Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 Sosialurin hóming av støðuni: Hví fara til frisør, tá man kann klippa fruntin sjálv, ella bara lata frisørin »snøgga« sær hárið hvørja ferð, fyri at sleppa bíligari? Hví keyp nýtt, tá til ber at keypa klæðir í Blákross – ikki fyri stuttleika, men av neyð? Ella bara fara inn á dansistøð, har inngongdin er ókeypis, og so at nippa til somu sodavatnina alla nátt­ ina.. og ongantíð at kunna luttaka í einum shoppingtúri, og so slett ikki, um leiðin fer av landinum. Ella altíð at noyðast at keypa tað bíligasta til heimið, sum tí ongan stíl hevur.. ja, dømini eru mong. – Eg og sonurin hava ong­ an tíð ferðast saman. Tað kundi eg hugsað mær at roynt, tí vit hava øll gott av at koma burtur frá tí heila viðhvørt, sigur Beinta, meðan hon suffar: – So vit verða bara verandi her í Føroyum. Sálarliga tyngjandi Sálarliga hevur tað eisini av­ leiðingar, at liva á so bíliga í Føroyum, her fólk vanliga látast at hava ráð til alt. – Tað kennist slítandi og strævið og órættvíst og irriterandi altíð at vera í trongum skóm fíggjarliga. Og tað er eyðmýkjandi ikki at kunna klára seg sjálva sum 36 ára gomul, sigur Inger, sum eisini er farin at óttast støðuna á arbeiðs­ marknaðinum, nú nógv ar sparingar eru frá boðaðar innan skúla verkið. Av tí, at hon ikki er í føstum starvi, ber hon ótta fyri at missa starvið sum lærari. Hetta er eisini ein tyngjandi oman á fíggjarligu trongstøðuna. – Tey, sum hava tvær inn tøkur siga ofta: Vit hava heldur ongar pengar. Men hvat skal eg brúka tað til, tí tey hava ofta dupult so nógv sum eg, sigur hon eitt sindur firtin. Og tær tosa um skommina og skuldarkenslurnar mót­ vegis børnunum, at tað ong­ antíð eru pengar til nak að, og at alt tað, sum børnini fáa av leikum, klæðum og stuttligum upplivingum ofta kemur frá øðrum. – Tað er so sárt at tosa um, tí tað ringasta hjá einum foreldri er, ikki at megna at syrgja fyri barninum. Men tað kann eg ikki altíð, og tí verið eg so kedd innií, sigur Beinta. Og tær nevna sálarliga trýstið av at vera einsamøll við allari ábyrgdini. – Tá man er tvey, er man eisini saman um alt tað trupla, og kann tosa saman um tað. Men tosar tú við onnur enn tey nærmastu, ert tú bara eitt grenj, sigur Beinta. Niðrandi móttøka Tær báðar kvinnurnar hava verið í sambandi við myndugleikarnar, tá tær brádl iga stóðu einsamallar við forsyrgjaraskyldu. Men tær hava ikki rætt til nakra hjálp, hvørki til bústað, ferðing ella barnaansing, tí tær forvinna fulla løn sjálv­ ar. – Tá eg varð skild, stóð eg á berum. Tá kravdi Al manna­ stovan, at skuldi eg gera mær nakra vón um hjálp, mátti eg ikki hava bil, men taka bussin. Men so hevði eg ikki sloppið til arbeiðis, sigur Beinta. Hetta var ikki minst galdandi fyri Inger, sum búði í Fuglafirði og arbeiddi á Toftum. – Busssambandið í Eystur­ oynni er soleiðis, at tað passar ikki millum bygdirnar, til dømis at avlevera barn á dagstovni, at fara til arbeiðis, at keypa inn, aftur og fram hvønn dag, sigur Inger. Men tað er serliga tos ingar­ lagið hjá starvs fólkunum í almannaverkinum, sum tær báðar fýlast á. Hesin niðrandi tónin fekk tær eisini at geva upp á hálvari leið, tí kenslan av at koma undir umsiting, ella at verða ómynduggjørdar var so lemjandi. – Eg varð viðfarin sum ein brotsmaður. Um eg skuldi gera mær nakra vón um hjálp, kravdi sosialráðgevin millum annað at síggja allar kvittanir fyri mat fyri