mánadagur 19. apríl 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
Sosialurin
Løgtingtingslógin (nr. 103)
varð samtykt av einum samd
um løgtingi – 290 atkvøður.
Men hvussu leingi var
Adam í paradísinum? Einans
3 ár gingu við nýggjari
stýrisskipanarlóg, so vildi
loysingarlandsstýrið
1998
hava eina heilt aðra lóg, og
hon skuldi eita: grundlóg.
Men í roynd og veru hava
føroyingar ongantíð biðið
um eina aðra grundlóg. Keine
Hexerei, nur Behandigkeit:
lógin skal sjálvandi eita
stýrisskipanarlóg
og
ikki
grundlóg. Ein lokkudorg.
Løgtingið/landsstýrið
19982002
vóru
skjótt
virk andi. Longu 1999 gav
lands stýrið út Hvítabók, í
2000 propagandaritið Frá
heimastýri
til
fullveldi,
og í 2002 kom Hátíðarrit
Føroya Løgting 150, útgevari
løgtingið. Satt bókaforløg
fíggjað við skattaborgaranna
peningi,
má
sigast.
Um
somu tíð byrjaði tað kostn
aðarmikla arbeiðið við eini
nýggjari
grundlóg
alias
nýggjari stýrisskipanarlóg.
Millum manna verður sagt,
at grundlógarnevndin alias
stýrisskipanarnevndin hevur
kostað
nógvar
milliónir,
men hvussu nógv – um
nakað? – løgtingið hevur
játtað til hetta arbeiðið og
bókaforlags
virkdsemið,
hevur skattaborgarin ikki
fingið at vita.
Í hátíðarritinum LØG
TINGIÐ 150 er greitt frá, hvat
broytingin av stýrisskipanini
við tí nýggju lógini ólav
søkudag 1995, innibar. Á
síðu 377 er tilskilað, at
”broytingarnar vóru ætlaðar
at styrkja um formansskapin
í
Løgtinginum
og
at
hevja formannin upp um
vanliga
politiska
stríðið.”
Í fjølmiðlunum frætta vit
nú, at ein meiriluti av for
mansskapinum í Løg ting
inum hevur lagt á tingborð
eitt nýtt uppskot um eina
stýrisskipan
–
hetta
er
um rødda
grundlóg
alias
stýrisskipan – hóast lands
stýrið t.v.s. løgmaður hevur
noktað
at
uppskotið
í
verandi líki verður avgreitt
sum
logaruppskot
fyrst
hjá
løgtinginum
og
so
til
fólkaatkvøðu.
Fleiri
løgfrøðingar hava frárátt, at
hetta uppskotið um nýggja
stýrisskipanarlóg í verandi
líki
fær
løgtingsviðgerð.
Vit hava, sum longu sagt,
eina spildurnýggja stýris
skipanarlóg;
man
nakað
vera galið við henni? Tað var
jú eitt samt løgting, ið segði,
at hon skuldi koma í gildi
ólavsøkudag 1995.
Vit kunnu ímynda okkum
skilið umborð á skipi á
víðum havi, um reiðarin
ella nevndarformaðurin tók
ræðið av skiparanum. Tað er
nærliggjandi at spyrja, um
formansskapurin við hes
um hevur framt brot móti
andanum í okkara nýggju
stýrisskipanarlóg?
Og
kann ein meiriluti á Føroya
løgtingi goðtaka tílíkt? Hvat
verður so tað næsta?
Hendan avger hjá løg
tings formanninum má hald
ast at vera so óvanlig og
fremman parlamentarisma,
at neyðugt er at fara aftur í
tíðina, um sammeting skal
kunna gerast við søguligum
stýrisskipanarbroytingum í
øðrum londum.
Sum kunnugt var álopið á
Bastilljuna í París 14. juli
1789 byrjanin til ta fronsku
kollveltingina.
Tað
vóru
serliga krefir í tí gamla
Jakobinarklubbanum,
ið
gjørdu vart við seg. Koll
veltingin kravdi eina nýggja
stýrisskipanarlóg. Og tað var
ikki við mýkindum. Kongurin,
Ludvík 16. og drottningin
vórðu fyrst stongd inni, og í
1793 varð hann hálshøgdur
(guillotineraður) og nakað
seinni sama árið varð tann 38
ára gamla, vakra og lívsglaða
Maria Antoinette løgd undir
guillotinuna.
Tíðarskeiðið
17921795
verður
kallað
”National
kon ventið og Ræðsluharra
dømið.”
V æ l f e r ð a r n e v n d i n
og
ræðslu ráðið
virkaðu
undir hátrýsti, og sum frá
leið ruku høvdini av eis
ini hjá teimum leiðandi
kollveldtingarfólkunum.
Stefan Zweig (18811942) vil
vera við, at politikararnir
Roberspierre, Desmoulins og
Saint Just vóru ”revolu tion
ens ædleste og intelligenteste
mænd.” Teir og nógv onnur
vórðu hálshøgd á Place de la
Concord í París í 1794; sama
árið hvarv ræðsluharradømið
og Jakobinarklubburin.
Í kollveltingini kom ein
23 ára gamal heryvirmaður
á pallin. Tað var Napoleon
Bonaparte av oynni Korsika.
Hansara ótrúliga karriera
bergtók fólk um allan heim.
