mánadagur 19. apríl 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Flogbannið hevur eisini rakt
sjúkraflutningin úr Føroyum
til serviðgerð uttanlands,
sera meint.
Allan Skaalum, stjóri á
Landssjúkrahúsinum, sigur,
at flogbannið fevnir eisini
um
hernaðarflúgving
og
ambulansuflúgving
og
tí
hevur ikki borið til at fingið
nakran sjúkling uttanlands
í viðgerð síðani flogbannið
varð sett í verk.
- Vit hava spurt okkum
fyri og fingið at vita, at
flogbann merkir flogbann,
eisini fyri sjúkraflutning,
sigur hann
Avleiðingin er, at nú liggja
fleiri føroyskir sjúklingar og
bíða eftir at sleppa uttan-
lands í viðgerð.
Hann vil ikki seta tal á,
men hann leggur afturat, at
hetta er ein øgiliga óheppin
støða at vera í.
Men hann sigur, at talan
er partvís um sjúklingar,
sum skuldu til Danmarkar til
ymsar viðgerðir, sum hevur
verið ásett í eina tíð.
Hinvegin er talan eisini
um sjúklingar, har tað hevur
havt størri ella minni skund
at sleppa av av landinum í
viðgerð.
Talan hevur kortini ikki
verið um tilburðir, har tað
hevur staðið um lív, sigur
Allan Skaalum.
Fylgja væl við
Allan
Skaalum
sigur,
at
fyribils er onki at gera og
Landssjúkráhúsið
tekur
hond um hesar sjúklingar
so væl, sum tilber og higartil
hevur tað gingið væl.
Onkrir
sjúklingar
eru
kortini farnir til Danmarkar
við Norrønu.
- Vit kanna støðuna alla
tíðina og vísir tað seg, at
flogið verður, kanna vit eftir,
sum vit hava sjúklingar, sum
kunnu fáa røttu viðgerðina,
har sum flogið verður til.
Einstakar flogferðir hava
verið til Íslands og Noregs,
men
vit
høvdu
ongan
sjúkling, sum tað var relevant
at senda hagar, sigur stjórin á
Landssjúkrahúsinum.
Hinvegin eru tað so eisini
nógvir sjúklingar, sum eru
strandaðir uttanlands og
ikki sleppa heim eftir lokna
viðgerð, men samanumtikið
er tað kanska ein minni
trupulleiki,
leggur
hann
afturat.
aki@sosialurin.fo
Tískil slapp Atlantsflog ikki
til Danmarkar í morgun við
einum sjúkum barni.
Tað
upplýsir
Sámal
Danielsen, flogovasti hjá
Atlantsflogi.
Hann sigur, at flogbann
merkir flogbann, eisini fyri
sjúkraflutning.
Sum
Allan
Skaalum
sigur, liggja fleiri føroyskir
sjúklingar og bíða eftir
at sleppa uttanlands til
serviðgerð.
Og í morgin komu tey
í teirri støðu, at tey vildu
hava eitt sjúkt barn til
Danmarkar beinanvegin.
- Vit kannaðu málið hjá
loftferðslumyndugleikunu
m, men vit fingu at vit, at
vit fingu ikki loyvið at flyta
sjúklingin til Danmarkar, tí
flogbannið umfatar eisini
sjúkraflutning, sigur Sámal
Danielsen.
Sostatt bar ikki til at fáa
undantaksloyvi til hendan
sjúkraflutningin.
Sjúklingar sleppa ikki
av landinum til viðgerðar
SJÚKRAFLUTNINGUR: Fleiri føroyskir sjúklingar liggja og bíða
eftir at sleppa uttanlands til serviðgerð, men fyribils hevur
talan ikki verið um tilburðir, har tað hevur staðið um lív
Sluppu ikki til
Danmarkar við
sjúkum barni
SJÚKRAFLUTNINGUR: Flogbannið
umfatar eisini sjúkraflutning
Amerikanski verjuovastin, Mike Mullen, heldur, at eitt
hernaðarligt álop á Iran hevði seinkað landsins kjarn-
orkuverkætlan munandi. Hann leggur afturat, at tað er
ikki hansara uppgáva at taka avgerð um eitt møguligt álop,
men sjálvur heldur hann, at tað kann gerast tann seinasti
møguleikin.
Amerikanski
verjumálaráðharrin,
Robert
Gates, hevur júst sent Barack Obama, forseta eitt notat við
uppskotum um, hvørji stig USA eigur at taka í viðurskiftunum
við Iran. Sambært New York Times mælir hann forsetanum
til at endurskoða Iran-politikkin hjá stjórnini, soleiðis at
eingin skal vera í iva um, hvør politikkurin er.
Tá felagið Baugur Group skyldaði teimum stóru íslendsku
bankunum mest, var skuldin oman fyri 5,7 milliardir evrur.
Hetta var stutt fyri árslok í 2007. Tá svaraði upphæddin til 518
milliardir íslendskar krónur. Í dag svarar hon til næstan 1.000
milliardir, skrivar Morgunblaðið. Stutt fyri árslok í 2007 svaraði
skuldin hjá Baugur Group og tess dóttirfeløgum til 11 prosent av
tí samlaða útláninum hjá trimum teimum størstu bankunum
í Íslandi. Tá íslendska fíggjarkervið rapaði, skyldaði Baugur
Group teimum trimum bankunum 4,5 milliardir evrur.
Baugur skyldaði mest
Umhugsa álop á Iran
Hetta er ein øgiliga
óheppin støða at vera í