mikudagur 21. apríl 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Miðvikan
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
15
5. partur
Tann fremsta keldan til hendan
partin er Símun Waag Høgnesen,
sonur Jóan Magnus, sum var ein
teirra, sum doyði við Ernestinu.
Símun var eisini saman við soninum
Jóan Magnus, kallaður Manni, við á
minningarferðini til Íslands í 2000,
sum greitt varð frá í seinasta parti.
Tá ið 50 ár vóru liðin síðan hesa
vanlukku, skrivaði Símun eina sera
áhugaverda grein í Dimmalætting,
um hvussu tað var at sita eftir
faðirleysur eftir eini slíkari van
lukku. Símun hevur eisini givið
loyvi til, at tikið verður burtur
úr hesi grein í samband við hesi
greinarøð.
Máttu avstað aftur
Símun skrivaði í 1980:
Mikudagin 26. marts eru 50 ár
liðin, síðan Ernestine fór á land á
Selvogsnesi. Átta mans sjólótust.
Ein fekk skaða undir bjargingini
og doyði á veg til bygdina Selvogur.
Hóast vanlukkur á Suðurlandinum
bæði fyri og eftir hesa sum Kristina
í 1920, har 16 mans sjólótust, og
Fossanes í 1938, har 19 mans fórust,
kravdu fleiri mannalív, so telist
Ernestine hendingin millum teirra,
sum altíð hevur verið umrødd
øðrvísi millum manna enn tær
flestu. Uttan iva tí tann dramatiska
bjargingin er kend, fortald av
teimum, sum komu úr hesi ræðuligu
deyðsfellu á ein undursaman hátt.
Fyri hesi bjarging slóðaði tað
framúrskarandi bragdið, ið Ziska
Jacobsen framdi, tá ið hann svam í
land aftaná eina bítandi kalda nátt
við kavaroki og brimódn, har skipið
varð liðað sundur og einasta vón
um bjarging var at seta lív í vága.
Ein onnur orsøk til, at Ernestine
hendingin hevur eitt framstandandi
pláss í fólkaminninum, er helst, at
hetta var »fiskikongurin,« ið fórst.
Dimmalætting skrivaði tann 9.
apríl 1930 m.a.:
Ernestine var en af den færøske
Fiskeflaades største og allerbedste
Skibe og i fjor indehaver af Aarets
Rekordfangst, da den i alt ved
Island og Grønland fiskede for kr.
134.000.
Í eini útvarpssamrøðu segði Erik
Lassen, ið var við Ernestinu øll árini
19271930, at árið eftir fór hann við
sama skipara við nýggjum skipi,
Skálanes. Leggjast kann afturat,
at av teimum 17, sum bjargaðust,
fóru allir uttan ein til skips aftur,
hóast fleiri teirra høvdu fingið
varandi mein av hendingini. Aðrir
møguleikar vóru ikki tá í tíðini at
lívbjarga sær.
Fleiri teirra fóru eisini avstað
aftur við Skálanes við sama skipara,
Dáva í Gerðum. Hetta var mitt í tí
stóru búskaparkreppuni, ið lamdi
heimshandilin, so tann, ið hevði
varðveitt lív og toluliga heilsu, var
takksamur at fáa møguleika at
lívbjarga sær og sínum.
Eg fari at lata sjálva hendingina
liggja. Hon livir í fólkaminni og
munni. Hon er eisini fest á blað í
føroysku samtíðarbløðunum og hjá
J. Símun Hansen: Havið og Vit.
Sum ein av teimum, ið telist
millum teirra, sum mistu undir
hesi døpru hending hendan feigd
ardagin, fari eg at taka fram nøkur
minnisbrot frá hesi tíðini. Hon
hevur verið so ógvuliga nógv
merkt av hesum bráða og beiska
umskifti, sum tað at missa pápan
og forsyrgjarin er.
Ringt at missa pápan
Minnir frá barnaárum meitla seg
ofta serliga fast. Serliga tá tað hava
verið óvanligir tilburðir og um
tilveran sum heild víkir frá dagligu
tilveru annara.
Ein sovorðin munur ger seg
galdandi fyri barnið, ið ongan pápa
hevur. Hetta er serliga galdandi, tá
ið hugsað verður um, at flestu hús
á garðinum tá vóru bygd um somu
tíð, og børnini í teimum ymisku
húsunum fylgdust í aldri.
Pápin var tann, ið leitað varð til,
tá ið okkurt skuldi eydnast og trek
ar av einum og øðrum slag skuldu
orðnast. Met um egna virði sprettir
í barnaárunum í stóran mun úr
tilknýtinum til tey nærmastu.
Mangan var spurt, hvør ið ein
var: »Hvør er pápi tín?« Mangan var
klumpurin í hálsinum, tá ið svarast
skuldi, tí ein pápi, ið var deyður, var
einki at kennast við. Ofta var betur
at flýggja enn at falla.
Fekk innivist hjá Kjølbro
Pápi, Jóan Magnus Høgnesen, varð
føddur á Skála 12. september 1898 og
vaks upp í Lorvík. Foreldrini vóru
Rasmina Rasmussen úr Uppistovu á
Skála og Høgni Høgnesen Uppi við
Garð í Lorvík. Pápi var elstur av 10
systkjum. Evnaligur var hann eisini.
Pápi fór til Klaksvíkar at kon
firmerast, og hann mann hava havt
sjálvsálit. Tey kendu ongan har.
Pápi gjørdi av at biðja fyrsta mann,
hann møtti, um innivist, meðan
hann gekk til prest.
Hann kom á land úti í Klaksvík
og fór til gongu heim eftir. Fyrsta
manni, hann møtti, segði hann
ørindi síni. Hann fortaldi, hvør
hann var og bað um hús. Jú, tað
var gaman í. Maðurin bað pápa
fara heim á Biskupstøð og siga
við konuna Karin, at tað var í lagi.
Maðurin var Jógvan Joensen, seinni
kendur sum J.F.Kjølbro.
Um pápi var verandi har beint
aftaná konfirmatiónina, ella um
hann kom aftur seinni, veit eg ikki.
Men eina tíð búði hann í hvussu er
Misti pápan:
Góði Jesus pápi,
ger pápa livandi aftur....
Vit eru nú komin til seinasta partin í hesi røð um Ernestinu.
Í hesum partinum fara vit serliga at lýsa bestamannin Jóan Magnus Høgnesen
Dávur í Gerðum var skipari á John
Bull undan Ernestinu. Hendan
myndin er tikin eina ferð, teir
landaðu í Keypmannahavn. Á
henni eru tríggir av manningini
á Ernestinu. Teir eru:
1. Berlin Mikkelsen, Syðrugøtu
2. Johan Jacobsen, hjá
Antines, Klaksvík
3. Dávur í Gerðum, Klaksvík,
skipari á Ernestinu
4. dani
5. Hans J. Frederiksen,
Uppsølum, Klaksvík
6. Jóan P.Klein, Hattarvík
7. Sámal Petersen, Mikladal
8. Jóan Magnus Høgnesen,
Klaksvík, doyði við Ernestinu
9. Poul Joensen, Klaksvík,
motorpassarin á Ernestinu.
10. Óli Frederik Joensen,
Klaksvik. Var skipari á
Fossanes lagnutúrin í 1938
Framhald á síðu 16, 17 og 18