Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 6 - 10. januar 2002 Nr. 6 - 10. januar 2002 5 Kommunusamskipan Føroya tekur ikki undir við, at barna- verndirnar kring landið, nú skulu verða landsnevndir, soleiðis sum lands- stýrið ætlar. Felagið er heldur ikki samt við landsstýrið um, hvussu nógvar barnaverndir skulu vera BARNAVERND Áki Bertholdsen Barnaverndirnar kring landið skulu framvegis vera kommunalar. At taka eitt øki frá kommununum og leggja tað undir landið, er tann øvugta verð. Tað heldur Kommunu- samskipan Føroya, sum er felagið hjá teimum seks størstu kommununum í landinum og Kirkjubøar Kommunu. Jógvan Krosslá, formað- ur í Kommunusamskipan Føroya, sigur, at felagið er heldur ikki samt við lands- stýrið um, hvussu nógvar barnaverndir skulu vera. Nú Almanna- og Heilsu- málastýrið hjá Landsstýr- inum hevur gjørt eitt álit um, hvussu barnaverndar- økið skal skipast framyvir, er tað sostatt, at Komm- unusamskipan Føroya, sum umboðar nógv størsta partin av Føroya Fólki, ikki tekur undir við ætlanini. Almanna- og Heilsu- málastýrið mælir til at býta Føroyar sundur í seks barnaverndarøki við hvør sínari barnavernd, sum landið skal velja. Limirnir í teimum nýggju barna- verndunum skulu vera serkøn á ymsum økjum, sum hava vit barnaumsorg- an at gera. Ætlanin var, at Komm- unusamskipanin og lands- stýrið skuldi hava fund í gjár um ætlanina, men fundurin er útsettur og verður seinni. Men Jógvan Krosslá sigur, at Kommunusam- skipanin tekur hvørki undir við, hvussu nógvar barna- verndir skulu vera, ella, hvussu tær skulu skipast. – Vit mæla til, at tað verða níggju barnaverndir kring landið, ístaðin fyri tær seks, sum Almanna- og Heilsumálastýrið skjýtur upp. Afturat teimum seks barnaverndunum í uppskot- inum hjá Landsstýrinum, mælir Kommunusamskip- anin til, at Suðuroy verður býtt sundur í tvey øki við hvør sínari barnavernd, einari í norðaru helvt og einari í syðru helvt. Somu- leiðis mælir felagið til at býta Eysturoynna í tvey øki og at ein barnavernd eisini verður skipað fyri komm- unurnar í Sundalagnum. – Hetta hava vit gjørt fyri at fylgja sundurbýtinum í kommunuálitinum, tí tað halda vit er greiðari, sigur Jógvan Krosslá. Hann heldur eisini, at hetta fer at trygga, at barna- verndarlimir verða úr so nógvum bygdum sum gjørligt, tí tað heldur hann hevur týdning fyri at vera so nær borgarunum sum gjørligt. Annars hevur atfinningin ímóti barnaverndunum júst verið, at tey eru ikki serkøn á økjunumog tí ikki hava nóg góðar fortreytir fyri at arbeiða við slíkum málum, ið ofta eru umfatandi og fløkt? Tað er rætt, men í økis- ráðunum koma barnavernd- irnar altíð at hava sakkunn- leikan við hondina. Skulu vera kommunalar Men ein tann mest avger- andi munurin ímillum Landsstýrið og Kommunu- samskipanina er, at Lands- stýrið vil hava, at tað skal verlja barnaverndirnar kring landið. Hinvegin heldur sær heldur Kommunusamskip- anin ikki at tað er rætt at taka barnaverndirnar frá kommununum og leggja tær undir landið. – Í hesum døgum, har nógv verður tosað um at leggja fleiri og fleiri máls- øki út til kommunurnar, er tað øvugt mannagongd at taka eitt øki frá teimum og leggja tað undir landið, sigur hann. – Tí sigur hann, at í Kommunusamskipan Før- oya er hørð mótstøða ímóti at landið nú skal yvirtaka barnaverndarøkið. Hann vísir á, at tað eru fólk á staðnum, sum kenna umstøðurnar best og tí er tað rætt at varðveita tær kommunalu barnavernd- irnar. Hann heldur, at tað fak- liga støðið í barnavernd- unum kann tryggjast við at seta økisráð í hvørjum øki, kanska trimum limum í, sum skulu vera serkøn fólk og sum barnaverndirnar kunnu ráðføra