mánadagur 19. apríl 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
HB og NSÍ hava mangan spælt
betri uppgerðir sína millum,
enn hana sum áskoðarnir upp
livdu í kuldanum á ovara vølli
í Gundadali ígjár. Tey fyrstu
fimm korterini hendi ikki tað
stóra,
og
sendingarnar
sótu
illa, og undirhaldsvirðið var í tí
lægra endanum. Milan Culjic var
spældur leysur av Andrew av
Fløtum í fyrra hálvleiki, men hann
mis nýtti uppá tað skammiligasta.
Ann ars høvdu liðini bert nakrar
royndir úti frá í fyrra hálvleiki.
Dramatikkurin kom
Nærum 5 korter vóru farin, áðr
enn tað fór at bragda. Eftir eitt
gott álop við nógvum sendingum,
var bólturin lagdur inn fyri,
har HBmálverjin, Símun Rógvi
Hansen royndi at fanga bóltin.
Hetta miseydnast og so fekk
Christian Høgni Jacobsen fatur
á bólt inum og skoraði til 10. HB
spenti álopsbogan eftir hetta,
og setti Hendrik Rubeksen inn
fyri Rógva Holm, og tað skuldi
vísa seg at verða ein klók avgerð.
Van liga leiktíðin var farin, tá
TórIngar Akselsen fekk bóltin í
brotsteiginum, gjørdi eina skot
fintu og smekkaði til. Andras
Gango bjargaði, men Hendrik
Rubbeksen fekk fótin á bóltin
hjá málverjanum, og fekk prikað
hann inn til 11. Hetta skelkaði
NSÍ so mikið, at HB fekk gjørt
sær dælt av hesum. Í teimum
doyggj andi sekundunum fekk
Andrew av Fløtum onkursvegna
bóltin serveraðan fyri føturnar,
og ísakalt sendi gamli málrevurin
bóltin í netið, og NSÍ datt full
komu liga úr barónasongini. Dyst
urin sum øll høvdu hug at gloyma,
fekk ein minniligan enda.
Sigurin kom væl við
Landsliðsspælarin, Símun Sam
uelsen viðgekk aftaná dystin uppi
í bowlinghøllini, at sigurin kom
væl við. – Høvdu vit tapt í dag, so
hevði tað avgjørt ikki sæð so gott
út. Men tað var fantastiskt, at tað
eydn aðist. Tá vit javnaðu til 11
kendu vit á okkum, at áskoðarnir
komu meira við, og ein fekk meiri
blóð á tánna, og tað førdi so til,
at vit fingu strítt okkum til tað
seinna málið. Aftaná dystin var
eingin ivi okkara millum, at tal an
var um tann stuttligasta sig ur in,
sum vit hava fingið í ár. Tað er
ein ótrúlig kensla, tá ein næstan
hevur tapt dystin, og so eydnast
tað at vinna dystin við tveimum
málum í yvirtíðini. Tað er ein
ótrúlig kensla, segði ein sigurs
sælur Símun Samuelsen aftaná
dystin. Tað loysir seg at arbeiða
fyri sakini, ikki minst tá talan er
um yvirtíð.
heris@sosialurin.fo
vodafonedeildin NSÍ hevði trý stig í pottinum, men seinastu løtuna
gloymdu teir at koyra lokið á, og HB fór við øllum
hB
2
NSí
1
botnlið
NSÍ'ararnir vóru ikki nóg kaldir,
og nú er kalt í botninum
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Enn hava Heðin á Lakjuni og
NSÍ sín fyrsta sigur til góðar
Mynd: Hilmar Jan Hansen