Hann hersetti fleiri lond í
Europa og Norðurafrika, og
lat seg 1804 krúna til keisara
í Notre Dame í París.
Ævintýrið fekk ein enda
í 1814. Ongland avbyrgdi
Napoleon á oyddni Sankt
Helen í 1815, har hann doyði
5.5.1821.
Ludvig 18. skrivaði undir
eina nýggja stýrisskipanarlóg
4. juni 1814 og gjørdist hann
kongur í Frankaríki.
Tá ið borgarakríggið í Russ
landi brast á 1917, varð
kollveltingin stýrd av Lenin.
Hann hevði kollveltingina
í Frankaríki sum fyrimynd
m.a.
við
at
myrða
alt
zarhúsið. Eisini hann virkaði
fyri nýggjari stýrisskipan.
Nú vita vit, at tað, sum kom
burturt
úr
kollveltingini,
gjørdist ein vanlukka fyri
tað russiska fólkið. Í 70 ár
lótu ótaldar milliónir av
russum lív í fangalegum og
tvingsilsarbeiði. Undir somu
syndarligu umstøðum livdi
fólkið í Eystureuropa í 45 ár.
Stýrisskipanin hjá Lenin og
Stalin skramblaði saman sum
korthús 1990. Russland fekk
eina nýggja stýrisskipanarlóg
1993 og óivað øll londini í
Eystureuropa eisini.
Tá
ið
kommunisman
rap aði í Russlandi segði
Gorbatjov, at allar skúla
bøk ur og søgubøkur í heim
sins størsta samveldi máttu
skrivast av nýggjum. Indok
trin eringin
skuldi
halda
uppat beinanvegin. Hetta
var ein liður í hansara peris
trojska og glasnost.
Propagandaritið og bøk
ur nar – Frá heimastýri til
full veldi, Hvítabók og Løg
tingið 150 – sum lands stýrið/
løgtingið gav út í 1999/2002
eru
ikki
skikkaðar
til
skúlabrúks. Nógv av tí, sum
har er skrivað, er ósatt ella
villleiðandi.
Eitt dømi av fleiri:
Í
bókini
Løgtingið
150,
bind 1, síða 62 er tilskilað:
”Í
tíðarskeiðinum
frá
1806 og fram til 1816 røkti
føroyingurin
og
løg frøð
ing urin
Hammers haimb
løg mansaembætið.”
Og
á
síðu 367, 2 bind, er tilskilað,
at
”Hammershaimb
var
føroyingur.”
Í tí lítlu bókini V. U.
Hammer haim.
Lívssøga
og virki hans, sum Edward
Mortansson gav út í 1916, er
tilskilað á síðu 6: ”Vencelaus
Ulricus
Hammershaimb
føddist 25. mars 1819. Fyrsti
maður,
ið
fekk
navnið
Hammershaimb,
var
ein
Georg Smendein, sum búði
suðuri í Schlesien. Hann varð
1642 gjørdur til bøhmiskan
aðalsmann og fekk navnið
von Hammershaimb. Son
ur
hansara,
Vencelaus
Franciscus, flutti til Ham
borg og haðani seinni til
Keypmannahavn.
Einans
barnið
hansara,
Jørgen
Frands Hammershaimb, var
skrivari hjá geheimeraad Carl
von Gabel. Her er tað fyrstu
ferð, ein Hammershaimb ber
við nakað føroyskt: tí Gabel
var lensharri yvir Føroyum.
Ein
av
hansara
synum,
Vencelaus Hammershaimb,
bleiv fúti eftir pápan í 1765.
Sonur hansara var Jørgen
Hammershaimb,
faðir
Vencelaus Ulricus, og hann
var, sum nevnt, seinasti
løgmaður í Føroyum.”
Eftir
hesum
var
løg
mað urin 18061816 ikki før
oyingur. At skriva søgu og
politiska propaganda í sama
andadrátti er hættisligt fyri
mannasálina.
Moralurin:
Stýrisskipan kann ikki út
vegast og brúkast sum ein
onnur eingangsblæa; og vit
føroyingar hava alla orsøk
til at ræðast tær destruktivu
kreftirnar, sum leika í úti og
heima.
Nýggj stýrisskipanarlóg
Heri Mohr
Tann 1. apríl 1993 setti landsstýrið eina nevnd, sum skuldi gera uppskot til eina nýggja stýrisskipanarlóg.
Longu 22. desember sama árið varð nevndin liðug við sítt arbeiði, og 26. juli 1994 samtykti løgtingið
ta nýggju lógina, sum kom í gildi ólavsøkudag 1995. Tað tók so statt nevndini knappar 9 mánaðar
at gera lógaruppskotið, og løgtinginum knappar 7 mánaðar at avgreiða lógarmálið
Vit kunnu ímynda okkum
skilið umborð á skipi á
víðum havi, um reiðarin
ella nevndarformaðurin
tók ræðið av skiparanum
Propagandaritið og bøk
ur nar – Frá heimastýri
til full veldi, Hvítabók og
Løg tingið 150 eru ikki
skikkaðar til skúlabrúks.
Nógv av tí, sum har er
skrivað, er ósatt ella
villleiðandi
Vit hava, sum longu
sagt, eina spildurnýggja
stýris skipanarlóg; man
nakað vera galið við
henni?