seg við. Í Suðuroynni mælir Kommunusamskipanin til, at tað verður eitt økisráð fyri alla oynna og somu- leiðis í Eysturoy.Hóast barnaverndirnar skulu vera níggjum heldur hann, at tað er nóg mikið við seks økisráðum til at fevna um alt landið. Felagið heldur, at tað skulu eisini vera kommun- urnar, sum skulu velja økis- ráðini. Hann vísir á, at øll vanlig viðurskifti hjá børnum eru longu undir kommununum, men hann ásannar tó, at innan barnaforsorg eru nógv viðurskifti, tosast kann við landsstýrið um, men tað er heilt annað mál, heldur hann. Føroya Kommunu- felag tekur ikki undir við ætlanini hjá Al- manna- og heilsu- málastýrinum um at taka barnaverndirnar hjá kommununum BARNAVERNDIR Áki Bertholdsen – Barnaverndirnar hjá kommununum kring landið virka væl. Men tær átti at blivið styrktar. Tað heldur Føroya Kommunufelag. Sostatt eru bæði komm- unufeløgini, sum tilsamans umfata allar kommunurnar í landinum ímóti ætlanini hjá Almanna- og Heilsu- málastýrinum at umskipa barnaverndirnar, tí í hinari greinini her á síðuni sæst, at eisini hitt kommunu- felagið er ímóti ætlanini. Tað, sum Almanna- og Heilsumálastýrið ætlar, er,at barnaverndirnar hjá kommununum skulu takast av. Ístaðin skal landið být- ast sundur í seks øki við hvør sínari barnavernd, sum Landsstýrið skal velja. Jacob Vestergaard, for- maður í Føroya Kommunu- felag, sigur, at tað er nógv gott í uppskotinum hjá Al- manna- og Heilsumála- stýrinum, men at felagið er ímóti at tað verður sett í verk, sum tað er. Heldur kundi Kommunu- felagið hugsað sær, at part- ar av uppskotinum verða brúktir til at styrkja skip- anina við, sum nú er í gildið. Formaðurin í Kommunu- felagnum heldur, at tað er ein spurningur um, hvør skal hava málsøki undir sær, landið ella kommun- urnar. – Í dag er tað ein bland- ingur við tað, at kommun- urnar velja barnaverndir- nar, men fáa útreiðslurnar endurgoldnar frá Almanna- stovuni. Kommunufelagið heldur, at skipanin, sum er virkar sum heild væl og tí skal málsøkið leggjast til kommunurnar,heldur enn til landið. –Tað, sum ikki virkar í skipanini sum er, er tað, at í ávísum málum er ikki altíð so lætt hjá barnaverndunum at fáa tað serkønu hjálp og ráðgeving, sum tørvur er á. – Verður landsið býtt sundur í seks øki við hvør sínari barnavernd, sum landið skal velja, missa vit tann fyrimunin, sum barna- verndir hava, at tær eru staðkendar, tí staðkend fólk hava mangan betri førleikar enn fremmand at skilja ein ávísan trupulleika, sum stingur seg upp. Hann heldur, at besta skipanin er tí at varðveita tað skipanina sum er, men at styrkja hana við við serkønum fólkum. – Tað er óneyðugt við serkønum fólki í hvørjum øki í landinum, tí so nógv barnaverndarmál eru ikki. Jacob Vestergaard sigur, at viðhvørt verður dagt, at tað eru børn, sum eru dottin burtur ímillum, sum skip- anin er nú, men tað dugir hann ikki at síggja. – Barnaverndarmál eru trupul og tað er altíð ein neyv meting um, nær barnaverndin skal leggja upp í, ella ikki. Sjálvur er Jacob Vester- gaard løgreglumaður og hevur tí eisini eina ávísa føling við økinum, tí við- hvørt kemur løgreglan uppi í. – Tað er mín avgjørda fatan, at barnaverndirnar gera eitt dygdargott arbeiði og taka uppgávuna í stórum álvara. Hann heldur ikki, at tað er ein vansi, at barna- verndirnar eru ov nær og at tað kann forða fyri, at mál verða tikin upp, sum annars átti at verið tikin upp. hann hevur tvørtur ímótri tað fatan, at tað er ein fyrimunur, tí barnavernd- armál eru mangan sera samansett og trupult og tað er ein fyrimunur at kenna viðurskiftini og bakgrund- ina væl og tað ger fólk á staðnum betri enn fólk uttaneftir. Í uppskotinum