Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 Sosialurin Vilmund Jacobsen Jónsvein Knudsen er formaður í Felagnum Trolskipum og er soleiðis ein teirra, sum stendur aftanfyri stuðulsskrivið til landsstýrismannin, Jacob Vestergaard, í makrelspurninginum. Hann sigur, at umboðini fyri teir seks skipabólkarnar, sum hava undirskrivað stuðulsbrævið, ikki á nakran hátt vilja skapa rumbul. – Vit eru ikki úti eftir at skapa stríð millum feløg, ei heldur at skapa Føroyum møguligar trupulleikar í samstarvi landanna millum. Tað, sum vit vilja, er at vísa á, at stórir inntøkumøguleikar liggja í makrelinum. Soleiðis, sum makrelur í nógv størri mun enn áður er í føroyskum sjógvi í summarhálvuni, taka vit fult og heilt undir við landsstýrismanninum um, at okkara prosentpartur í makrelbýtinum er alt ov lítil. Jónsvein Knudsen heldur, at ein orsøk til, at Felagið Nótaskip ikki tekur undir við landsstýrismanninum er, at felagið ivaleyst og fyribils er nøgt við tey sløku 5%, sum Føroyar eiga í hesum kvotubýti. – Tí mæla vit til, at tann kvotupartur, sum kemur aftrat, í fyrsta lagi kemur ísfiskaflotanum til góðar, sigur hann. Í skrivinum hjá teimum seks skipabólkunum verður makrelur sagdur at vera rovfiskur burturav, og tí er eisini væntandi, at hann etur nógva føði, sum skuldi komið øðrum fiski, ið ísfiskaflotin veiðir, til góðar. - Eitt hugskot við, at ein partur av ísfiskaflotanum eisini kann veiða makrel, er at lætta um royndina eftir vanligu botnfiskastovnunum, sum soleiðis verða minni royndir í hesum tíðarskeiði. Stríðast eitt sindur Jónsvein Knudsen heldur tað vera uppá tíðina, at Føroyar nú fara at stríðast eitt sindur fyri sínum sjálvsøgdu rættindum, sum hann tekur til. – Makrelur kemur í stórum nøgdin inn í føroyskan sjógv, og tí mugu vit eisini hava rættin til at fiska eina munandi nøgd úr hesum stovni. Tað kann ikki vera rætt, at aðrir kanna sær stór rættindi, meðan vit sita eftir við lítlum og ongum, nú fiskurin reikar í føroyskum sjógvi og etur seg mettan av okkara tilfeingi, sigur formaðurin í Felagnum Trolskip. Stríðast fyri okkara rættindum MAKRELUR Jónsvein Knudsen, formaður í Felagnum Trolskip, heldur tað vera uppá tíðina, at Føroyar nú fara at stríðast eitt sindur fyri sínum sjálvsøgdu rættindum, sum hann tekur til. - Makrelur í stórum nøgdin kemur inn í føroyskan sjógv, og tí mugu vit eisini hava rættin til at fiska eina munandi nøgd úr hesum stovni, sigur hann á botnfiskastovnarnar við Føroyar. Økt virksemi Hetta vil viðføra, siga feløgini, at tað verður munin lættari at fáa veiðini eftir botnfiskastovnunum altjóða góðkenning sum burðardygga. Teir seks skipabólkarnir vísa í skrivinum á, at tað eisini kemur at økja munandi um virksemi á landi og kemur fjøldini at gagni, um tað verður heimaflotin og onnur ísfiskaskip, sum sleppa at fiska makrel, ið Føroyar við áseting av egnari kvotu sleppa at fiska aftrat. ... tað kann ikki vera rætt, at aðrir kanna sær stór rættindi, meðan vit sita eftir við lítlum og ongum, nú fiskurin reikar í okkara sjógvi... JónsVein Knudsen um býtið av makrelinum, har Noreg og ES kanna sær meginpartin av heildarkvotuni, hevur nakað við spurningin um aðrar avtalur millum londini at gera. So, hetta mugu vit taka, sum tað kemur, sigur Jacob Vestergaard. Hann vísir á, at ein avleiðing í fiskiveiðisam- starvinum við ES kann gerast, at føroysku rækjuskipini missa síni veiðirættindi í Eysturgrønlandi. - Ein