Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 10 Sosialurin Ísfiskaflotin vil sleppa at fiska makrel MAKRELUR Tað eru ikki bara útróðrarmenn, sum hava áhuga í nógva makrelinum, sum seinastu árini hevur verið í føroyskum sjógvi. Nú hava ikki færri enn seks skipabólkar víst sín áhuga, samstundis sum teir siga seg taka fult og heilt undir við landsstýrismanninum, sum ætlar at áseta eina føroyska eginkvotu fyri 2010 Vilmund Jacobsen Seks skipabólkar siga seg nú taka fult undir við lands­ stýrismanninum í fiskivinnu­ málum, Jacobi Vestergaard, sum ikki vil góðtaka, at Føroy­ ar í strandalandaavtalu um makrelin bert fáa sløk 5% av samlaðu kvotuni aftur í ár. – Vit taka fult og heilt undir við landsstýrismann­ inum um, at vit eiga at halda fast um kravið uppá 85.000 tons av kvotuni. Um eingin avtala spyrst burtur úr hesum, taka vit undir við eini føroyskari eginkvotu uppá 150.000 tons av makreli. Feløgini, sum umboða lemmatrolarar, trolskip, línu­ skip, trolbátar, garnaskip og útróðrarflotan, halda, at tað má mestast sum sjálvsagt, at tað verður heimaflotin, sum fiskar undir Føroyum, ið fær rættin til alla økingina í føroysku makrelkvotuni í ár. – Makrelur í stórum nøgdum kemur inn í føroyskt øki í tíðarskeiðnum frá apríl til oktober, og sannlíkt etur hann ein stóran part av náttúrligu føðini hjá botnfiskastovnunum. Feløgini halda, at makrelur etur munandi nøgdir av yngli hjá toski, hýsu og upsa og kann soleiðis vera ein orsøk til, at hesir fiskastovnar ikki koma fyri seg. – Avleiðingin er, at allur flotin, sum fiskar undir Føroyum, er sera hart raktur av, at stórur partur av føðini hjá botnfiskastovnunum soleiðis verður etin av makreli, og at yngulin eisini verður etin, soleiðis at botnfiskastovnarnir ikki koma fyri seg aftur. Feløgini halda, at tá heima­ flotin er tann, ið merkir nega­ tivu avleiðingarnar av hesum, má tað metast sjálvsagt, at tað eisini verður heimaflotin, ið fær rættindini til at fiska makrel sum samsýning. – Vertíðin fyri makrel í føroyskum sjógvi passar sera væl til skipini, sum royna eftir botnfiski undir Føroyum. Um heimaflotin fiskar makrel í tíðarskeiðnum apríl til oktober, lættir hetta eisini munandi um trýstið Vilmund Jacobsen Onkur heldur kanska, at tað kann tykjast løgið at gera so nógv burturúr makreli í føroyskum sjógvi, sum Sosialurin hevur gjørt seinastu tíðina. Men vit halda ikki, at hetta er so undarligt kortini. Samlaða botnfiskaveiðan í føroyskum sjógvi liggur um 120.000 tons av fiski um árið. Í kortunum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, nú einki bendir á, at Føroyar fara at semjast við hini stranda­ londini um býtið av samlaðu makrelkvotuni fyri 2010, liggur, at hann fer at áseta Før­ oyum eina eginkvotu uppá 150.000 tons av makreli. Hetta merkir, at føroyska makrelkvotan í ár væntandi fer at liggja omanfyri okkara samlaðu botnfiskaveiði, og hetta kann koma at fáa rættiliga stóran týdning fyri føroyska fiskiskipa­og framleiðsluvinnu. Ætlandi skuldu samráð­ ingar verða millum stranda­ londini, Føroyar, Noreg og ES, í Reykjavík í hesi vikuni, men vegna trupulleikarnar í flogferðsluni, eru hesar sam­ ráðingar útsettar til 5. og 6. mai. Ísland, sum higartil ikki hevur verið beinleiðis partur í strandalandaavtaluni, hevur havt eygleiðarastøðu, og soleiðis hava fundirnir skift millum londini. Um dagarnar hev­ ur ljóðað, at lands­ stýrismaðurin í fiski­ vinnumálum longu hevur gjørt av, at Føroyar ikki fara at undirskriva nakra avtalu um makrel fyri 2010, og at hann tískil longu hevur ásett, at føroyska eginkvotan í ár verður 150.000 tons av makreli. Men soleiðis er ikki, sigur Jacob Vester­ gaard – ikki enn, leggur hann aftrat. – Á fundi í páskavikuni kunnaði eg Felagið Nótaskip um tað, sum liggur í kortunum. Men hvat liggur so í kort­ unum hjá landsstýris­ manninum? – Jú, tað liggur í kortunum, at eg fari at áseta okkum eina eginkvotu uppá 150.