mikudagur 21. apríl 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Tað er 4. tími í skúlanum, mikudagin
í farnu viku.
Við trý av skúlaborðunum sita
teir tríggir næmingarnir - Hanna
Petersen, Andreas Jacobsen og
Magnus Egilsson Lisberg - og lurta
eftir tí, sum lærari teirra ber fram.
Alvi Mortensen hevur verið
lærari her seinasta hálvtannað
árið, og henda tíman eru tvær læru-
greinir á tímatalvuni samstundis.
Teir báðir, Andreas og Magnus
sum ganga í 6. flokki hava føroyskt,
meðan Hanna í 2. flokki hevur
rokning.
– Vit plaga at leggja tímatalvuna
soleiðis, at tey ikki altíð hava somu
lærugrein sama tíma, greiðir lærari
teirra frá.
Hesin tímin er um at verða
lið ugur, og nú bíða tey eftir at
gestalærari teirra, Trúgvi Strøm
skal koma við ljóðføri sínum og
undirvísa í guittarspæli.
Kanska tey røkka eitt fríkorter
fyrst, annaðhvørt úti ella tey seta
seg við teldurnar.
Saman
Teimum trimum næmingunum í
Fámjins skúla dáma væl at ganga í
skúla, – tó, allir dagar eru ikki eins.
Fyrimunur
teirra,
framum
aðrar næmingar er, at lærarin
hevur góða tíð til tann einstaka
næmingin, og kann hjálpa teimum
við uppgávunum ella evnunum, ið
loysast skulu.
Tey trý - Hanna, Andreas og
Magnus – eru tó samd um, at tað
onkutíð kennist keðiligt, at tey eru
eitt so fá í skúlanum.
Teir báðir dreingirnir eru kortini
í teirri hepnu støðu, at teir hava
seks tímar um vikuna saman við
6. floks næmingum í skúlanum
í Trongisvági, m.a. lærugreinina
handverk&list og ítrótt.
– Hetta er ein sera góð skipan,
tí so eru teir saman við teimum
næmingunum, sum teir skulu
ganga saman við komandi skúlaár,
sigur Alvi Mortensen.
Skipanin er nevniliga hon, at
børnini úr Fámjin ganga seks tey
fyrstu árini í bygdarskúlanum, og
fara síðani til Trongisvágs í skúla.
Sum skilst á teimum, Magnusi
og Andreasi eru teir eisini fegnir
um møguleikan at sleppa hagar
longu nú.
– Ja, tað er altíð gott, tá vit eru
fleiri, siga teir báðir samsintir.
Henda mikudagin í farnu viku
høvdu teir tikið guittarin við í
skúlan. Men meðan Sosialurin
vitjaði í Fámjin, komu boðini um, at
tónleikalærarin mátti fara á fund.
So bleiv einki guitaristarí í dag.
snorri@sosialurin.fo
Lítil men góður
Fámjin - Ja, tað hevði sjálvandi verið betri um vit vóru fleiri í skúlanum. Men tað
gongur fínt sum er, siga teir tríggir næmingarnir í Fámjins skúla.
Fríkorter
Ikki ólíkt nógvum øðrum
næmingum í 6. flokki,
gleða teir báðir, Andreas
og Magnus seg altíð til
tað verður fríkorter, úti
ella við teldurnar.
Tímatalvan er lagalig,
og er ein liðugur við
setningin í einum tíma,
kann ein bara fara víðari
til tann næsta, ella ein
fær eitt sindur longur
fríkorter. Ella kanska at
tey sleppa eitt sindur
fyrri til hús.
Fyrimunurin hjá Hanna
Petersen, Andreas
Jacobsen og Magnus
Egilsson Lisberg er, at
teimum nýtist ikki at
bíða eftir nøkrum bussi,
men kunnu fara beint til
hús.
Lesing
er betri
Hanna Petersen gongur í 2.
flokki og er einasta gentan í
skúlanum hetta skúlaárið.
Henni dámar væl at ganga
í skúla, men rokning er ikki
bein leiðis
hennara
besta
lærugrein.
– Nei, mær dámar betri at
lesa – og at spæla við teldur,
kemur tað stillisliga frá henni.
Skúlin í Fámjin er væl útgjørdur við øllum teimum hentleikum, ið krevjast til ein skúla í 2010. - Her er gott at vera, siga teir
tríggir næmingarnir, Hanna Petersen, Andreas Jacobsen og Magnus Egilsson Lisberg. Lærari er Alvi Mortensen
Mynd: Jens Kristian Vang
Mær dámar
betur at lesa
– og at spæla
við teldur
HAnnA PETErSEn,
2. FLokkur í FáMJInS SkúLA
bygdarskúli