Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 30 Sosialurin Ítróttarblaðið Fyrsta tapið í átta dystir Vanløse tapti í gjár á útivølli móti eykaliðnum hjá FCK. Páll Klettskarð og Erling Jacobsen spældu báðir allar 90 minuttirnar, og vóru partur av einum Vanløse-liði, sum bæði hevði bóltin meira enn FCK og teir fleiri kjansir. Páll Klettskarð, sum spældi í álopinum allan dystin, átti kanska tann størsta av hesum, tá hann rakti stongina eftir bara fimm minuttum. Erling Jacobsen byrjaði dystin á vinstra bakki, men varð fluttur fram í vinstru síðu á miðvøllinum, tá tað restaðu 20 minuttir. Sambært honum vóru málini hjá FCK av teimum keðiligu, tí tað fyrra var eftir lítið sannførandi verjuspæl og tað seinna eftir eitt sera bíligt brotsspark. Tapið í gjár er tað fyrsta í langa tíð hjá Vanløse. Seinastu átta dystirnar eru teir nevniliga farnir ósigraðir av vøllinum, men ta góðu gongdina hevur FCK nú broytt. Vanløse liggur eftir hetta umfarið nummar tíggju í deildini. Tróndur Arge – Vit høvdu eina vanliga venjing fríggja morgunin klokkan 11. Síðani skuldu vit, sum vóru í hópinum, møta kl 19 á Stadium og avlevera bil- arnir. Síðani gekk leiðin á Radison Hotel mitt í Manchester, har vit fingu nátturða. Eftir nátturðan høvdu vit ein taktik fund um Man- chester United, teirra spælistíl og hvat fyri slag av spælararum teir hava. Eftir fundin er hvíld á skánni, har summir velja at fáa sær ein bita um 22 tíðina fyri at fylla depotini. Vit hava allir hvør sítt kamar og velja sjálvir nær vit fara í song, sigur 22 ára gamli Gunnar Nielsen. Hetta er fjórðu ferð Gunnar Nielsen situr á bonkinum hjá Manchester City. Fyrstu ferð var í FA Cup dysti á útivølli ímóti Scun thorpe United. Hinar báðar ferðirnar hava verið í Premier League samanhangi. Fyrsti á Turf Moor ímóti Burnley og fyri viku síð ani ímóti Birmingham á City of Man chester Stadium. – Vit blivu vaktir tjúgu minuttir í níggju og fóru so ein gongutúr uppá eitt korter. Klokkan 9.30 var morgunmatur/pre match meal, har vit fingu omelet, pasta, greyt, laks, okkurt kjørt var eisini og nógvar fruktir. Klokkan 10.55 høvdu vit so ein stuttan taktik fund uppá eitt korter, har millum annað liðið varð kunngjørt. Stemningurin var fram- vegis lættur og spælararnir tvætla eisini eitt sindur. Spælararnir fáa at vita hvørjar uppgávur fylgja hvørj- um plássum og so er tað »goodluck boys«, sigur fyrrverandi Blackburn málmaðurin. Manchester City hevur ein sjón- varpsdeild, sum eitt nú kann syrgja fyri, at málmenninir fáa upptøkur av mótstøðuspælarunum, og harvið fáa upplýsingur um hvussu teir skjóta brotsspark og annað. – Klokkan 11.10 fóru vit frá Radison Hotel og við bussi til Stad- ion. Stemningurin er framvegis lætt ur. Bussurin er deildur upp í bás ar, og eg sat saman við Carlos Tevez, Roque Santa Cruz og Ibra- him, ið er ein ungur spælari. Fleiri hava tónleik í oyrunum, með an aðrir práta leysliga saman. Vit blivu koyrdir oman í eina tunnel undir stadion, har vit síðani fara í skift ingar úmið, sigur Gunnar um buss túrin. Veðrið var av tí allar fagrasta undan dystinum, ið byrjaði klokkan 12.45. Oftani eru áskoðararnir frið- ar ligari, tá dysturin er so tíðliga á degnum. Og tað var eisini lívligari stemn ingur undan dystunum til grannauppgerðirnar í Carling Cup hálvfinalunum, tá dystirnir vóru um kvøldið. Men góða veðrið og góðu vónirnar hjá heima viðhalds- fólkinum vigaðu væl upp í móti leyg ar morgunin. – Í skiftirúminum áðrenn dystin gera spælararnir seg klárar. Summir hita upp við at súkla, aðrir fáa mass- asju. Allir hava sínar ritualir og sín hátta at gera seg til reiðar uppá. Eg, Shay Given og málmansvenjarin fóru út at hita upp trý korter áðr- enn dysturin byrjaði. Shay Given hev ur eina fasta upphiting, ið eg og mál mansvenjarin tóku okkum av. Undir upphitingini blivu nøvnini á spælararinum rópt út. Fyri okkum føroyingar var tað fantastiskt at