mikudagur 21. apríl 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71
6
Sosialurin
Rigmor Dam
Heilt erligt – fá tær bara ein
ríkan mann.. ella ein sjó
mann.
Hendan setningin hava
tær báðar, Inger Olsen og
Beinta Lundsbjerg, sum báðar
eru stakir uppihaldarar, ofta
fingið slongjandi í høvdið,
tá tær hava kært seg um
penganeyð.
Tí í Føroyum tosar man
ikki um pengar. Og slett
ikki um egnar pengar – ella
mangul upp á pengar.
Man kann jú bara lata vera
við at vera einsamøll, tykist
hugburðurin at vera. Tað
hava tær báðar kvinnurnar
mangan kent á sær, tá harð
ast hevur leikað á.
– Halda tey, at man bara
skal fáa sær ein mann, tí hann
eigur pengar? Nei, eg vil hava
ein mann, sum eg elski, sigur
Inger, sum er einsamøll við
6 ára gomlu dóttrini, eftir at
hon og fyrrverandi maðurin
fóru hvør til sítt fyri nøkrum
árum síðani. Seinastu tvey
árini hava hon og dóttirin
búð fimm ymsa staðni í
Eysturoynni, tí tað er
so dýrt at leiga. Nú
hava tær funnið eina
íbúð fyri 3000 krónur
umframt el og hita,
og lægri verður ein
húsaleiga valla í
Føroyum í dag.
Dýrt at
skiljast
Men hví
h ava
Inger
og
Beinta
ongar
pengar?
Tvær
sterkar,
útbúnar kvinnur í bestu
árum
við
almennum
fulltíðarstørvum og eyka
størvum, tá tey eru tøk.
– Tað er jú bara ein inntøka
til alt. So tað sigur seg sjálvt,
at korini eru trong. Ein stakur
uppihaldari skal rinda fullan
prís fyri alt, sum onnur eru
tvey um at gjalda. So sum
telefon,
leigu,
tryggingar,
kringvarp, dagstovn, sev og
olju. Og børnini skulu eisini
hava sítt, forklárar 30 ára
gamla Beinta, sum, eins og
vinkonan Inger, hevur nøkur
smærri lán at dragast við í
sambandi við skilnaðin.
Tær vísa í hesum sam
bandi á, at hjá næstan øll um
er tað rættiliga kostn aðar
mikið at skiljast, tí partarnir
mugu keypa hvønn annan
út ella selja hús og bil við
missi.
Ikki pengar til mat
Hon hevur 1500 krónur
eftir til mat, klæðir og frítíð,
tá føstu útreiðslurnar eru
goldnar. Skrivstovukvinnan
Beinta. Og vinkonan Inger,
sum
er
fólkaskúlalærari,
hev ur millum 23.000 krónur
eftir.
– Øll orkan fer til at
spekulera upp á, hvussu
eg fái pengarnar at røkka.
Hvørt einasta oyra fer til
mat, og har er ikki ein króna
til nakað sum helst annað.
Hetta lívið er sum at ganga á
nálum, forklárar Beinta.
– Eg verið so himmalska
fegin, tá eg finni eina 20
krónu í botninum
á taskuni ella í
einum lumma. So meti eg, um
hon skal fara til breyð ella
mjólk. Rokni út, hvat heldur
longst og kostar minst. Eisini
so sonurin kann fáa ein
hampiligan matpakka við í
barnagarðin, sigur hon.
Tær báðar uppliva meiri
enn so, at peningur er ikki til
mat. Tí takka tær eisini Gudi
fyri, at familja og vinir traðka
til, bæði peningaliga, men
eisini á annan hátt, so tað
heila ikki verður so tungt.
Tí tað er so hundadýrt at
liva í Føroyum. Tað eru tær
samdar um. Serliga fyrst í
mánaðinum,
tá
pengar enn eru á kontuni
og alt manglar har heima,
so sum vesipappír, sjampoo,
tannkrem,
kryddarí
og
matpakkapappír. Tá alt er
fylt upp aftur, er lønin uppi.
– Man kemur ikki undir
300 krónur fyri eitt innkeyp,
sigur Inger, sum ikki hevur
keypt sær eitt nýtt plagg í
meiri enn tvey ár. Men hon
dugir at síggja væl út, tí
hon hevur lært seg at vera
kreativa. Okkurt fær hon frá
familjuni og annað verður
lænt frá góðum vinkonum.
Kunnu ikki luttaka
Men eitt er, at tær fáa ikki
pengarnar at røkka til tað
dag liga, og at øll orkan
fer til at finna loysnir.
Eitt annað, sum tær
báð ar dragast við, eru sosialu
avleiðingarnar av at liva í tí,
sum vit kundu rópt »lut
fallsligum fátækradømi«.
Hetta merkir, at tað í
stór an mun er ógjørligt
at lut taka í tí, sum onnur
halda vera natúrligt. Og vit
biðja tær koma við nøkrum
dømum um ymiskt, sum
tær ikki hava ráð til vegna
peningatrot.
Inger greiðir soleiðis frá:
– So siga vinkonurnar
»Skulu vit ikki fara ein
hugna ligan túr til Suðuroyar
um vikuskiftið..«, og man
situr bara har og hugsar:
Hvussu skal eg nakrantíð fáa
ráð til ein sovorðnan túr?
Og tær suplera hvørja
aðra, meðan tær reksa upp
dømini, so vit kunnu fáa ein
Dagurin er bj
um eg finni ei
Livikor Hóast Beinta og Inger, sum báðar eru stakir uppihaldarar, arbeiða fulla tíð,
kemur tað meiri enn so fyri, at tær hava ikki ráð til mat. Hjá tí almenna er ongin hjálp
at heinta, so tær liva av olmussum og takka Gudi fyri eitt gott netverk.
1500
KRÓNUR
eftir um mánaðin til mat, klæði og frítíð,
tá føstu útreiðslurnar eru goldnar.