onnur avleiðing kann eisini verða, at norðmenn, sum helst av góðum grundum hava hildið seg rímiliga kúrrar í seinastuni, fara at siga upp fiskiveiðiavtaluna annars. Hetta hevði merkt, at eitt nú føroysku flakatrolararnir missa veiði- rættindini í norskum sjógvi í Barentshavinum, leggur landsstýrismaðurin aftrat. At norðmenn kanska hava hildið seg kúrrari enn vanligt í seinastuni, kann vera, at makrelurin, sum nú rúgvast í føroyskum og íslendskum sjógvi í summarmánaðunum, líka sum er burtur í norskum sjógvi. - Noreg og ES hava longu gjørt eina 10 ára avtalu millum partarnar um, hvussu prosentvísa býtið av makrelinum teirra millum skal vera. Tí ræður bara um hjá teimum at fáa ein so stóran part av heildarkvotuni sum tilber, so meiri verður í teirra part, sigur Jacob Vestergaard. Avkláraður Men hvat sigur so lands- stýrismaðurin til alt hetta, og gevur tað honum ikki kaldar føtur? - Nei, eg eri púra avkláraður um hesi viðurskifti, og eg ætli ikki at lata meg ræða í hesum máli, sum bæði eg og politikarar í flestu flokkum á tingi eru rættiliga samdir um. Vit halda ikki, at býtið av heildarkvotuni, har føroyski parturin er minni enn 5%, er rættvísur. Jacob Vestergaard vísir á, at politisk semja er neyvan um, hvussu vit kunnu røkka einum betri úrsliti enn tí, vit hava í dag – og sum eingin er nøgdur við, hvørki politiski myndugleikin, ei heldur vinnan. - Í kortunum liggur nú, at eg vegna Føroyar fari at áseta okkum eina eginkvotu á makreli fyri 2010 upp á 150.000 tons, endurtekur djarvi landsstýrismaðurin. Jacob Vestergaard hevur áður sagt, at hóast Føroyar nú fara at taka málið í egnar hendur, halda samráðingarnar um býtið av makrelkvotuni millum strandalondini kortini fram. vilmund@sosialurin.fo ... tað liggur í kort­ unum, at eg fari at áseta Føroyum eina egin­ kvotu av makreli í føroy­ skum sjógvi fyri 2010 uppá 150.000 tons... Jacob Vestergaard STUÐULSSKRIV – Heimaflotin eigur at fáa ágóðan av øktu makrelkvotuni í ár, halda seks skipabólkar, sum taka fult undir við landsstýrismanninum um at áseta egna kvotu fyri 2010 Mynd: Vilmund Jacobsen Jónsvein Knudsen Øskan úr Eyjafjallajøkli hevur ikki bara gjørt skaða. Danski um- hvørvisfelagsskapurin Noah hevur roknað seg fram til, at orsakað av flogbanninum hava donsk flogfør latið 130.000 tons minni av CO2 út í atmosferuna, enn tey høvdu gjørt, um tey høvdu flogið sum vanligt. Verða øll flogfør í útnyrðingspartinum av Evropa tikin við, er talið næstan 10 ferðir størri. Noah sigur, at tað íslendska gosið hevur eisini gagnað umhvørvinum á annan hátt. Eitt nú komu flutningsmálaráðharrarnir í ES eftir, at tað bar væl til at halda ein sokallaðan video-fund, tí eingin flúgving var. Nakað annað er, at tað íslendska gosið hevur sent umleið 120.000 tons av CO2 upp í loft um samdøgrið, síðani gosið byrjaði. Tað vísa í hvussu er útrokningar hjá lærda Durham-háskúlanum í Bretlandi. Teir somalisku sjórænararnir eru farnir longri út frá landi at leita eftir skipum at ræna. Ein talsmaður hjá felagsskapinum, sum samskipar skipaferðsluna fram við eysturafrikonsku strondini, sigur, at somaliskir sjórænarar hava rænt trý teilendsk fiskiskip, sum fiskaðu langt úti í Indiska Havinum. Talsmaðurin sigur, at hetta er fyrstu ferð, at sjórænararnir hava verið so langt eysturi og rænt skip. Hann sigur, at fleiri sjórænarabátar eru sæddir nærhendis Maldivunum og eystur ímóti India. Sjórænarar á fjarleiðum Gosið gjørt gagn