Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-19, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. apríl 2010síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 Mánadagur 19. apríl 2010 · Nr. 70 Sosialurin flytir seg ígjøgnum 10 originalar sangir, sum skifta millum tað stilla og innar liga, og tað meir útfarandi og tempofylta. Í Føroyum hevur fløgan fingið góð ummæli og er spæld nógv í útvarpinum. Serliga hava ummælarar róst bólkinum fyri teirra autentiska úttrykk. Klaus Rydahl, mentanar jour­ nal istur á donsku út varps rásini P1, var komin á Jolene fyri at gera eitt innslag hetta kvøldið til send ingina »Kulturnyt«. Rydahl segði m.a., at tað, hann helt vera spennandi við bólkinum var, at tað tóktist, sum The Reverends hevði valt ikki at taka arvin eftir country upp, og so føra hann víðari, sum ein ofta sær í teim moder naðu countrybólkunum, har genran aloftast verður førd víðari út í alternativan country, har hon verður blandað við t. d. punk, rock, fólkatónleiki osfr. Ry dahl helt harafturímóti, at tað var spennandi at síggja ein bólk, ið nærum tóktist at halda seg til reindyrkaðu country kliché ina, bæði í løgum og orðum. Har um framt helt hann tað vera sera spennandi, at føroyingar valdu at spæla country. Hann setti síðan spurningin, hvat tað er fyri ein styrki, ið liggur í country­ tónleikinum og hvat er tað við honum, ið dregur? Hvat er tað hetta slagið av tónleiki er ført fyri? Tí er samband ímillum Føroyar, ið ofta st verður sett í samband við fisk og illfýsið veður, tunnellir og blokk stuðul og so amerikanskan country? The Reverends hava verið í Før o­ y um og spælt fleiri konsertir, og her kom fløgan út longu í sep tem ber. Men nú halda teir, at tíðin er komin til at fevna breiðri, og av álvara satsa upp á ú t heim in. Ætlanin við hesi altjóða út gávu gildinum er tí sambært Niclasi Torsteinssyni, sangara í The Reverends, at fáa fløguna og navn ið hjá bólkinum út í Danmark og í rest ini av heiminum. ­ Við at hava tiltakið á Jolene vænta vit eina aðra áhoyrarafjøld enn hana, vit vanliga hava, og á henda hátt røkka vit breiðri sigur Niklas. ­ Jolene er eitt kent stað, har nógv ymisk folk vitja. Nógvir føroyingar hava spælt her fyrr, og staðið var tí upplagt. Ikki minst er stað ið industrielt, undirgrund og cool, og hóskar tí væl til okkara tónleik og til okkara stíl. Allir lim in ir í bólkinum eru føddir og upp vaksnir í Føroyum, men eru búsitandi í Keypmanahavn og Svø ríki. Skiftið frá Føroyum til stór býin avspeglast í tónleikinum, við at countrytónleikurin verð­ u r blandaður við tí urbana, við pørtum av bluegrass og south ern­ rokki. Sjálvir kalla teir tónleikin norðurlendskan americana. Niklas greiður frá, at hann ikki sær hesa altjóða útgávu sum eitt beinleiðis gjøgnumbrot. – Eg síggi hetta heldur sum byrjanina á eina longri ferð, har vit fara at geva fleiri fløgur út, peila av, kanna, hvar vit eru á veg. Hetta er tað, eg syngi í sanginum You gotta go, har eg m.a. sigi: Hey you just keep on going/Cause you never can go back, sigur Niklas og sær øgiliga álvasamur út… eina løtu. Tekstirnir á fløguni, ið flestir eru skrivaðir av Niklasi, sum fleiri ferðir hevur verið í USA, har kær­ leikin til country tónleikin byrjaði at spenna vítt. Tað sama er galdandi fyri løgini á fløguni, ið tí fyri mong kann tykjast eitt sindur spjødd. Ikki tí, hetta er eisini ein styrki, tí tað hevur við sær, at ein sum lurtari alla tíðina er noyddur at fyrihalda seg til tónleikin, tí hann er so skiftandi. Fløgan sum heild gerst tí ikki ein monoton uppliving, men heldur ein mynd av ymiskum tempo og stemn ingum og kenslum, sum eisini kemur til sjóndar í tí lyriska parti num av fløguni. Tekstinir, ið eru sera væl skriv­ aðir og áhugaverdir, snúgva seg um alt frá kvinnum, til hjartasorg, drukk túrum til meira djúpar ferð ir inn í menniskjaligu sálina. Evni sum nútímans menniskja og gerandisdagurin, og tað at slep pa leysur av fortíðini eru eisini at finna á fløguni. Lagið, You gotta go, leggur tí upp til, at ein er noyddur at halda á fram, tí fortíðin er farin og kann ikki broyta st. Tað sama er galdandi fyri lagið Walking backwards, ið snýr seg um at halda fast í einum ólukku ligum forelskilsi í fortíðini. Munurin millum stórbýin og tað lítla landið, larmurin frá býnum og náttúran avspeglast eisini í tekstu­ num. Sum sipað verður til í tíð inda­ skrivinum hjá bólkinum, fer ein ofta at hugsa um beat­ættarliðið, og høvundan Jack Kerouac. Ser­ liga í mun til teir tekstir, ið snúgva seg um at vera á veg. Ikki bert í mun til tí fysisku ferðina frá bygd til bý, men ikki minst í mun til tí spirituellu ferðina og vitanina um, at vit øll skulu her frá ein dag, og at ein tí eigur at fevna lívið og liva, meðan ein er livandi. Tað verður við ørðum orðum lagt upp til at finna gleðina í núinum og dirvi til at hyggja og flyta seg fram eftir í lívi num, og ikki vera bangin fyri at tora at velja. Hetta kvøldið, spældi bólkurin sjey løg. Løgini teir høvdu valt at spæla vístu bæði á, hvat fløgan hev­ ur at bjóða, men eisini, hvat hvør einstakur limur í bólkinum meg n ar. Allir liminir fingu pláss at út­ folda seg, og hetta var gjørt á ein undirhaldandi hátt við eksperi ­ menterandi guitarsoloum, passag­ um, har sangarin vísti sítt stóra virði, og ikki minst kór egin leikar­ arnar hjá Janusi og Jens, sum skapti stóra frøi millum áhoyr ararnar og ikki minst hjá tón leikarunum. Repetoarið var væl samansett av stillum og meir skjótum løgum, har teir komu allan vegin runt. Fimm av løgunum, teir spældu hetta kvøldið, vóru av fløguni. Harafturat spældu teir eitt coverlag av W.K. Duff, The path familiar og eitt gamalt Mold lag, I don´t know what´s going on, sum altíð er ein succes við sínum fang a ndi lagi og stuttliga teksti. Eftir konsertina segði barr­ vørðurin og altmuligmaðurin á Jolene, íslendingurin Gunni, at hetta hevði verið ein góð upp living, og at hann vónaði, at country­ tónleikur fór at vera meir at hoyra á Jolene í framtíðini. Tá eg bað hann lýsa konsertina við trimum orðum segði hann: kær leiki, relaxed og samhoyring. ­ Og ja, hetta vóru væl vald orð til at lýsa eitt kvøld, har tón leik urin og The Reverends megn aðu at vísa, hvat country er ført fyri at prædika uttan at vera leið bein andi. post@sosialurin.fo Myndir: Bjarni Lamhauge otta go!«