hjá Al- manna- og heilsumálastýr- inum verður lagt upp til, at skulu tiltøk setast í verk ímóti einum heimi, eitt nú at børn skulu takast heiman ífrá, skulu tað verða dóm- stólarnir, sum taka avgerð- ina. Tað er eitt, sum formað- urin í Kommunufelagnum tekur undir við. – Tað er ein ábyrgd, sum kann leggjast á dómstól- arnar. Men tað sigur mær eisini so mikið sum tað, at tað er neyðugt at lýsa málið professionelt og út í æsir, tí annars tekur dómstólurin ikki undir við teimum. Vilja hava eina loysn sum liggur mitt ímillum Barnaverndirnar kring landið skulu varðveitast Bæði kommunufeløgini eru ímóti, at barnaverndarnir kring landið verða tiknar av, soleiðis sum Almanna og heilsumálastýrið mælir til. Jacob Vestergaard, formaður í Føroya Kommunufelag, v.m. og Jógvan Krosslá, formaður í Kommunusamskipan Føroya siga, at tað er ein stórur fyrimunur, at barnaverndarlimir eru staðkendir Savnsmynd Aimi Thomsen, sum er av Strondum, men býr í Athen, er út- nevnd, sum sendi- harri fyri Føroyar í Paraolympiaduni, sum verður í Athen í 2004 OL Ingrid Bjarnastein Paraolympisku leikirnir vera í Athen í ár 2004. Før- oyar verða eisini umboðað- ar á leikunum, og er Aimi Thomsen av Strondum út- nevnd, sum sendiharri fyri Føroyar. Fyri stuttum var aðal- fundur í Athen við Para- olymisku komiteeina, har Jógvan Jensen var við. Skipað er fyri soleiðis, at aðalfundurin er altíð í sama býi, sum paraolymisku leikirnir skulu vera. Aimi Thomsen av Strondum hevur búð í Grikkalandi við grikska manni sínum síðani 1995. Seinastu trý árini ella so hevur hon búð í Athen. Tá Jógvan Jensen var á aðal- fundinum, varð Aimi út- nevnd til sendiharra. Hon skal taka sær av teimum praktisku tingunum, sum til dømis fundir í nevndum og annað. Tá leikirnir so verða í 2004, skal Aimi hjálpa før- oysku ítróttarfólkunum við at koma skjótt fram, upp- lýsa tey, hvar tey skulu fara og undir leikunum, skal hon virka sum eitt slag av ferðaguide. Í sambandi við aðalfund- in var nýggjur presidentur valdur í IOC, og hugt varð eisini eftir støðunum har leikirnir skulu fara fram, og er alt mestsum klárt. Gomlu stadionini verða endurnýggja í sambandi við leikirnar. Jógvan Jensen veit at siga, at føroyingar eru longu kvalifiseraðir í svimjing, og sum er nú, so hava vit eisini svimjarar, sum kunnu umboða Føroy- ar á leikunum. Miðað verð- ur eisini ímóti at Føroyar kunnu vera við í borðtenn- is, bogaskjóting og frælsum ítrótti. Í tveimum teimum seinastu verða kvalifikati- ónstíðir tó kravdar. 04.01: - HJF 84: Uni Joensen & Ronnie Nielsen – Guesthouse 10.01: - HJF 85: Týr – How Far to Asgaard 14.01: - GFL 3: Alex Bær- endsen & Símun úr Konoy – Livandi boðskapur 15.01: - HJF 85: Øssur Johannesen & Hjalti Joen- sen – bass & gittar 15.01: - HJF 12 Yggdrasil & William Heinesen/Krist- ian Blak – Den yderste ø 15.01: - HJF 13 Yggdrasil & Kristian Blak/Philippe Carré - Ravnating 4. januar kom út fløga við heitinum Guesthouse. Uni Joensen syngur, meðan Ronnie Nielsen stendur fyri meginpartinum av spælda tónleikinum á fløguni. Tal- an er um átta popp-løg, sum Uni sjálvur hevur skrivað, meðan hann og Ronnie í felag hava gjørt tónleikin. Eisini aðrir kend- ir føroyskir tónleikarar eru við á onkrum á løgunum, sum til dømis Sámal Ravnsfjall og Kollbein Simonsen. Tað er plátufel- agið Tutl, sum gevur fløg- una út. -ib Aimi sendiharri í Athen Aimi Thomsen her avmyndað í føroyskum ferðalag í summar á gamla olympiska stadion í Athen Mynd: Jan Tutl útgávur januar 2002 Uni Joensen á fløgu C M Y K 5 4 Í Tróndargøtu 29 tel. 318200 Útsøla byrjar fríggjadagin 11. januar kl. 08.00 Opið er til kl. 19.00 ALT1/2 1/2 prísur