Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Alex José dos Santos veit, at tað kostar dýrt at fáa reytt kort. Fríggjakvøldið varð brasiliumað­ urin útvístur fyri sættu ferð í før­ oysku landskappingini, síðan hann kom til Føroya undan kapp ing ar­ byrjan í 2004. Fimm av teimum seks ferðunum hevur tað ikki eydnaðst honum og liðfeløgunum at vunnið dystirnar. Hagtølini siga fýra ósigr­ ar og ein javnleikur. Tað var heppið, at tað yvirhøvur eydnaðist EB/Streymi at fáa eitt stig í útidystinum móti Víkingi. Sunda­ lagsmenn høvdu fult tamarhald á støðuni og vóru á odda, tá seinni hálvleikur var átta minuttir gamal. Men so vísti Dagfinn Olsen, dómari, verjuleikarunum av vøllinum. Tað er tungt Alex José dos Santos veit helst, hvussu tápulig bæði gulu kortini vóru. Fyrst tveitti hann av fríum vilja í eini roynd at fáa fríspark, og bara tveir minuttir seinni framdi hann eitt grovt fríspark. Lítið um­ hugsað av brasiliumanninum. Tað tóktist, sum EB/Streymur fór at hóra undan, hóast alt, tí mið skeiðis í seinna hálvleiki økti Kristoffur Jakobsen um leiðsluna við brotssparki. Men so byrjaði mót brekkan. Gestirnir fluttu seg nakrar metrar longur aftur á vøllin, og at verja við einum manni minni varð strævið. Innskifti Súni Olsen minkaði fyrst um munin við beinleiðis frísparki, og Sølvi Vatnhamar javnaði, tá tveir minuttir restaðu í. At spæla við 10 monnum er tungt. Tað sást serliga aftur sein­ asta korterið av dystinum fríggja­ kvøldið, tá sundalagsmenn ikki høvdu orku at fylla tómrúmini. Mót gongdin gjørdist størri og størri, sum minuttirnir gingu. So hóast EB/Streymur hevði kós móti einum sigri, so skulu Heðin Askham, venjari, og leikarahópurin verða glaður fyri, at tað eydnaðist at fáa eitt stig, tí dystargongdin fekk eina brádliga vend. uni@sosialurin.fo vodafonedeildin Fyrst tveitti hann seg av fríum vilja, og tveir minuttir seinni framdi hann eitt grovt fríspark. EB/Streymur rann í mótgongd í seinna hálvleiki, tí Alex José dos Santos varð útvístur Víkingur 2 EB/Streymur 2 Santos kostaði dýrt aftur reytt Santos - ein dýrur drongur Mynd: Álvur Haraldsen Kristoffur Jacobsen fekk hol á fyri EB/Streym Mynd: Álvur Haraldsen