Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 6 - 10. januar 2002 Nr. 6 - 10. januar 2002 7 Ein av tingmonnum Javnaðarfloksins, Kristian Magnussen, fegnast um, at pen- sjónistarnir eftir ætlan fáa meira pen- ing millum hendur- nar, men heldur landsstýrið tekur við aðrari hondini, tá ið grundupphæddin ikki verður prístals- regulerað PENSJÓNIR Heri á Rógvi Á tíðindafundi týsmorgun- in kunngjørdi landsstýrið, hvøjar broytingar lands- stýrið ætlar at gera í sambandi við fólkapen- sjónina. Landsstýrið ætlar at broyta tað soleiðis, at allir pensjónistar fara at fáa eina hækkan í pensjónini. Kristian Magnussen, tingmaður fyri Javnaðar- flokkin, sigur seg fegnast um, at pensjónistarnir nú fara at merkja ein bata. Hann heldur tað tó vera okkurt at fílast á í hesum sambandinum. –Landsstýrið hevur havt ríkiligt av tíð til hetta, og tað kann tykjast ógvuliga løgið, at teir nú knappliga koma fram við hesum so skjótt undan komandi løg- tingsvali, sigur Kristian Magnussen. Tað, sum Kristan Magnussen serliga heldur kundi verið gjørt betur, er, at grundupphæddin átti at verði prístalsregulerað. –Á henda hátt, høvdu pensjónistarnir fingið mun- andi meira í fólkapensjón, enn teir fáa við hesari nýggju ætlanini hjá lands- stýrinum, sigur Krisian Magnussen. Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum fáa pen- sjónistar, sum eru og giftir og einki annað forvinna uttan fólkapensjónina, 4.519 krónur meira í pen- sjón um árið enn áður. Kristian Magnussen sigur, at hevði prístalsregulering verið, hevði munurin held- ur verið 6.246 kr. –Landsstýrið hevur givið fólkapensjónistum fleiri pengar, og hetta eru vit sjálvandi glaðir fyri, men tað, sum landsstýrið veru- liga ger, er, at teir geva við aðrari hondin, men taka við hinari. Hetta verður ein skipan, sum ikki er haldbar í longdini, sigur Kristan Magnussen. Hann heldur tað vera eitt gott stig, at grundupp- hæddin nú verður gjørd skattafrí, men vil ikki siga nakað um hetta stigið passar saman við teimum ætlanum og tonkum, sum Javnaðarflokkurin hevur gjørt sær í sambandi pen- sjónsviðurskiftini í fram- tíðini. –Høvuðsendamálið eigur at vera, at pensjónin er til at liva av. Tað eru eitt rættiliga stórur partur av fólkapen- sjónistunum, sum ikki hevur nakra inntøku enn fólkapensjónina, og hesi eiga vit sjálvandi at tryggja, sigur Kristian Magnussen. Hann heldur ikki nógv um tað arbeiðið, ið sitandi samgonga hevur gjørt á økinum hesa seinastu árini. –Tað er ikki komið eitt einasta røktarheim afturat hesi seinastu fýra árini, og landsstýrið hevur heldur ikki roynt at funnið eina breiða semju á pensjóns- økinum, sigur Kristian Magnussen. Kristian Magnussen vil tó ikki siga, at Javnaðar- flokkurin fer at atkvøða ímóti uppskotinum, tí so leingi tað er ein bati, so vil flokkurin taka undir við hesum. Kristian Magnussen um fólkapensjónina: Geva við einari hond, taka við hinari –Landsstýrið hevur givið fólkapensjónistum fleiri pengar, og hetta eru vit sjálv- andi glaðir fyri, men tað, sum landsstýrið veruliga ger, er, at teir geva við aðrari hondin, men taka við hinari. Hetta verður ein skipan, sum ikki er haldbar í longdini, sigur Kristan Magnussen. Borgarstjórin á Tvør- oyri, Finnleif Gutte- sen, sigur, at ætlaða á- bøturnar til fólkapen- sjónistar fara at kosta kommuni 1,8 mió kr. Hetta fer at ganga hart útyvir íløgurnar PENSJÓNIR Heri á Rógvi –Ætlanirnar hjá landsstýri- num koma at raka okkum rættiliga meint. Verða ætla- ninar hjá landsstýrinum til veruleika, fer at hetta at gera, at vit ikki fara at hava ráð til nakrar stórvegis íløgur, sigur Finnleif Gutte- sen, borgarstjóri á Tvøroyri. Á Tvøroyri eru umleið 300 fólkapensjónistar í løtuni. Hesir gjalda