Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 14 Sosialurin Óli Mikkelsen lækni Palli Dalsgaard Kjak Ferðslan tvørtur um Skála­ fjørðin eigur ikki at vevjast inn í ferðsluna millum Eyst­ uroy og Suðurstreymoy. Trupulleikin við tunli millum Strendur og Saltnes er at sleppa upp og niður og víðari frá tunnilsmunnan­ um. Hanus Vang nevndi her­ fyri rørskipan eftir botn­ inum. Hesin møguleiki eigur at kannast, tí her verður mangar ferðir lættari at sleppa upp og niður. Verður ferðslan millum Eysturoy og Streymoy sáldað frá, verður minni ampi av at vera í bygd­ um øki. Heldur ikki verður neyðugt við tveimum koyri­ breytum í tunlinum. Eysturoy – Streymoy Eg havi áður víst á fyrimun ir við at fara millum Sand víkar (Hvítanes) og eystara enda á Toftavatni og taki tveir stórar fyrimunir fram: I. Farið verður, har dýpið er minst, og tað gevur minni oljunýtslu, minni slit, minni luftdálking, bíligari pumpu­ skipan o.s.fr. II. Munnarnir báðir vera í óbygdum lendi. Vestari munnin er tætt við høvuðsveg, og lætt er at gera íbinding við rundkoyr ing. Eystaru megin er frítt fyri og ein góð loysn, um lurtað verður eftir Hans Paula arki­ tekti í Runavík. Fyri nógvum árum síðan segði Hans Pauli: Høvuðsvegurin í Runavík verður av Lambareiði eftir hjallanum oman fyri húsini. – Hesin vegur má gerast sum skjótast, so hann ikki verður saboteraður av fleiri út stykkingum. Flogvøllur Løgtingið hevur víst á, at vit eiga at hava alternativan flogvøll. Kanningar higartil vísa á Skorhædd. Har kann gerast long flogbreyt við tvørbreyt, og tvørbreytin í landnyrðing/útsynning kann lættliga gerast meira enn 1800 m long, tí har er lendið slætt. Verður arbeiðið sam­ skipað við tunnilsgerð, verða nógvir pengar spardir. Arbeiðsloysi Nú arbeiðsloysi hóttir meir og meir, skuldi verið rætt at farið undir skilagóðar verk­ ætlanir. Pengar Bankarnir eru sjálvandi varnir við at geva stór lán í hesum tíðum. Tí er um ráð­ andi, at verkætlanin verður so væl skipað, at peninga­ stovnarnir hava álit á henni, so lánitreytirnar verða so góðar sum til ber. P.S. Flogvøllur Skorhædd Meðan eg skrivi endan av hesum stubba, koma boð frá Landsverki: Glyvursnes er best egnað til flogvøll. Skorðhædd verður nú strikað vegna óhóskandi inn­ og útflúgvingarviðurskifti. Fyrr hevur turbolensur verið brúktur sum umber ing at strika Skorhædd. Í desember 2007 hevði Gilli Trónd framløgu av møgu­ leikum til flogvøll á Glyv­ ursnesi, Borðuni og Skor­ hædd, aftan á at fyri tøkan hevði kannað flog vøllir úti í heimi, har um støðurnar eins og í Føroyum ongan staðni eru lýtaleysar. Einki varð funnið, sum gjørdi Skorhædd ónýtiliga. – Um breytirnar venda rætt, eru fjøllini ikki nøkur forð­ ing. Turbolensur heldur ikki, mett eftir royndunum frá vindmylluni. Nógv flestir fyrimunir eru við Skor hædd: Flogbreyt av Eystnesi kann verða einar 4 km long, og tvørbreyt kann vera meira enn 2000 m long. – Eingin tvørbreyt verður á Glyvurs­ nesi og í Søltuvík. Flog vøll­ urin verður mitt í Føroyum og tætt við flestu ídnaðar­ øki, okkara bestu skipahavn o.s. fr. Fyri mær at síggja, er tað púra ábyrgdarleyst ikki at taka Skorhædd við í enda ligu kanningunum av turbolensi og øðrum. Tá tað kemur til cost bennefit – tað sum sam­ felagið fær fyri pengarnar – má Skorhædd vera nógv best fyri. Tvørbreytin um 2000 m long verður á sløttum lendi, kann tí gerast skjótt og bí liga, og verður arbeiðið samskipað við tunnilsgerð, helst nógv bíligari enn at leingja flog vøllin í Vágum til 1.799 metrar. Jóannes Eidesgaard hevur higartil klárað at hildið tørn. Tað er gott gjørt. Onkuntíð hevur man hoyrt hann sagt, at tað eru samstarvs felagar, ið ikki skilja støðuna og tað er tíverri so. Tað, sum um­ ræður, sum støðan er, er at bjarga okkara lítla landi undan húsagangi, og fyri at tað kann lata seg gera, mugu vit øll vera við til at hjálpa til. Men tað vísir seg ikki. Tað eru alt fleiri og fleiri, ið koma á skíggjan og boða frá, at teir eru ikki við og fyri tað mesta eru or søkirnar til tað, at teir hava ikki fingið tey ymisku ar beiðini við, ið hoyra til teirra økir. Tað eru arbeiði, sum eingin kann hugsa sær at kunna gera fyrr enn nøkur ár eru gingin. Høvuðsuppgávan hjá nú verandi stýri má vera at fáa skútuna aftur á rætt­ kjøl, og fyrr enn tað er gjørt, kunnu vit ikki vænta nøkur stór arbeiði. Tað hesir løgtingslimir gera við ikki at vera við, er illa umhugsað, teir svíkja sínar veljarar, tí hvørt mans­ barn ynskir skipaðar um­ støður aftur í okkara landi. At geva loyvi til Skála­ fjarðartunnilin verður sum løgtingskvinnan Bjørt Samuelsen sigur. Áðrenn arbeiðið er liðugt, kasta íleggjararnir frá sær, og so hongur løgtingið upp á skuldina. Ótakksamt arbeiði Tað man altíð hava verið ótakk­ samt at vera fíggjarmála ráðharri, men so ótakksamt sum hetta tørnið man neyvan hava verið. Skálafjarðartunnilin Áðrenn Skálafjarðar­ tunnili er liðugur, kasta íleggjararnir frá sær, og so hongur løgtingið upp á skuldina. Fyri páskir var Skálafjarðartunnilin til umrøðu. – Eg órógvaðist við, hvussu nógvir politikarar hálovaðu eini loysn, sum Landsverk hevur verið ímóti, serliga tí, »geniala« at trunka so nógva ferðslu, sum til ber, saman og í eina rundkoyring langt undir havbotninum, tá hetta ikki er neyðugt.