Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Aftaná var hann heitur um skallan, stakkalin! Tehe Aristide, ið annars plagar at vera trygdin sjálv í verjuni hjá AB, gjørdi sín lívs brølara, tá hann í 70. minutti legði bóltin aftur til málverjan hjá sær, Tórð Thomsen. Støðan var at byrja við púra vandaleys, men Aristide fekk bara ikki tikið seg saman at spæla bóltin frá sær, og brádliga var hann um girdur av B36-arum. Tá hann so endiliga spældi bóltin frá sær, var tað við einum dukku freti av einari afturlegging, sum var so neyðarslig, at bólturin næstan steðgaði, áðrenn hann kom vegin fram. Sum eitt fok kom Hjalgrím Elttør ímillum, og hóast Tórður Thomsen fangaði vandan í støðuni, fekk hann ikki sparkað bóltin burtur, men beint í krovið á Hjalgrími, so støðan bleiv 2-1 til B36. – Man roynir at søkja kjansin, og tað gjørdi eg so eisini hesa ferð. Aristide legði nokk so spakuliga aftur og Tórður var eitt lítið sindur ov seinur út. Tað sá eg áðrenn, so tað var bara at liggja framvið, segði Hjalgrím Elttør eftir dystin, sum ikki fekk tað úrslitið, teir í B36 høvdu ætlað sær. – Nei, vit fóru eftir øllum trimum stigunum, og vit hildu nokk eisini, at vit høvdu fingið tey, tá vit skor- aðu til 2-1, men vit mugu bara taka hetta eina stigið við okkum og koyra víðari. Ikki ráð til brølarar Eftir hetta løgna málið, ið AB bók- staviliga gav B36, tók tað eina góða løtu, áðrenn argjamenn fótaðu sær aftur, men so fóru teir eisini at stríð- ast fyri sakini, samstundis sum B36 drálaði so mikið nógv, at tað millum annað kostaði gul kort. Fimm minuttir fyri tíð fekk AB sent eitt langt innkast inn fyri B36- málið, har fyrst Jákup Dam fekk bóltin inn um strikuna og síðani Morten Overgaard. Í rokinum fór Meinhardt Joensen um koll, men tá bólturin aðru ferð endaði í netinum, bleiv málið kortini viðurkent. – Vit stríddust væl ímóti end- anum, og tá vit so í somu støðu fingu bóltin tvær ferðir í málið, var tað gott, at vit í øllum førum fingu annað av málunum viðurkent, skemtaði norski toppskjúttin hjá AB, Stig-Roar Søbstad, ið sjálvur legði AB á odda longu tíðliga í dyst- inum, tá hann skallaði eitt frálíkt innlegg frá Mortani úr Hørg í B36- málið. – At teir fingu hatta málið til 2-1, skyldaðist ein so stóran brølara í okk ara verju, at eg havi ikki orð fyri tíð. Sovorðnar feilir hava vit ikki ráð til, tá vit eru komnir illa frá byrjan. Fantastisk perla Teir báðir hálvleikirnir í dystinum á Argjum vóru annars sum nátt og dagur. Í fyrra hálvleiki spældu bæði liðini nógv betri, enn tey gjørdu eftir steðgin, og talan var fyri tað mesta um skjóta umstilling og treyta leyst álopsspæl. Umframt skallaran hjá Stig-Roar til 1-0, skoraði Bárður Olsen við ein- ari fantastiskari perlu av einum langskoti til 1-1 mitt í hálvleikinum. Hann rakti bóltin so klokkureint, at sjálvt um Tórður Thomsen fór rætta vegin og toygdi seg í hvørjari lykkju, kundi hann ikki røkka heilt út til stongina. B36 hevði tvey skot á stengurnar, umframt at Tórður ta einu ferðina hevði dupultbjarging og fekk jústað bóltin upp á samankomingina. Í hin um endanum var Meinhardt Joensen í næstan líka stórum gávu- hýri sum Tehe Aristide, men AB megn aði bara ikki at taka av, tá tey trý tilboðini vóru har. Seinnu hálvleikur verður helst skjótt gloymdur, tí tá var spælið nógv meira tilvildarligt og lítið um- hugsað. At tey bæði málini, sum tá komu, vóru tvey kloddamál av hvør sínum slag, var nokk heldur einki at siga til ... hilmarjan@sosialurin.fo Ársins afturlegging vodafonedeildin Ein gáva av teimum heilt stóru mundi givið B36 sigurin á Argjum, men AB mannaði seg upp og fekk ímóti endanum javnað við einum máli, ið næstan var líka stórt kloddamál! AB 2 B36 2 GRannaBRaK Hvørki Nikolaj Eriksen ella Bárður Olsen vóru partur av ársins afturlegging á Argjum. Bárður skoraði hinvegin eitt tað besta málið í kappingini higartil, tá hann javnaði til 1-1. Mynd: Álvur Haraldsen