mikudagur 21. apríl 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Miðvikan
16
Framhald frá síðu 15
hjá Kjølbro. Julius Gaard í Svínoy,
sum róði út við Óla á Dalinum
saman við pápa, segði mær, at
hann plagdi at fara inn til Kjølbro
við útróðrarboðum til pápa. Seinni
búði pápi hjá Dáva í Gerðum um
veturin.
Veturin 1921/1922 gekk pápi á
skiparaskúla hjá Djurholm. Aftaná
hetta var hann bestimaður hjá
Dáva, sum hann eisini hevði verið
við øll árini frammanundan. Ein túr
í 1925 førdi pápi Solo. Bestamenn
vóru Lassen og Julius á Viðareiði.
Av manningini annars veit eg bert
um farbrøður mínar, Karl hjá Høgna
og Høgna Marius úr Lorvík og so
Hendrik Hammer í Oyndarfirði,
pápi Óla. Hendrik segði eina ferð,
eg prátaði við hann, at frægari
manning enn hana á Solo tað árið
var ring at finna. Men ikki gekk
væl við fiskiskapinum. Hann segði,
at tað viðraði stak illa, og Solo var
deyðsiglari. Eisini er sagt mær, at
hon var ring at fáa at liggja.
Brúdleypið mátti útsetast
Hóast eg ikki veit tað fyri vist, so
hugsi eg mær, at mamma og pápi
eru komin saman uppi hjá Dáva, tí
mamma tænti har eitt tíðarskeið.
Tey giftust 20. desember 1923.
Brúðarvígslan var annars lýst
til tann 19., men hon var av ongum
orsakað av veðri, og varð hon tí
útsett til dagin eftir. Veðrið gjørdi
eisini, at ikki var farandi húsanna
millum. Poulina í Oyndarfirði,
ein vinkona mammu, og Gunhild
mostir, sum høvdu verið við til
at gera til brúdleyps, svóvu í
brúðarsongini hesa náttina. Tað
skal bera við sær vanlagnu, sigst!
Hjúnarlagið gjørdist stutt, tí
tað var bert seks ár seinni, at pápi
fórst, og mamma sat einkja við fýra
smádreingjum frá hálvum til 5 ára
gamlir.
»Ger pápa livandi aftur«
Ein lítil drongur stóð við grøvina
hjá pápa sínum og sá mammuna
gráta. Hann helt hendurnar saman
og rætti tær upp um høvdið, hugdi
sama veg og segði: »Góði Jesus pápi,
ger pápa livandi aftur.« Og helst
hevur henda inniliga áheitanin
verið endurtikin fleiri ferðir. Men
so við og við gjørdist greitt, at hon
fór at vera úrslitaleys.
Hvussu ein slík ræðulig hending
knappliga broytir alt, veit bert
tann, sum upplivir tað, men lívið
má livast víðari.
Hvussu tann fyrsta tíðin formaði
seg, veit eg ikki at siga frá, tí eg var
einans hálvfjórða ára gamal í mars
1930.
Tíðliga minnist eg, at vit vóru
nógv hjá ommu og abba í Vági í
Klaksvík. Mamma var nakað sjúk
og var ikki arbeiðsfør eina tíð. Eg
veit heldur ikki, hvussu úrkoma
fekst ta tíðina. Í 1935 fekk mamma
skúlan at vaska. Eg haldi, at hon
fekk 80 krónur um mánaðin. Er
hetta rætt verður tað góðar kr. 900
um árið. Tað var ikki so galið.
Til sammetingar kann sigast,
at sambært Erlendi Patursson:
Fiskiveiða-Fiskimenn høvdu um
75% av fiskimonnum um hesa tíðina
eina ársinntøku, sum lá millum
600 og 900 krónur fyri umleið 7
mánaðir frá mars til september, tá
skipini vóru í drift.
Tað vóru 10 skúlastovur at
vaska og við ávísum millumbilum
at fernisera. Kolovnur var í hvørjari
stovu. Hvønn morgun skuldi kyk-
ast, so tað var heitt inni til inn-
ringingartíð. Vit beiggjar hjálptu
til eftir førimuni. Eg kann so ikki
siga, at mín partur kom á hædd við
hinar. Menniskju eru so ymisk.
Mamma var eisini dúglig og íðin
við stokkum, bara tógv var til. Men
serliga til seyming var hon burtur
úr. Seymimaskinan gekk bæði
tíðliga og seint. Ógvuliga fá mundu
pløggini vera, sum keypt vórðu
uppá okkum. Tá ið mamma gav
vaskiarbeiðið frá sær í skúlanum
orsakað av krígsumstøðum, fór hon
at seyma burtur av bæði fyri fólk
og virki í bygdini. Hetta var tað, ið
gav høvuðsinntøkuna.
Tað var enn ein smeitur hjá
okkum, tá ið Palli pápabeiggi gekk
burtur við Fossanes í 1938.
Hugalig fólk sum logerandi
Ein roynd at fáa inntøkur var at
hava fólk búgvandi, og tað minnist
eg væl aftur á. Eg haldi, at hetta var
við til at bøta um saknin hjá okkum
um pápa.
Eg minnist serliga Aksel í Dali
úr Havn, ið hevði fragd av at læra
meg danskt. Eisini Ginki-Tummas
úr Havn, ið hevði verið smiður í
Føroyingahavnini,
visti
manga
skemtiliga søgu.