allir skatt til kommuna, og hesin kemur serliga inn ígjøgnum grundupphæddina, sum allir pensjónistar fáa. Landsstýrið ætlar at gera tað soleiðis, at henda upp- hæddin verður gjørd skatta- frí, soleiðis at fólkapen- sjónistar fáa meiri pening millum fingrarnar. Finnleif Guttesen heldur uppskotið hjá landsstýri- num vera ógvuliga løgið, tá ið hugsað verður um, hvussu tað stendur til hjá kommunum sum eitt Tvør- oyar kommunu. –Vit hava vent okkum til Fíggjarmálastýrið, men hesir hava ikki kunnað svarað okkum, hvussu nógv ætlaðu broytingarnar fara at kosta okkum. Vit hava tó sjálvir gjørt nakrar útrokningar, sum siga okkum, at vit fara at missa 1,8 mió. hetta árið í mistari inntøku, sigur Finnleif Guttesen. Hetta heldur borgar- stjórin vera rættiliga álvar- samt, tá hugsað verður um, at kommunan hevur sett 2,5 mió av til íløgurnar hetta árið. Finnleif Guttesen ætlar at taka málið upp í Kommu- nusamskipan Føroya. Hann heldur ikki, at kommunan vinnur pengarnar innaftur, soleiðis sum landsstýrið hevur havt hug at sipað til. Finnleif Guttesen sigur tó, at hann er fegin um, at fólkapensjónistar fáa betri kor, tí hetta er nakað tiltrongt, men tað fram- gangsmátin, sum borgar- stjórin hevur hug at kalla púrasta burturvið. Finnleif Guttesen: –Missa 1,8 mió. av hækkaðu fólkapensjónini –Vit hava vent okkum til Fíggjarmálastýrið, men hesir hava ikki kunnað svarað okkum, hvussu nógv ætlaðu broytingarnar fara at kosta okkum. Vit hava tó sjálvir gjørt nakrar útrokningar, sum siga okkum, at vit fara at missa 1,8 mió. hetta árið í mistari inntøku, sigur Finnleif Guttesen. Beint áðrenn evstamark eydnaðist tað okkum at fáa hendur á Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjar- málum. Hann sigur, at hann ikki metur, at tað fer at ganga so illa útyvir Tvør- oyrar kommunu, sum kom- munan sjálv vil vera við. –Enn er eingin avgerð tikin um, hvussu býtið millum kommunur og land- ið verður í sambandi við broytingarnar í fólkapen- sjónini, men tað er givið, at allar broytingar fara at ávirka bæði land og kommunu, sigur Karsten Hansen. Tvøroyar Kommunu hevur eisini fingið rættiliga fitt av stuðli í sambandi við landsvegagrunnin. Hvussu býtið verður millum land og kommunu verður væntandi greitt í nærmastu framtíð, men landsstýrismaðurin vil ikki siga nakað, hvussu hann væntar, at úrslitið verður. Karsten leggur dent á, at ætlaðu broytingarnar eru ein stórur bati fyri fólka- pensjónistar. Serliga teir, sum eru ringast fyri fáa ágóðan av hesum. Broytingar ávirka øll Íslendski fiskimála- ráðharrin og føroyski landstýrismaðurin við fiskivinnumálum samdust týsdagin um at lata fiskiveiðuna hjá londunum halda fram á sama støði sum í fjør. Hædd verður tó tikin fyri einum møguligum svartkjaftasáttmála seinni í ár. Eisini varð tosað um stórhvala- veiðu, sum íslend- ingar ætlar sær undir aftur SAMRÁÐINGAR Edvard Joensen Íslendingar og føroyingar fara at sleppa at fiska tað sama hjá hvørjum øðrum, sum vit gjørdu í fjør. Fiski- málaráðharrin og lands- stýrismaðurin við fiski- vinnumálum eru nøgdir við avtaluna. Men tað hoyrir við til av- taluna, at ein møgulig svartkjaftaavtala seinni í ár kann fara at gera broytingar í tí, sum nú er avtalað. Um eingin millumlanda avtala verður gjørd um svart- kjaftin, eitt nú við kvota skipan, kann henda, at før- oyingar og íslendingar av sínum eintingum seta sær sjálvum kvotu á svart- kjaftin. Og so fer tað at ávirka veiðuna í mun til í fjør, tá vit veiddu frítt inni hjá hvørjum øðrum. Sama toskanøgd Avtalan, sum gjørd varð týsdagin, ber í sær, at før- oyingar aftur í ár sleppa at veiða 5.600 tons av botn- fiski í íslendskum sjógvi. Av hesum kunnu 1.200 vera toskur. Umframt er ein kalvakvota upp á 80 tons, sum kann veiðast í tíðar- skeiðnum 1. juni til 31. august. Av uppisjóvarfiski sleppa føroyingar at veiða 30.000 tons av íslendskari lodnu eins og vit sleppa at fiska ta grønlendsku lodnukvotuna upp á 10.000 tons í ís- lendskum sjógvi. Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður, fegnast um, at kalvakvotan er við aftur í ár, tí íslendingar hava fyrr tosað um at taka hana av. Eitt annað, sum landss- týrismaðurin fegnast um er, at føroyska toskakvotan er tann sama sum í fjør, hóast íslendingar hava gjørt av at minka teirra egnu toska- kvotu úr 220.000 tonsum niður í 190.000 tons. Í føroyskum sjógvi kunnu íslendingar umframt svartkjaftin eisini fiska 2.000 tons av heystgýtandi sild og 1.300 tons av ma- kreli. Í tíðindaskrivi, sum latið varð út eftir samráðingar- fundin týsdagin, verður sagt, at partarnir samdust um, at grundað á væntandi broytingar í svartkjafta- veiðuni í íslendskum og/ ella føroyskum sjóøki skal fiskiveiðiavtalan endur- skoðast saman við øðrum fiskiveiðirættindum hjá pørtunum. Hendan endur- skoðan skal verða framd innan 15. mars. Friðingar Íslendski fiskimálaráðharr- in hevði mánadagin fund við umboð fyri føroysku línuskipini, sum verða ávirkað av økisfriðingum undir Íslandi, og tí ikki hava fingið brúkt alla botn- fiskakvotuna undir Íslandi í fjør. Fiskimálaráðharrin segði seg hava lagt sær í geyma tað, føroyingarnir søgdu, og at hann nú fer at viðgera tað politiskt heima á Ís- landi, tá hann kemur heim- aftur. Hann segði annars við Sosialin, tá hann kom til Føroya mánadagin, at ís- lendsku politikkur er at halda fram við og herða økisfriðingarnar. Tað end- urtók hann eftir samráð- ingarfundin týsdagin. Eisini onnur mál vóru á skránni á fundinum millum Jørgen Niclasen og Árna M. Mathiesen. Eitt nú um hvalaveiðu, har londini vilja samstarva til dømis í IWC. Jørgen Niclasen segði eftir fundin, at føroyingar vilja fegnir sleppa undan donsku umboðanini í IWC og fáa egna umboðan, eins og vit hava í eitt nú NAFO NEAFC og slíkum felags- skapum. Um íslendska hvalaveiðu segði Árni M. Mathiesen, at íslendingar hava smtykt at fara undir aftur stór- hvalaveiðu, Í fyrsta lagi á vísindaligum støði. Men enn er eingin endalig tíð- arfreist sett á, nær tað verð- ur. Føroyingar og íslending- ar fara at virka fyri sam- starvi um fylgissveinaeft- irlit við fiskiflotanum í framtíðini, varð upplýst á tíðindafundi eftir samráð- ingarfundin týsdagin. Um framtíðar fiskivinnu- politikkin hjá íslendingum segði Árni M. Mathiesen, fiskimálaráðharri, at arbeitt verður alla tíðina við at betra um kvotaskipanina, sum hann ikki tóktist hava hug at broyta grundleggj- andi til eitt nú ta føroysku fiskidagaskipanina. Sami sáttmáli sum seinast Jørgen Niclasen og Árni M. Mathiesen eru samdir um, at halda fiskiskapin á sama støði sum í fjør Mynd: Jens K. Vang C M Y K 7 6 Fermingartilboð Tórsgøta 4 • P.O. Box 97 • FO-110 Tórshavn Tel +298 350 000 • Fax +298 350 001 e-mail: hotel@post.olivant.fo Forrættir Høvuðsrættir Omaná · Fesk súpan við bollum, borðreidd við breyði · Aspargessúpan, borðreidd við breyði · Rækjubland við breyði og smøri · Lambasteik við reyðkáli, agurkusalati, súltutoyi, hvítum eplum og sós av soðnum · Lambasteik við rómabakaðum eplum, salati og sós av soðnum · Heilstokt oksafilet við grønmeti, agurkusalati, hvítum eplum og sós av soðnum · Heilstokt oksafilet við rómabakaðum eplum, salati og sós av soðnum. · Fleskasteik við reyðkáli, agurkusalati, hvítum og brúnkaðum eplum og sós av soðnum · Trifli · Fromasja:Appelsin, jarðber ella ananas · Íslagkøka við vaflum Út úr húsinum-prísir: 2 verðar 3 verðar125,- 150,- - út úr húsinum Fermingartilboð team85 Várið 2002