Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 32 Sosialurin Kjak Í farnu viku skrivaði eg eina almenna áheitan á landins myndugleikar, har gjørt varð vart við, at vit sum land ikki kunnu bjóða okkara borgarum, at einki verður gjørt við vandafullar vegaføringar, samstundis sum nýggj – og ikki eins áleikandi – vegaprojekt verða tikin framum hesi. Her nevndi eg tunlar­ nar norður um fjall, Viða­ reiðisvegin og Leirvíksvegin, sum allir á ymiskan hátt eru fyri hóttan á trygdina. Enntá er ein av hesum vegum, Leirvíksvegurin, í løtuni eisini undir hóttan at verða stongdur av, soleiðis at ein heilur landspartur, sum m.a. hevur stórt út flutn­ ingsvirksemi, missur sína einastu farleið og samband við umheimin. Henda almenna áheitan mín er ikki fallin í góða jørð hjá landsstýriskvinnuni í inn lendis málum, sum í svari kallar áheitan mína fyri ein av fleiri ynskilistum hjá ymsum borgarstjórum kring landið og á tann hátt lítis virðir tey álvarsligu viðurskifti, sum liggja til grund fyri áheitanini. Leggur mær orð í munnin Hvat aðrir borgarstjórar ynskja, havi eg onga ávirkan á, men eg má viðganga, at eg gjørdist ikki sørt bilsin av orðalagnum í hesari greinini hjá landsstýriskvinnuni, har hon líkasum koyrir allar borgarstjórar í ein sekk. Eisini leggur hon mær tey orð í munnin, at eingin annar vegur skal gerast áðrenn Viðareiðisvegurin, Leirvíksvegurin og tunlarnir norður um fjall. Hetta er skeiv endurgeving, tí mín boðskapur var og er, at hótt vegarstrekki mugu ikki bíða, meðan nýggj og minni hóttandi vegaprojekt verða tikin framum – men sjálvandi veldst um, hvussu lisið verður. Tað má sigast at vera ópro ­ fessionelt av einum lands­ stýrisfólki, sum skal hava alt landið í huga, at tulka tað sum ágang á høvuðs staðin, tá ið vit, sum umboðað ein lands part, gera vart við nakr­ ar áleikandi tørvir. Latið okkum varðveita fokus á málið, sum er, at tað eru nakrir vegir kring landið alt, sum eru ein daglig hóttan ímóti virkseminum og trygdini hjá borgarum landsins, og tríggir av hesum vegum eru Viðareiðisvegurin, Leirvíksvegurin og tunlarnir norður um fjall. Longri er henda søgan ikki, og tann støðan er fram­ haldandi ikki broytt. Leirvíksvegurin og Viðareiðis­ vegurin eru sanniliga meira enn »ynskilistar« Eg eri rættiliga bilsin av svari í fjølmiðlunum frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, til áheitan mína til landsins myndugleikar um at raðfesta hóttar vegaføringar fram um nýggj og minni áleikandi vegaprojekt Gunvá við Keldu Borgarstjóri SERKRØV TIL FØROYING AR: Serlig krøv skulu set ast før oy skum miðnáms næm ­ ingum viðvíkjandi kunn­ leika í don skum máli!? Somu krøv verða ikki sett øðrum norður lend­ ingum!?! MYNDUGLEIKARNIR: Hvørjir føroyskir myndug­ leikar eru so undirbrotligir, at teir góðtaka slíkan himin rópandi mannamun? Er talan um at spæla hjá landaveldi, ella hvat er hetta fyri nakað? Vit tosa altso um føroy­ ing ar, sum duga so væl dan skt/sum hava so nógv danskt rundan um seg í ger andis degnum, at teir málsliga hugsa á donskum, onkur droymir á donskum, summi børn spæla á donsk­ um!! Á Borg á Argjum um summ­ armála, einmánasól/vársól 2010 Við mótmælismálkvøðu Meira DANSKT í Føroya skúla anno 2010!?! Eyðun á Borg Man tror, det er løgn! Hvem regeres vi af? Í Morgunsendingini hós­ dagin 8. apríl var samrøða við Bill Justinusen, sum eg rokni við var boðsendur at umboða kristindómin í Føroyum. Talan var um stilluviku, og um tað er rætt at hava almennan dans fram til páskamorgun. Sjálvur haldi eg, at tað er ikki tann stóra vanlukkan um dansistøð eru afturlatin jólaaftan, páskaaftan og hvítusunnuaftan, so at man ikki órógvar hvønn annan hesar nætur. Vit hava júst hoyrt um, at fólk hava klagað ein hana, tí hann hevur vakt tey ov tíðliga. At keypmenn og matstovueigarar útnytta sítt starvsfolk fyri at tjena pening eina slíka nátt, ung­ fólk, sum helst kundu ynskt sær frið hesar dagar, er ikki rætt. Men tá ið Bill Justinusen sigur, at tað er í lagi, at religiøsar samkomur hava dans, levind og gang til hin ljósa morgun slíkar nætur, og at tað er nakað heilt annað, tí hetta dámar honum, má eg siga, at eg havi ikki hoyrt so láturligt. Er tað ikki líkamikið, hvør tað er, sum skapar ófrið á náttartíð? Er larmurin á Fjarðafestivalinum óskyld igari enn larmurin á G­festivalinum? Álvaratos, journalistar, tá ið slík mál eru aktuell, roynið so at finna fólk, sum koma við skilagóðum grundgevingum Tað, sum varð sagt í morgun­ send ingini, ger bara kristin­ dómin til láturs. Ein órógvan og onnur John S. Myllhamar Eitt duga blað- og loftmiðlafólk væl, tá ið eym mál eru frammi, tað er at finna sær onkran, sum kann úttala seg láturvert um sakina, so at fólk skulu sita eftir við teirri fatan, at hesi umboða fjøldina av borgarunum Mín boðskapur var og er, at hótt vegarstrekki mugu ikki bíða