Poul Andreas í Mikladali, har
mamma hevði tænt sum ung genta,
eigur eisini at nevnast sum eitt ljós,
ið skaraði framúr. Hann hevði altíð
onkur ráð. Hann kundi siga nógv við
ongum orði. Men meginorðini vóru
altíð: »Tað er einki, hygg uppeftir.«
So var tað Jensen, danskur
el-maður, ið eg hvønn leygardag
keypti ein pakka av Geleshag fyri.
Pakkin kostaði 75 oyru. Tað 25
oyra, sum leyp av krónuni, eg fekk
við mær, var lønin. Hetta vóru ikki
smápengar tá. Jensen hevði radio,
og tað gav eina serliga tign tá.
Gott ummæli av pápanum
og góð minni um mammuna
Sum árini eru liðin, og ein lítur
aftur um bak, rennur mær ofta í
hug, hvussu vinsæl fólk hava verið,
og hvussu nógv hava greitt mær
frá um pápa. Slíkt hevur fjálgað.
Johanna Hvidbro plagdi at siga, tá
ið eg kom við vøru til handilin hjá
teimum: »Vit vóru javngomul, pápi
tín og eg. Vit gingu i sama klassa.
Ofta bað gamli lærarin pápa halda
skil á skúlanum. Hann dugdi væl at
rokna, men eg minnist serliga væl
til, hvussu væl hann skrivaði.«
Tey bestu minnini eru sjálvandi
um eina pliktuppfyllandi og kær-
leiksfulla mammu, ið brádliga fekk
eina næstan óloysiliga uppgávu.
Seinni segði hon ofta, at hana
fekk hon megi til at loysa við teirri
trúgv, hon fekk á ungum árum og
ongantíð veik frá.
Í kirkju var altíð farið sunnnudag.
Eisini var farið í sunnudagsskúla og
á møti í missiónshúsinum Emmaus.
Her má eg nevna trúboðaran Alfred
Petersen og hús hansara fyri teirra
trúfesti og vinarlag allar teirra
dagar.
Av talarum í Emmaus minnist eg
best Elduvíks Jógvan, pápa Jákup
og Fischer Heinesen. Hann sat á
endanum á næstinnasta beinki
vinstrumegin og stillaði seg við
ørmunum á kross, tá ið hann hevði
orðið. Eg haldi, at hann hevði eina
norska bíbliu, ella var tað úttalan,
sum gjørdi, at eg helt tað.
Men eg minnast enn, tá ið hann
las: »Kast dit brød på vandet, og
du skal finde det længe efter«.
»Ja, boyggi,« segði hann so, meira
minnist eg ikki.
Ein annar talari var Samson,
deknurin. Eg minnist einaferð,
hann las um Zakeus, ið var so lítil av
vøkstri og tí var farin upp í eitt træ
at síggja Jesus. Tá Samson greiðir
frá, hyggur hann upp, eins og hann
sær Zakeus og sigur: »Zakeus kom
niður!« Meira minnist eg hann ikki
siga. Men hetta var so lívagtugt, at
vit vendu okkum fyri at vita, um
Zakeus var at síggja. Onkur haldi
eg smíltist.
Sangurin hjá pápa
Heima var ofta borðbøn ella borð-
sangur. Altíð varð lisið Faðirvár og
sungin sangurin »Takk Harri fyri
hendan dag,« sum pápi hevði yrkt.
Hann er nr. 735 í Missiónssangbókini
og ljóðar soleiðis:
Takk Harri fyri hendan dag
sum eg nú havi livað,
men synd mína, eg biði teg
í himli ikki skriva.
Eg mammu míni vildi gjørt
alt gott ta stund eg livi;
og Jesus, vildi tú meg ført
og tína kraft mær givið.
Og eg mín pápa líða vil,
tí hann er okkum góður,
ein góðan drong Gud ger meg til
hjálp mær at vera fróður.
O, Jesus Kristus hjálp tú mær
á øllum illum vinna,
at elska beiggjarnar meg lær
og alt hitt góða inna.
So veit eg Jesus, at tú vilt
mín góði faðir vera,
meg varða frá at gera ilt
men satt Guds barn at vera.
Ver Jesus hjá okkum í nátt
við tínum einglaskara
og hvønn ein dag á allan hátt
oss verja væl og varða.
Tað er annars eitt sjáldsamt sam-
antreff, at tveir av teimum níggju
monnunum, sum doyðu við Erne-
stinu, eru umboðaðir í Missións-
sangbókini. Tað kann vera nevnt, at
Hjalmar, sonur Jóan Magnus, eisini
eigur sálmar í hesi songbók.
Gjørdist abbi uppá tíman
20 ár eftir vanlukkuna
Meðan tú situr og starir at hesum
løgna mosaikki til tess at skilja
tað, hann rúmar, so er tað eins og
tú hoyrir eitt hvølt afturljóð frá
barnaárunum taka aftur í aftur,
at »tað er ikki alt millum himmal
og jørð, ein kann fata.« Hesin
mosaikkur, ið noktar at gerast
heilskapaður, rúmar millum alt tað,
mannaskilið helst kann greina, eitt
merkiligt loynifyribrigdi.
Eg giftist í 1949, og vit fingu
fyrsta sonin árið eftir. Hann var
Jóan Magnus og Turid Waag Høgnesen
Fýra faðirloysingar. F.v. Hjørleif, Símun, Rólant og Hjalmar
Símun og Hjalmar Waag Høgnesen á grøvini hjá
foreldrunum. Mamman doyði í 1964