hoyra stadionspeakaran rópa nøvn ini á fyrst United spælarunum sum nærum hava status sum liv- andi legendur: van der Saar, Paul Scholes, Ryan Giggs, Wayne Rooney og so heimaliðið, ið sjálvsagt fekk størstu undirtøkuna: Shay Given, Craig Bellamy, Emmanuel Adebayor og so: Number 37 Gunnar Nielsen! Fantastsikt at hugsa sær til – ein før oyingur millum allar hinar stjørn urnar. Fyri øll hini á stadion vóru tað annars Gary Neville hjá Manchester United og Carlos Tevez hjá Manchester City, ið vóru í brenni deplinum, tí teir á hvør sín hátt øsa viðhaldsfólkini hjá mót- støðu liðnum. – Áðrenn dystin hugsaði eg sjálv- andi um, at hetta var ein stórur dyst ur. Fleiri hava sagt, at hetta er tann størsta grannauppgerðin mill um okkum í fleiri harrans ár. Men tá eg var komin á vøllin til upp hitingina, so hugsaði eg ikki so nógv um tað. Tað er tað sama at bjarga einum skoti líkamikið hvørjum tú spælir ímóti. Tað ljóðar sum ein »kliche«, men tá tú stendur í tí, so hugar tú ikki nógv um tað. Tað er meiri tá tú hevur eina løtu fyri teg sjálvan áðrenn dystin, at tú heldur tað verða spennandi. Móti endanum av upphitingini hava teir framrættaðu spælararnir tað, ið minnir um skot venjing. Í málinum stendur 193cm høgi havna- maðurin, Gunnar Nielsen. Millum skjúttarnir eru, Carlos Tevez, Craig Bellamy, Emmanuel Adebayor og Adam Johnson. – Summir eru skarpir, meðan aðrir hugna sær meir og síggja meiri avslappaðir út. Men tá dysturin byrjar, so eru teir har! Tað er fyri at vengurnir og áleypararnir skulu kunna fínpussa avslutningarnar, sigur Gunnar um skotvenjingina í upp hitingini. City of Manchester Stadium var fult, tá spælararnir komu inn vøllin. Áskoðararnir hildu ein øguligan gang, samstundis sum tað eina løtu regnaði við lítlum pappír pettum um alt stadion, ið áskoðararnir kastaðu upp í loft. Slíkar sjónir eru meiri van ligar á Suðuramerikonskum fót bóltsvøllum. – Tað var spennandi, dysturin var javnur og sum so ikki serliga opin. Tað vóru fáir møguleikar. Man- chester United hevði kanska eina lítla yvirvág, men dysturin kundi koppað báðar vegir. Stemningurin var fantastiskur, men tað hevði eg eisini vantað til ein slíkan dyst., sigur Gunnar um dystin sjálavn. Støðan var 0-0 til 93 minuttir vóru spældir og báðir partar tóktust hava góðtikið støðuna – allir uttan Paul Scholes. Flestu miðlarnir valdu Paul Scholes til besta spælarin á vøllinum. – Tað var tungt. Tað var næstan so, at eg ikki trúði tí. Menn vóru skuffaðir, illir og irriteraðir, og so at hyggja bara nakrar metrar yvir um, har alt er á gosi á Manchester United bonkinum. Tað var ótrúliga ergriligt og keðiligt. Venjarin hjá okkum, Roberto Mancini, plagar at koma inn í skiftirúmið eftir dyst og siga nøkur orð, men hesa ferð var líka við, at hann ikki kom inn. Stemningurin var so deyður og menn vóru so skuffaðir og høvdu ilt at trúgva tí, sigur Gunnar um støðuna eftir Paul Scholes málið. Dagurin gjørdis enn betri fyri Sir Alex Ferguson og Manchester United, tá Tottenham vann á Chelesa í London grannaupgerðini. Man chester United er nú bara eitt stig aftanfyri Chelsea í oddinum í Premier League. Gunnar og Man- chester City hava tvey stig upp til Tottenham á fjórða plássi, sum gev ur rætt til luttøku í Champions League. Spurningurin er um ikki Gunnar Nielsen hevði fingið labban á stút- arin frá Paul Scholes, men vónandi fær hann møguleikan at prógva tað! trondur@sosialurin.fo Number 37 - Gunnar Nielsen! gunnar nielsen Sosialurin fylgdi Gunnari Nielsen, tá hann í vikuskiftinum sat á bonkinum hjá Manchester City í grannauppgerðini ímóti Manchester United. Hvat gera spælararnir áðrenn dyst, hvussu leingi varar ein taktik fundur og hvussu er stemningurin í skiftirúminum eftir at hava tapt týdningarmiklastu grannaupperðina í nógv harrans ár? Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, á Manchester City bonkinum. Mynd: Sharon Latham city málverji