mánadagur 19. apríl 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
»Tað er betur at vinna leygardag,
enn at tapa sunnudag,« var orða
ljóðið í smsboðunum, sum vunnu
kappingina í Triðja Hálvleiki á Rás 2
í gjár. Kanska er óneyðugt at siga, at
tað var ein klaksvíkingur, ið hevði
sent inn …
Leygardagin var toppdystur í
1. deild hjá monnum í Klaksvík, tá
KÍ tók ímóti teimum næstbestu
hjá HB. KÍ fekk longu mál í fyrsta
álopinum, og støðan var 50 til
heimaliðið, áðrenn HB fekk pyntað
um úrslitið. HB fekk ein mann
útvístan mitt í fyrra hálvleiki, og
tað viðvirkaði helst til óvæntað
stóra KÍsigurin.
Hetta
við
teimum
reyðu
kort unum var annars nokk so
gjøgnumgangandi fyri dystirnar
leygardagin, tí í fýra av teimum
fimm dystunum blivu spælarar
útvístir.
Undantakið var dysturin hjá 07
Vestur ímóti AB, sum endaði við 21
sigri til heimaliðið, ið tí liggur líka
væl fyri sum KÍ. Tey bæði liðini,
ið kunnu flyta upp, eru oddalið
saman við Víkingi, sum vann 21
á FC Hoyvík, ið klárt er tann av
uppflytingarkandidatunum, ið er
byrjaður ringast við bara einum av
níggju møguligum stigum.
TB liggur mitt á stigatalvuni,
men skuffaði stórliga ímóti upp
flytarunum úr EB/Streymi, sum
síðsta hálva tíman spældu við
einum spælara í minniluta – og
kortini megnaðu javnleik á Sev
mýri! Helst skal TB taka seg mun
andi saman undan dystinum leyg
ar dagin komandi, tá KÍ kemur á
vitjan. Eina ferð taldust hesi bæði
feløgini millum risarnar …
Fimti dysturin leygardagin var
millum teir næstbestu hjá granna
feløgunum, B68 og NSÍ, og hann
endaði eisini við javnleiki.
hilmarjan@sosialurin.fo
1. deild, menn Uppflytingarkandidatarnir, KÍ og 07 Vestur, hava fingið eina flúgvandi byrjan í
1. deild við sjey av níggju møguligum stigum. Eisini teir næstbestu hjá Víkingi standa seg væl
KÍ og 07 Vestur best fyri
meir søga
Fyrstu ferð at besta liðið
hjá KÍ vinnur ein heimadyst
í næstbestu deildini
Mynd: Álvur Haraldsen