Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 12 Sosialurin Kjak Vís okkum á inntøku­ møguleikarnar, Tjóðveldið Føroya Væl Valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Tað vóru ikki hissini ábreiðsl ur, sum uppskotið hjá samgonguni um játt­ an arkarmarnar fekk, tá tað var til viðgerðar á Løgtingi í farnu viku. Hvassastu atfinn ing­ ar nar komu, sum vituligt er, frá Tjólveldinum, sum í sama andadrátti boðaði frá, at tey fóru at koma við sínum egna uppskoti til fíggjarkarmar. Vit í Føroya Væl sita nú spent og bíða eftir, hvat hesir fíggjarkarmar fara at innihalda. Vit vænta, at uppskotið hjá Tjóð­ veldi millum annað fer at innihalda svarini upp á alt tað, sum floksins fram søgu­ maður, Tórbjørn Jacobsen eftirlýsti á tingsins røð ara­ palli. Serliga eru vit spent upp á at síggja hvussu Tjóð­ veldið ætlar at fylla stóra inntøkuholið, sum ein av­ tøka av ríkisveitingini letir eftir seg í fíggjarlógini. Hetta verður slóðbrótandi fyri føroyska samfelagið, sum ongantíð síðan 1988 hevur megnað at havt eitt avlop á fíggjarlógini, sum er størri enn ríkisveitingin. Hetta sigur okkum so­ mikið, sum at Tjóðveldi skal út og finna heilt nýggjar og óroyndar inntøkukeldur og finna nýggj bein hjá sam­ felagnum at standa á. Vit trúgva, at Tjóðveldi bara vil Føroyum tað besta, og tí fer at koma við uppskotum til inntøkur, sum kunnu venda føroyska búskapinum. Gott hevði verið, um Tjóðveldi skjótt kundi kom­ ið við hesum inntøkum, so tær kunnu koma við í upp­ skotið, ið varð borið í Løg­ tingið. Men vit óttast, at hesin størsti andstøðuflokkur á tingi hevur ætlanir um at minka um ríkisveitingina, heldur enn at fáa hana prís­ tals reguleraða, sum Sam­ bands flokkurin hevur víst á. At meta frá misálitinum móti løgmanni, so hevur uppskotið til fíggjarkarm hjá Tjóðveldi neyvan meira enn 13 tinglimir aftan fyri seg, treytað av, at flokkurin klárar at fáa hinar báðar andstøðuflokkarnar við. Tjóðveldið hevur annars fyrr víst í verki, at flokkurin ikki megnar at bera nakað samstarv á mál, og vit loyva okkum tí at ivast stórliga um, hvussu Tjóðveldi í hes um máli fer at klára at savna fleiri enn 8 tinglimir, um flokkurin yvirhøvur stendur saman um hesar karmar. Eftir stóru tøkini, sum vórðu tikin í Fíggjar mála­ ráðnum og mangar gitingar um bæði eitt og annað, eydnaðist tað samgonguni at koma í Løgtingið við einum uppskoti til tíðina, og tað er at fegnast um. Men komið er ikki á mál enn. Politiska uppgávan nú er framvegis at finna neyðugar inntøkur og neyð­ ugar sparingar. Føroya Væl hevur fyrr víst á, at vit ikki kunnu vera ríkisveitingina fyri uttan, og mæla vit tí til, at henda árliga upphædd verður prístalsregulerað. Vit mæla eisini til, at sparingar verða funnar í almennu umsitingini. Tað er ein sannroynd, at fleiri dupultfunktiónir verða gjørd ar av starvsfólkum í almenni umsitingini í løt­ uni, og vit eru ikki í iva um, at pengar kundu verið spardir – og kanska ein betri tænasta eisini verið veitt – um onkrir av hesum stovn­ um vórðu lagdir sam an. Dugir onkur at siga mær, hví Frelsunarherurin ikki skrivast við tveimum ennum í miðjum orði? FRELSUHERURIN – FRELSUNNAR HERUR – HERUR FRELSUNNAR: Sjáldsamt, at bæði fyrri og seinni liður í orðinum eru bundnir (frelsunnar – herurin)!? FRELSENS HÆR: Bara fyrra orðið, frelsens, er bund­ ið. Fleiri føroyingar siga framvegis Frelsens Hær. Man tað vera óvani, ella tí stavilsini eru færri á donskum? DREKKANSÁ: Soleiðis eitur ein á millum Skopun og Sand. »Drekkans« man vera hvørsfall eintal, bundið av »drekka« (navnorð, hvørki­ kyn). NIÐURSTØÐA: Frels­ unnar herurin! Navnabroyt­ ing? Í hvussu so er má eitt n koma aftrat! E.S.: Tøkk fái Frelsunnar­ herurin annars fyri tað stóra arbeiði, ið gjørt verð ur, bæði her á landi og uttan lands! Við hernaðarkvøðu Á Borg á Argjum á dánials­ degi 2010 Eyðun á Borg Frelsunnar herurin – 2 n mitt í orðinum! FRELSA – FRELSUNNAR: Frelsa (kvennkyn, veikt bent) skrivast FRELS UNN AR í hvørsfalli eintali, bundið. Tað undrar okkum al mik ið at lesa opið bræv til lands­ stýrismannin í utt an ríkis­ málum, lands stýris mannin í vinnumálum og Smyril Line, frá Beintu í Jákupstovu, har partur av fyrispurninginum er, um landsstýrið hevur ætl an ir um at seta Smyril í uttan landssigling, meðan flog ferðslan er tarnað av øsku rokinum. Tað er okkum púra óskilj­ andi, at hesin spurningur yvirhøvur verður settur, tá ikki verður víst til nakra ítøkiliga bráfengisstøðu ella vanlukku, sum kundi grund­ givið fyri, hví hetta kundi verið neyðugt, men víst til at fólk ikki sleppur til arbeiðis. Sjálvandi er hetta óheppi, tað eru øll óiva samd í, men hvussu skulu suðringar so røkja síni arbeiðsørindi, ja tað er tað onki boð uppá. Smyril er einasta farleið hjá suðringum, og fara vit undir ongum umstøðum at góðtaka, at henda farleið á nakran hátt verður skerd. Eins og fólk ferðast við Smyrli í arbeiðsørindum, læknaørindum, útbúgvingar­ ørindum o.s.fr., so er Smyril ein sera týðand partur fyri vinnulívið í oynni, so neiligu avleiðingarnar av at taka Smyril úr sigling kunnu neyv an yvirmetast. Sjálvsagt hava fólk í ein­ um nýmtímans samfelag tørv á samferðslu út í heim, eisini suðringar, sum mugu ferðast innanoyggja fyrst. Tíbetur sær út til, at flogferðslan so smátt er byrjað aftur, so vónadi loysir hetta seg sjálvt. Viðmerking til opið bræv hjá Beintu í Jákupstovu Sirið Stenberg Vegna Suðuroyar Tjóðveldisfelag Smyril er einasta farleið hjá suðringum, og fara vit undir ongum umstøðum at góðtaka, at henda farleið á nakran hátt verður skerd.