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi fyri 2010. Spurdur, hvør sleppur at fiska allan henda makrelin, sigur landsstýrismaðurin, at tað hevur hann ikki tikið endaliga støðu til enn. – Tað er tó greitt, at skipini, sum eru partur av Felagnum Nótaskip, fáa bróðurpartin av hesi nøgd, men síðan hava vit onnur pelagisk skip, sum onga makrelkvotu hava, og sum ivaleyst fara at fáa ein part. Haraftrat hugsi eg mær, at eitt nú partrolarar og lemmatrolarar sleppa at fiska nakað, umframt at smærri deksfør kunnu dyrgja eftir makreli, sum nógv hevur verið frammi um seinastu tíðina. Jacob Vestergaard ætlar, at tey lutfalsliga fáu tonsini, sum bátar, ið gera seg út til dyrging, kunnu fiska, ikki verða roknaði upp í hesi 150.000 tonsini, sum verður føroyska eginkvotan. Landsstýrismaðurin sigur, at tað hevur skund hjá Føroyum at áseta sær sína egnu kvotu fyri 2010, tí makrelurin fer nú at koma í føroyskan sjógv og stendur væntandi her til út á heystið. – Áseta vit okkara egnu kvotu, sleppa vit ikki at fiska makrel inni hjá Noregi og ES, og tí mugu vit taka stigið skjótt, so skipini kunnu fiska, meðan makrelurin enn er í føroyskum sjógvi, leggur hann aftrat. Hvørjar kunnu so avleið­ ingarnar gerast, um Føroyar ikki vilja skriva undir strandalandaavtaluna og fara at áseta sær sína egnu makrelkvotu í ár? – ES hevur hótt við at slíta alt fiskivinnusamstarv og møguliga at siga upp handilsavtalur millum londini. Men vit duga ikki at síggja, at spurningurin Jacob djarvur og avkláraður MAKRELUR Enn hevur hann ikki endaliga ásett nakra eginkvotu fyri makrel í føroyskum sjógvi, men í páskavikuni kunnaði hann Felagið Nótaskip um tað, sum liggur í kortunum. Og tað, sum liggur í kortunum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, kann so sanniliga koma at fáa rættiliga stóran týdning fyri føroyska fiskiveiði í 2010 – Eg eri púra avkláraður, og eg ætli ikki at lata meg ræða í hesum máli, sum bæði eg og politikarar í flestu flokkum á tingi eru rættiliga samdir um DJARVUR Tann 20. juni skulu póllendingar velja annan forseta ístaðin fyri Lech Kaczynski, sum doyði í flogvanlukkuni tann 10. apríl. Tað sigur ein talsmaður fyri virkandi forsetan, Bronislaw Komorowski, við tíðindastovuna Reuters. Meiningakanningar benda á, at Komorowski hevur bestu møguleikarbar at vinna forsetavalið. Í tveimum kanningum siga ávikavist 55 og 39 procent av teimum spurdu, at tey ætla sær at atkvøða fyri honum. Í báðum kanningunum fær bróðir deyða forsetan, Jaroslaw Kaczynski, næststørstu undirtøkuna við ávikavist 32 og 18 prosentum. Donsku myndugleikarnir hava gjørt av, at allar floghavnir í landinum eru opnar til klokkan tvey í nátt. Samstundis siga veðurmenninir, at øskuskýggið rekur burtur frá Evropa. Upprunaliga vóru tær donsku floghavnirnar opnar til klokkan 10 fyrrapartin, men í morgun boðaði Naviair frá, at allar floghavnirnar eru opnar til klokkan tvey í nátt. Floghavnirnar í Thisted og Aalborg vóru ikki opnar í morgun, men tær lata upp klokkan 10. Danska veðurtænastan sigur, at øskuskýggið rekur burtur frá evropeiska meginlandinum út yvir Norðuratlantshavið, har tað hvørvur so líðandi. Danskar floghavnir opnar Forsetaval í Póllandi