Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 8 Sosialurin Oyggjablaðið Besta sta Snorri Brend 16 kilometrar til umheimin! Longri er tað ikki úr Fámjin til Tvøroyri. Men hetta er kortini ein fjarstøða, sum fær mong at ivast í, um nakað gott kann koma úr fjarskotnu bygdini á vestursíðuni á Suðuroynni. Skulu tey av bygdini, er neyð­ ugt at fara upp í fjøllini at koyra, eftir bæði smølum og krókutum vegi. Ein tunnil hevur ofta verið frammi í politiskum tjaki, men enn einki hent í hesum máli. Fyri fámjins­kvinnuna, Aslaug í Smiðjuni er Fámjin snøgt sagt BYGDIN. Her er hon sjálv vaksin upp; her bygdu hon og maðurin sær hús í 2004; her vil hon búgva; og her ynskir hon somuleiðis, at børn hennara skulu vaksa upp. ­ Fámjin, ­ ja, tað er simpelthen besta staðið á jørðini. Eg fari so ongan veg, slær Aslaug fast. Bygdarfólkið kann eisini fegn ast um, at fleiri aðrar ungar familjur eru búsettar her tey seinnu árini. Og so seint sum í vetur flutti fólk inn í eitt nýbygt hús í Fámjin. Tora út at spæla Hyggur tú eftir fólkatalinum í bygdini her á vestursíðuni á Suður oynni sæst, at tað væl er minkað síðani 1985. Men tað er ongatíð farið niður um 100 tey seinastu 25 árini. Eitt skifti herfyri var talið lækk að kanska í heldur meira lagið. Tað sæst aftur í lága talin­ um av skúlanæmingum í dag – bert tríggir frá 2. til 6. flokk. Komandi ár kemur ein í 1. flokk, meðan teir báðir í 6. flokki fara til Trongisvágs at halda fram við skúlagongdini. Sum víst á aðrastaðni á síðuni, eru rættiliga nógv børn undir skúlaaldur í Fámjin. Hetta ger uttan iva eisini sítt til, at familjur við børnum verða búgvandi her. Aslaug trívist í øllum førum sera væl í heimbygdini. Og hon sær nógvar fyrimunur við at búgva í eini so lítlari bygd – fyri­ munir, ið onnur kanska ikki duga eins væl at síggja sum hon. – Tað eru serliga børnini, ið eg hugsi um. Her er sera frítt at fara um hjá teimum, og tí er tað ikki farligt at lata børnini fara út at spæla, t.d. í ánni, á vegnum ella niðri í mølini. – Og eg rokni eisini heilt sikk­ urt við, at vit tora betri at lata okk ara børn fara út at spæla, enn tey gera t.d. í Havn og aðrastaðni. Fámjin er eitt paradis hjá børnum, slær hon fast. Av tí at tey eru so fáment, er fólkið, serliga tær ungu familj­ urnar knýtt rættiliga nógv sam­ an. – Ja, vit hava sjálvandi ein bindiklubba, og tá vit fara út, eru vit ofta øll samlað saman. Vit hava eisini ein sparkivøll, sum mannfólkið serliga ger gagn av, men konufólkini hava tó eisini roynt hann, sigur Aslaug við ein­ um brosi. Í Fámjin finst haraftrat eitt bygdarhús – Vesturhøll – har tey av og á koma saman til ymist. Ringt at flyta til Tá allir hesir fyri mun irnir eru reks aðir upp, hevur tað sjálvandi sín ar vansar við at búgva so langt frá teim størru pláss un um og øllum tæn ast­ un um, ið ein fær har. Tað eru nøk­ ur ár síðani hand ilin lat aft u r. Tó plagar ein cafe/kiosk at vera opin um summ ar ið. Her møt ast ofta foreldur við børn un um, har tey fáa eitt gott prát saman. – Ája, tað er eitt sindur óhand­ ugt, at vit ikki hava ein handil, og ikki hava møguleika at keypa inn her í bygdini. Og so er heldur einki arbeiðspláss, men fólk arbeiða á Tvøroyri ella í Vági, og fáa børn síni ansaði har. – Men vit hava bara vant okk um við tað. Støðan er bara soleiðis, og eg kenni so ikki til nakað annað, sigur Aslaug. Hon ar beið ir sjálv á Tvør oyri, og tek ur børn ini við sær, tá hon fer til arbeiðis og heimaftur við eftir lok­ n an ar beiðs ­ dag. Fyri mun­ urin hjá henni í so máta er, at hon bert ar beiðir aðru hvørja viku. Hesa vik una er hon heima, men koyrir onkutíð ein túr við onkr um av buss un um hjá mann­ in um – Ann ars fari eg út at trilla, og tá møti eg ofta øðr um mamm um. Og tá endar tað onku tíð við, at vit fáa okkum ein kaffimunn saman. snorri@sosialurin.fo Fámjin – Her pragtfult at búgva, stilt og friðarligt, og øgiliga gott hjá børnum at vaksa upp, sigur 32 ára gamli sjúkrarøktarfrøðingurin, Aslaug í Smiðjuni. Sjálv kundi hon í løtuni ikki hugsað sær at búð nakra aðrastaðni, enn her í heimbygd hennara, Fámjin Navnið Fámjin er sjáld­ samt, og torført er hjá málfrøðingum at týða, hvønn uppruna tað hevur. Men gomul søgn sigur, at bygdin fyrr æt Vesturvík, men tað finnist ongin skriv­ lig kelda, ið nevnir Fámjin fyri Vesturvík. So hendi tað, at maður í bygdini og sonur hansara fingu fatur á tveim um konu­ fólkum av einum fronsk­ um skipi, ið lá uttanfyri. Tá ið skipsmenninir sóu, at teir róðu til lands við teimum, fóru teir at rópa: femme mien, femme mien! Soleiðis skuldi bygdin broyta navn. Brim kom og skipið sigldi burtur. Feðgarnir tóku sær hesar báðar til konu. Mangir sterkir avrekskappar sigast at vera komnir undan teimum. Best hugsandi er at navnið hevur okkurt við »fóm« (skúm) at gera, tí oftani er sera nógvur skúmur í mølini tá ið brim er og tað samstundis er nógvur gróður í sjónum Kona mín