal koyr-
ingin hjá stuðlinum, sum
býr í Havn, roknast frá tím-
unum. Teir tjúgu tímarnir
minkaðu sostatt við einum
triðingi. Barnaverndarlim-
urin, vit tosaðu við, vísti
umframt á onnur ónøktandi
viðurskifti í samskiftinum
við Almannastovuna.
– Er talan um vanligar
stuðulstímar til eitt barn
ella eina familja, uttan mun
til, hvar í Føroyum hesi
búgva, skal koyringin hjá tí,
sum skal veita hendan stuð-
ulin, ikki takast frá tillutaðu
tímunum frá Almannastov-
uni. Flutningurin millum
heim og arbeiðsstað hjá
stuðlinum kemur ikki ar-
beiðsgevaranum við, sigur
Petra Joensen.
Við øðrum orðum eru
tjúgu tímar stuðul veruliga
tjúgu tímar. Er hinvegin tal-
an um onnur tiltøk, Al-
mannastovan setur í verk í
einum
heimi,
broytist
myndin. Stjórin á Almanna-
stovuni kann sjálvsagt ikki
fara inn í ítøkiliga dømið,
vit hava víst á, men sigur
kortini, at ymiskt kann
henda í eini viðgerð, sum
ger, at hjálpin, ið barna-
verndin biður um, verður
ein onnur enn upprunaliga
ætlað. Eitt nú, um eingin
søkir lýstu størvini.
– Nógv tiltøk kunnu játt-
ast sambært grein 22 í lóg-
ini. Verður annað tiltak enn
beinleiðis stuðul játtað, eitt
nú familjuráðgeving, er
støðan ein heilt onnur. Har
verður í hvørjum einstøk-
um føri mett, hvussu nógv
ráðgeving er neyðug, og í
so máta eru øll líka fyri lóg-
ini.
Við øðrum orðum kunnu
vit útleiða út frá hesum
døminum, at ger Almanna-
stovan av at veita eitt nú
familjuráðgeving ístaðin
fyri stuðul, verður tíðin
ráðgevin brúkar til koyring
til familjuna, ið skal hava
hjálp, tikin frá.
Nógva staðni í Føroyum
er eftir øllum at døma trup-
ult at útvega stuðlar til børn
og familjur, ið tørvar hjálp,
hóast lýst verður væl og
leingi í bløðunum. Serliga á
smærri bygdum er hetta ein
trupulleiki.
– Tað er týdningarmikið
at gera stuðulsøkið meiri
spennandi, soleiðis, at fleiri
søkja størvini, sigur Petra
Joensen.
Bygnaðarbroytingar
Barnaverndarlimurin, Sosi-
alurin tosaði við í blaðnum
í gjár, finnist at drúgvu av-
greiðslutíðini á Almanna-
stovuni. Frá tí ein barna-
vernd sendir eina umsókn
til Almannastovuna um
stuðul, gongur mangan upp
ímóti einum ári, til um-
sóknin endaliga er av-
greidd.
– Tað er sjálvsagt ikki
rímiligt, at tað í førum tek-
ur so langa tíð. Skjót hjálp
er umráðandi innan hetta
økið, og spurningurin er
um galdandi mannagongd
er ov tung.
Bygnaðarbroytingar fara
í løtuni fram á Almanna-
stovuni, sum hava til enda-
máls eitt nú at gera sam-
skiftið millum stovn og
brúkara betri.
– Bygnaðurin er broyttur
innan
barnaverndarøkið,
soleiðis at ein deild á
stovninum burturav umsit-
ur økið fyri alt landið. Hes-
ar broytingarnar eru gjørdar
fyri at menna barnavernd-
arøkið og vit miða ímóti, at
barnaverndirnar fáa eina
skjóta og góða viðgerð.
Hinvegin skulu einstøku
málini barnaverndirnar ar-
beiða við altíð lýsast væl
áðrenn vit kunnu taka eina
avgerð, og har eru fastar
mannagongdir, sum barna-
verndirnar fylgja, sigur
Petra Joensen.
Leiðarin á nýggju deild-
ini á Almannastovuni er
Beinta Festirstein, løgfrøð-
ingur. Hon tók við starvin-
um 1. jan.
Prinsippmál
– Flyta vit hetta dømið til Havnar, ivist eg ikki í, at familjan í
Havn hevði fingið fleiri tímar ráðgeving enn familjan á bygd,
tí viðkomandi ikki hevur langan veg til arbeiðis, sigur
barnaverndarlimur
Savnsmynd: Jens Kristian Vang
Gera ikki mismun á børnum
– Skjót hjálp er umráðandi
innan hetta
barnaverndarøkið, og
spurningurin er um galdandi
mannagongd er ov tung,
sigur Petra Joensen, stjóri á
Almannastovuni
C
M
Y
K
3
2
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á