ein heilan mánað. Gudvitið, hvat hevði hent, um tað stóð ein pakki av Haribo á? hugleiðir Beinta, sum tó ikki kundi fáa hjálp, tí hon hevur bil! – Tað kendist sum, at tey eru sett í starv fyri at geva okk um, sum eru komin í eina trongstøðu, sum minst. Tey eru í øllum førum ikki til fyri brúkaran og áttu at farið á samskiftisskeið, sigur hon. Inger hevði somu upp liv­ ing, tá hon stóð á berum og flutti inn í eitt 9 fermetrar stórt kamar heima hjá for­ eldrunum. – Tá vóru boðini, at um eg fann okkum eina íbúð, so setti eg meg sjálva í eina verri fíggjar liga støðu, og tí kundu tey ikki hjálpa. So tey mæltu mær í roynd og veru til at vera búgvandi heima hjá foreldrunum við barninum, sigur Inger, sum kortini valdi at flyta í eina íbúð, og tískil ikki kundi fáa hjálp. Hendan støða hevur gjørt, at Beinta og Inger í dag eru fullkomiliga bundnar av hjálp frá familju og vinfólki. – Vóru foreldrini ikki har, hevði eg búð í einum tjaldi, fortelur Inger. Báðar tvær leggja dent á, at børnini mangla onki sum so, tí ommur og abbar og onnur forkela tey viðhvørt. Men sjálvar hava tær ikki ráð til nakað útyvir mat. Freistandi at flyta At tær ikki eru farnar av land­ inum fyri langari tíð síðani, kemst helst av, at tær hava góð netverk og samstarva væl við fyrrverandi menn­ inar, sum hava børnini aðru­ hvørja viku. Tey hava felags foreldramyndugleika, og tað riggar væl. Higartil hava tær havt eyka størv um kvøldarnar, tá børnini eru hjá pápun­ um. Men kreppan tók ar­ beiðs plássini, so nú er onki eyka starv at finna á Skála­ fjørðinum, har tær liva og virka. – Eg havi heilt sikkurt langt síðani verið farin, um tað ikki var tí, at hetta er heimstaðurin hjá dóttrini, og her hevur hon øll síni kæru, umframt pápan, sigur Inger. Beinta hevur búð niðri fyrr, men tað er ikki nakað hon saknar. – Men, tá tað kemur til at fíggjarliga, so er tað sjálv andi freistandi at fara, tí man hoyrir um stakar uppihaldarar, sum fáa nógvar ferðir meira har, sigur hon og leggur afturat: – Tað kann ikki vera rætt, at man skal noyðast at flyta av landinum, tá man hevur útbúgving og fulltíðarstarv. Eg skilji væl, um fólk halda tað vera løgið, at tað ikki ber til at liva sum stakur uppi­ haldari í Føroyum, uttan at liva av olmussu frá øðrum – og tað siga tey eisini ofta hart … rigmor@sosialurin.fo Fundur um stakar uppi­ haldarar verður í Miðla­ húsinum í kvøld kl. 19.30 jargaður, na 20 krónu Inger og Beinta siga seg ofta kenna seg sum forbrydarar. Bæði mó­ tvegis øðrum fólkum og mynd ugleikunum. Serliga uppliva tær, at tosingarlagið kann vera bæði særandi og eyð­ mýkjandi. – Eg kundi hugsað mær at møtt meira forstáilsi – og ikki at verða móttikin sum ein kriminell, bara tí eg eri stakur uppihaldari, sigur Beinta, sum heldur summi fólk vera rættiliga fordømandi móti einligum foreldrum. Inger leggur afturat: – Til dømis, um eg sigi við onkran, at hatta havi eg ikki ráð til. So fær man hatta eygnabráið, sum ferð ast niðri frá skónum og upp til hárið, líkasum fyri at siga, hmmm.. tað er væl eisini ein spurningur um raðfesting, tí tú sært ikki út til at mangla nakað. Ella, sum ein segði: Men tú hevur ráð til brúntkrem. Heilt erligt, hvussu lágt kunnu fólk seta seg sjálvi? spyr Inger. – Og so siga fólk: Tú mást bara spara og raðfesta! Men har er onki at spara ella at raðfesta við, sigur Beinta. – Og so tosa tey um at hava uppsparingar, flennir Inger. Kenna seg sum brotsmenn