Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 Sosialurin materials man Tú fert at arbeiða við viðlíkahaldsskipanum og at skráseta tekniska dátu í sambandi við byggiverkætlanir innan frálandavinnuna. Tú verður ráðgevi fyri samstarvsfelagar hjá OPD. Umsøkjarar, ið hava royndir við viðlíkahalds­ skipanum, so sum AMOS, STAR og SAP hava fyrimun. Førleikakrøv Vit vænta, at tú hevur royndir við viðlíka­ haldi, lagurstýring og at halda skil á tekniskari dátu. Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og ert sinnað/ur at átaka tær skiftandi uppgávur. Tú hevur maskinistprógv ella líknandi tekniska útbúgving. Tú skalt vera von/vanur at brúka telduskipanir og duga væl enskt. Ynskiligt er, at tú hevur royndir innan frálandavinnuna og/ ella siglingarroyndir. project manager Tú skalt standa fyri at skráseta og ráðgeva fólki, stovnum og virkjum í frálandavinnuni. Tú skalt eisini skipa fyri skeiðum og samskipa undirvísing. Tú skalt tí hava breiðan førleika. Ein partur av arbeiðsuppgávuni er eisini at arbeiða við viðlíkahaldsskipanum og skráseta tekniska dátu í frálandavinnuni sum ráðgevi fyri samstarvsfelagar hjá OPD. Umsøkjarar, ið hava royndir við viðlíkahaldsskipanum (so sum AMOS) og HR­skipanum hava fyrimun. Førleikakrøv Vit vænta, at tú ert framlig/ur, kanst arbeiða sjálvstøðugt og dugir at skapa eitt umhvørvi, ið kann nøkta tørvin hjá øllum áhugabólkum. Tú hevur maskinmeistaraprógv ella líknandi tekniska útbúgving. Tú skalt vera von/vanur at brúka telduskipanir og duga væl mál – serliga norðurlendskt og enskt. Ynskiligt er, at tú hevur royndir innan frá­ landavinnuna og skrivstovu og/ella leiðs­ luroyndir. Tú skalt hava góð samstarvsevni og hegni til taka upp nýggj sambond og byggja netverk. setanar- og lønartreytir Lønin verður ásett eftir førleika og royndum. Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum skal sendast til dh@offshore­directory.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 07. mai 2010 Nærri upplýsingar um starvið: Dánial Hoydal, stjóri, tel. +45 22942837 dh@offshore­directory.fo www.offshore­directory.fo 2 størv í frálandavinnuni MANPOwER fROM THE NORTH ATLANTic Offshore Directory Traðabrekka 13 FO-100 Tórshavn Faroe Islands North Atlantic Offshore Personnel Directory er nýggj verkætlan sum hevur til endamáls at skráseta og førleikamenna fólk í norður­ atlantsøkinum, sum kunnu arbeiða í frálandavinnuni. OPD skal veita tænastur og ráð­ geving til fólk, stovnar og vinnulív í frálandavinnuni og samskipa skeiðvirksemi og undirvísing. OPD skal ætlandi vera ein vitanardepil og eitt netverk fyri alla frálandavinnuna í norðuratlantsøkinum. Robert og Enjoyers Til dansin leygarkvøldið spæla MiðnáMsskúlin í suðuroy Við Miðnámsskúlan í Suðuroy eru – treytað av góðkenning myndugleikanna – nøkur størv sum adjunktur ella lektari í hesum lærugreinum leys at søkja frá 1.august 2010: evnafrøði, tónleiki og sponskum. Umsøkjarar skulu tilskila, í hvørjum lærugrein­ um teir hava undirvísingarførleika (høvuðs­ grein, hjágrein og møguliga øðrum lærugrein­ um) innan studentaskúla­ og HF­skipanina, og um teir hava námsfrøðiliga útbúgving. Harumframt eru, somuleiðis frá 1.august 2010, uml. 4 tímar leysir at søkja, í hesum læru­ greinum: enskum, støddfrøði, týskum, lívfrøði, geografi, latín og sálarfrøði Umsøkjarar, ið ikki hava námsfrøðiliga útbúgv­ ing, og sum verða settir, skulu í august mánaði taka námsfrøðiligt innleiðsluskeið, ið Menta­ málaráðið skipar fyri. Skúlin fer í tilmæli sínum um setan at leggja dent á, at umsøkjararnir hava kunnleika til føroyskt mál og føroysk viðurskifti, og um teir ikki hava tað, at teir eru sinnaðir at ogna sær innlit og vitan um hetta. Harumframt fer skúlin at leggja dent á, at umsøkjarar virknir fara at taka lut í menningini av einum góðum námsfrøðiligum skúlaumhvørvi og nýggjum arbeiðshættum. Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um endamál skúlans við at venda sær til leiðslu skúlans. Umsøkjarar, ið ikki hava kunnleika til føroyskt mál og føroysk viðurskifti, kunnu søkja um setan sambært treytunum í 2­ára sáttmála. Hetta merkir, at umsøkjari verður settur í eitt 2 ára tíðaravmarkað starv, og at skúlin rindar flyti­ og ferðaútreiðslur aftur og fram millum verandi bústað og Miðnámsskúlan í Suðuroy. Upphæddin til flyti­ og ferðaútreiðslur er í mesta lagi 30.000 kr., og er hon skattskyldig. Um viðkomandi seinni ynskir at søkja fast starv við Miðnámsskúlan, verður søkt á jøvnum føti við aðrar umsøkjarar. Umsóknin skal, í seinasta lagi 30.apríl 2010, sendast til: Miðnámsskúlin í Suðuroy att: Ole V. Laursen, deildarleiðari Grønudalur 2 FO – 950 Porkeri ole@midnam.fo tlf. 221063 w w w . m i d n a m . f o · m i d n a m @ m i d n a m . f o · t l f 6 1 4 2 0 1 Sosialurin / KvR 34 18 00