mánadagur 19. apríl 2010síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70
46
Sosialurin
Bilar
McLaren í
kapping við
Ferrari
Kapping McLaren fara nú í beinleiðis kapping við
Ferrari við nýggja supersportbilinum MP4-12C við
600 hestakreftrum og Formel 1 teknologi
Tað sær út til at supersportbilar
við stórum motorum eru væl
umtóktir í hesum tíðum, hóast
tær
flestu
bilverksmiðjurnar
leggja
um
til
reinar
og
orkusparandi bilar.
Ein av hesum nýggju super
sport bilunum
er
McLaren
MP412C, sum sær út til at fara
í beinleiðis kapping við Ferrari.
McLaren MP412C hevur 3.8 litra
V8motor við dupultari turbo og
600 hk. Bilurin hevur bremsur,
elektro nik,
motorstýring
og
7trins girkassa sum í Formel 1
bilum.
McLaren hevur í mong ár gjørt
super sportbilin McLaren F1, men
tað hevur verið í minni nøgdum.
Nú hava teir bygt eina nýggja
verksmiðju til framleiðslu av
hesum bilinum. Ætlanin er at
framleiða 1.000 bilar næsta ár og
síðan 4.000 um árið.
McLaren Automotive er ein bil
verksmiðja í Onglandi, sum fram
leiðir supersportbilar við Formel
1 teknologi. Verksmiðjan, sum
varð stovnað í 1989, samstarvar
við McLaren Racing Limited í
Formel 1. McLaren hava vunnið
165 Formel 1 kappkoyringar av
teimum 665, teir hava luttikið í
og vunnið 12 heimsmeistaraskap
við kendum kappkoyrarum sum
Alain Prost, Ayrton Senna, Mika
Häkkinen, Lewis Hamilton og
Jenson Button, sum vann í Mel
bourne 28. mars í ár.
McLaren Racing Limited varð
stovnað í 1963 av nýsælendska
kapp koy r aranum Bruce McLaren,
sum doyði í eini vanlukku í 1970,
32 ára gamal.
Magnus Magnusson
maggi@sosialurin.fo