mánadagur 19. apríl 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað er fyri nógvum árum síðan stað
fest, at suðuroyarfeløgini noyð ast
at hava útlendingar í hóp inum, um
liðini skulu hava nakran møguleika
at standa seg í bestu deildini. Før
oyskir
fót bólts leikararnir,
sum
skifta til suðuroyar feløgini, og
sum ikki hava tilknýtið til feløgini,
kunnu nærmast teljast á einari
hond.
Í royndini at varðveita sætið í
deildini, hevur leiðslan í FC Suðuroy
gjørt av at hava fýra útlendingar
í
hópinum.
Stanislav
Kuzma,
mál verji úr Slovenia, Mamuka
Toronjadze, miðvallari úr Georgia,
Mustafa Adamu, verjuleikari úr
Ghana, og Obi Ikechukwu Charles,
fram herji úr Nigeria, royna í hesum
døgum at staðfesta sítt navn í før
oyskum fótbólti. Serliga Kuzma og
Charles hava staðið seg væl. Og tað
er sannlíkt, at teir leggjast afturat
rúgvuni av útlendingum, sum
hava skarað framúr í suðuroyar
feløgunum.
Tomislav Sivic, Krzyzstof Pop
czynski,
Milan
Kulic,
Marcin
Dawid, Evrard Blé og Dmitrije Jan
kovic eru millum leikararnar, sum
upprunaliga spældu við FC Suð
uroy – fyrr VB og VB/Sumba.
Í Vági og Sumba duga tey at
finna røttu útlendingarnar.
Obi høvuðsleiklutin
Obi Ikechukwu Charles átti høvuðs
leiklutin í gjár, tá FC Suðuroy vann
á B68. Framherjin stóð fyri tveimum
av málunum hjá uppflytarunum,
sum vunnu 31.
26 ára gamli nigerianin hevur
í fyrstu fýra dystunum prógvað,
at hann kann gerast ein fongur
hjá FC Suðuroy. Kviki framherjin
kann í løtum tykjast eitt sindur
ófantaligur, meðan hann er á
bóltinum. Men hann er beinleiðis í
sínum spæli, soleiðis at hann gagn
nýtir skjótleikan.
Hann økti í leiðsluna miðskeiðis
í seinna hálvleiki. Charles var
einsa mallur við málverjanum, fór
framvið honum og sendi í netið.
Móti endanum staðfesti hann
sigurin, tá hann var leysur av
mótstøðuleikarunum inn í brots
teig inum.
Tað eru eisini greiðar ábendingar
um, at Stanislav Kuzma verður ein
teirra, sum suðuroyingar fara at
minnast í fleiri ár. Tað staðfesti
Bjarni Johansen, formaður, tíðliga
í vetur.
Nú hann hevur vant við fel
agnum í tvær vikur kunnu vit
bara staðfesta, at hetta er ein
framúr góður málverji, segði Bjarni
Johansen við Suðuroyarportalin
hin 12. februar.
Stanislav Kuzma hevur spælt í
bestu deildini í Slovenia í fleiri ár. Í
fjør royndi hann seg í kypriotiskum
fótbólti.
uni@sosialurin.fo
Jón Krosslá Poulsen var
tryggur, tá hann legði FC
Suðuroy á odda móti B68
í gjár. Hann skuldi bara
stýra bóltinum í tóma
málið, tá Obi Ikechukwu
Charles spældi bóltin upp
á tvørs. Tað var hansara
mál nummar 52 fyri
barndómsfelagið. 22 ára
gamli framherjin nærkast
tí alsamt metinum
sum toppskjútti hjá FC
Suðuroy – ella VB og VB/
Sumba, sum felagið eisini
hevur rópt seg. Hann er
fýra mál frá metinum,
sum Jan Allan Muller
eigur.
Jón Krosslá Poulsen
er hin einasti av
teimum seks bestu
málskjúttunum, sum
framvegis spæla á
hægsta stigi.
Hagtøl yvir bestu
málskjúttarnar
hjá FC Suðuroy
(VB/Sumba) nakrantíð:
Jan Allan Muller, 56
Egill Steintórsson, 55
Birgir Jørgensen, 53
Jón Pauli Olsen, 52
Jón Krosslá Poulsen, 52
Pól Thorsteinsson, 50
vodafonedeildin Obi Ikechukwu Charles átti høvuðsleiklutin, tá FC Suðuroy vann uppiborið á toftamonnum
í gjár. Nigerianski framherjin er ein av fleiri útlendingum, sum hava skarað framúr í suðuroyarfelagnum
Útlendingar trívast í Vági
Krosslá
nærkast
metinum
FC Suðuroy
3
B68
1
glóðheitur
Jón Krosslá Poulsen er glóheitur,
og nærkast alsamt metinum
hjá suðuroyingunum.
Mynd: Savnsmynd