Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 4 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Tað er kalt og ælaveður, men tað tykist ikki nerva teir báðar, Pidda og Magnus. Teir arbeiða hjá fyritøkuni TMT í Trongisvági, og hava fingið tvær samanhangandi uppgávur at loysa fyri bygd ar ráðið í Fámjin: Eina veg breiðking og uppsetan av vatnbrunni. – Sovítt sum vit hava skilt, verða hesir 100 metr arnir gjørdir fyrst. Men verð ur hildið fram longur uppi, skulu so 60 metrar gerast aftrat, siga teir báðir, Piddi Sørensen og Magnus Kristensen, ið hava arbeitt í fleiri ár hjá TMT. Teir hava fyri tað mesta verið tveir um arbeiðið her í Fámjin, onkran dagin tó tríggir. Brent grót Eitt arbeiði sum TMT hevur gjørt nógv av er jørðarbeiði við maskinum, júst sum tað arbeiðið teir nú eru í holtur við í Fámjin. Her er talan um tvey arbeiðir, sum so at siga verða gjørd ísenn. Úrslitið verður í øllum førum, at Traðavegur í bygdini verður breiðk­ aður við yvirskots gróti. Og at ein nýggjur vatnbrunnur verður settur upp omanfyri bygdina. Arbeiðið við nýggja vatn brun­ ninum hevur í mang ar mátar verið einfalt: Brunn urin liggur beint við alfaraveg, soleiðis at maskin urnar lættliga kundu útinna sítt arbeiði. Í øðrum lagi var ætlanin at spreingja fyri og gera pláss fyri brunninum í ein um hamara. Men lukkutíð fyri arbeiðsmenninar, vísti tað seg, at tað varð als ikki neyðugt at spreingja. – Nei, grótið har var so mikið brent, at vit sluppu undan hesum. Tað bleiv sim p elt hen bara grivið bein leiðis í hamaran, greiðir Piddi Søren sen frá. Hestavognar Traðavegur var í síni tíð ein smalur vegur, sum varð ætlaður hestavagnum og slíkum akførum. Í dag er ferðslan tyngri og meiri, kanska mest orsakað av at bygdarskúlin, sum eisini hýsir kommunuskrivstovuni, liggur við vegin. Teir báðir hjá TMT hava arbeitt byrjaðu uppá arbeiðið nakað eftir páskir, og gongst sum ætlað fer alt arbeiðið at taka eina viku aftrat. Og sum Piddi Sørensen stutt staðfestir: – Her var nógv mold undir vegnum. Eg haldi, at hann hevur hildið øgiliga væl. Fyrst 100 metrar Fámjin Tað er neyvan gerandiskostur at ein vegur verður stongdur í bygdini, og tað orsakað av vegarbeiði. Men seinastu vikurnar hevur eingin ferðsla verið eftir Traðavegi í Fámjin - júst av hesi orsøk Tað bleiv simpel then bara grivið beinleiðis í hamaran vegarbeiði Teir hjá TMT hava fyri tað mesta gjørt arbeiðir í Suðuroynni. Tá teir verða lidnir her í Fámjin, fara teir helst til Hvalbiar at arbeiða. – Har skulu vit knúsa grót. Men tað er ikki ordiliga avgjørt enn, sigur Magnus Kristensen. Til Hvalbiar Arbeiðið hjá Magnus Kristiansen (vinstrumegin) og Pidda Sørensen at breiða Traðaveg í Fámjin verður væntandi liðugt í næstu viku Mynd: Jens Kristian Vang 100 ára gomul hús til savnið Eitt av teimum elstu húsunum í Kirkwall (í Valinum) á Tvøroyri, er nú vorðið ogn hjá Tvøroyrar Bygdar­ og Sjóvinnusavni. Fyrr í mánaðinum handaði borgarstjórin, Kristin Michelsen, skeytið uppá matr. nr. 411a við ástandandi sethusum til Jonny Dimon, formann í bygdarsavninum. Talan er um húsini hjá Bakka­Siggu, sum eru bygd umleið ár 1900, og sum hava staðið tóm í meiri enn 20 ár. Húsini vóru upprunaliga bygd sum tvíhús, av manni Bakka­Siggu, Jens Dimon. Síðani er eystari parturin niðurtikin, verður sagt á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu. Í húsunum, sum er einans eru 20­22 fermetrar til víddar, var køkur, stova, tvey kømur og harafturat trý sovipláss á loftinum. Tá ið flest fólk búðu í húsunum, vóru tey umleið 7­8 fólk, men í nógv ár búði Sigga á bakkanum (Sigga Dimon) har einsamøll. Ommusonur Siggu, Poul Dimon, bjóðaði Bygdarsavninum sjálvt húsið, og síðani hevur Tvøroyrar Kommuna eisini keypt grundstykkið, og nú latið tað til savnið. Ætlanin er, at restaurera húsini soleiðis sum tey vóru umleið ár 1920. Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, handar skeytið uppá húsini hjá Bakka-Siggu til Jonny Dimon, formann í bygdarsavninum Mynd: Tvøroyrar kommuna