Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 6 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend – Hetta er eitt luftalsliga lítið mál: Tað kostar ikki meiri enn 1 mió krónur og fer at taka eitt ár at fremja, vísir tingmaðurin frá tjóðveldi á. Torbjørn Jacobsen hevur tí sett landsstýriskvinnuni í inn­ lendis málum, Anniku Olsen ein fyri spurning um hetta málið. Her undrast hann á, hví tað hevur tikið so órímiliga drúgva tíð at fáa málið um bakkaverjuna framt. Víst verður á, royndirnar við eini slíkari bakkaverju aðrastaðni í Suðuroy hava verið góðar. Og tí vónar tingmaðurin, at hetta málið kann loysast skjótt. Bindandi semja Sambært skjølum frá Landsverki sum Torbjørn Jacobsen hevur fing­ ið alment innlit í, hevur Famjins Sóknar Kommuna longu í februar mánaði 1984 søkt Løgtingið um stuðul til lending og brimverju. Søkt varð um 500.000 krónur. Nakrar fáar dagar seinni sendi kommunan eitt skriv til Lands­ verkfrøðingin, har heitt verður á stovnin um at gera nakað við vegin, sum gongur frá »Brúgvaroyri« til »Ánna Miklu«. Víst verður á, at tað er stórur vandi fyri, at brimið kann fara við vegnum. Her liggur eisini høvuðs­ vatnveitingin, eins og SEV­ og tele­ fonkaðalin. Eftir samskifti millum teir ymisku partarnar í málinum endar tað við eini bindandi semju, sum brot er tikið úr aðrastaðni á síðuni. So gongur tíðin, og bakkaverjan í Fámjin er av og á frammi í tjaki, valstríði og práti manna millum, serliga millum bygdarfólkið. Ikki illvilji Í november mánaði 2008 sendir Fámjins Kommuna aftur eitt bræv, hesaferð til innlendismálaráðið um sama evnið. Her verður víst á, at støðan ikki er vorðin frægari tey 24 árini, ið liðin eru síðani fyrsta brævið. Her verður tikið eitt sindur í tær gomlu grundgevingarnar fyri bakkaverjuni. Men so verður hetta lagt aftrat: »Tann stóri og prýðiligi strand­ bakkin, ið hevur verið niðanfyri vegin, er minkaður ár undan ári av brimi, og í støðum er bakkin at kalla heilt burtur, og mølin komin heilt at vegnum. Umframt tað sera keðiligu ávirkanina á bygdarmyndina, er eisini vandi fyri landsvegnum«. Víst verður til semjuna frá 2002 um málið, og spurt verður um, nær henda semjan verður til veruleika. Trupulleikin hjá Landsverki hevur ikki verið viljin, men heldur tað at fíggjarliga hevur ikki verið gjørligt at fremja ætlanina í verki. Fyrispurningurin hjá Torbjørn Jacobsen varð settur fram 7. apríl, og skal svarast í næstum av Anniku Olsen. snorri@sosialurin.fo Bíða framvegis eftir bakkaverjuni Fámjin Ikki bara fámjiningar, men eisini tingmaðurin, Torbjørn Jacobsen eru farnir at ótolnast eftir ætlanini at gera eina bakkaverju í bygdini. – Fyrr kundu neytini ganga á beiti niðanfyri vegin. Nú gongur mølin heilt niðan til landsvegin. So her gongur altso bara ein veg, vísa fólk í Fámjin á. Landsverk er stovnurin, sum skal tryggja fámjiningum eina góða bakkaverju. Í einum skrivi frá mars mánaði 2009 verð ur sagt, at tey hava ikki mett seg føran fyri at fara undir arbeiðið við teirri vanligu rakstrarjáttanini til landsvegahald. Hartil meta tey, at ávís atlit skulu takast, táið farið verður undir verkætlanina: • at gera eina rætta og vælvirkandi brimverju • at øll landafrøðilig og estetisk atlit verða tikin • at náttúruverndarlig atlit verða tikin • at avrenningarviðurskiftini oman fyri vegin verða tryggjað • at ongar forðingar viðvíkjandi grindadrápi verða gjørdar • at atgongd til mølina verður tryggjað Til endans staðfestir Landsverk, at nevndu viðurskifti gera, at neyðugt verður at taka málið upp til nýggja viðgerð soleiðis, at ein heild­ arætlan fyri økið kann verða gjørd, sum kann verða góðkend av øllum viðkomandi myndug­ leikum. Serlig atlit Tann stóri og prýðiligi strandbakkin, ið hevur verið niðanfyri vegin, er minkaður ár undan ári av brimi, og í støðum er bakkin at kalla heilt burtur Semja um bakkaverju Brot úr semjuni millum Fámjins bygdanevnd og Landsverkfrøðingin frá 4. apríl 2002: »Landsverkfrøðingurin leggur grót fram við sandabakkanum, umleið 300 rúmmetrar, hampar afturumaftur og reinsar Ánna Miklu niðri í mølini, tá bygdanevndin og Landsverkfrøðingurin meta tørvur er á tí. Í trimum støðum verður gjørt soleiðis, at gott er hjá fólki og kríatúrum at ganga millum sandabakkan og fjøruna. Hetta verður gjørt samstundis, sum grótið omanfyri verður lagt.«