mikudagur 21. apríl 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71
Sosialurin
Oyggjablaðið
að á jørð
Saman við hinum ungu familjunum í bygdini
trívist Aslaug í Smiðjuni her í Fámjin. Og tað
ger hon, hóast hon má koyra til Tvøroyrar at
útinna starv sítt sum sjúkrarøktarfrøðingur
á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
– Hetta er bara nakað sum eg havi vant meg
til. Eg gangi ikki dagliga og hugsi um, at eg
skal koyra hetta strekkið, slær hon fast.
At tað lutvíst eru so nógvar ungar familjur
í bygdini, hevur sjálvandi sína orsøk: Flestu
teirra eru annaðhvørt uppvaksin her, ella
hava búsett seg her saman við makanum.
Í Aslaugsa føri var hetta ikki neyðugt, tí
maðurin eisini er ættaður hiðani úr bygdini.
Sama ger seg galdandi fyri systur hennara,
sum eisini hevur maka úr bygdini.
– Ja, tað vísir seg at vera lættari at fáa
fólk at búseta seg her, um annar parturin
er hiðani. Eg trúgvi ikki at fólk koma higar
aðrastaðni frá, sigur Aslaug.
Maki úr bygdini
búseting
Saman við manninum, Arnbjørn í Smiðjuni,
fluttu tey inn í nýggj hús í Fámjin fyri seks
árum síðani. – Her trívast vit sera væl, sigur
32 ára gamla Aslaug, sum her er avmyndað
saman við manni og trimum børnum teirra
Mynd: Jens Kristian Vang
12
BØRN
Tá fólkatalið á Fámjin var uppá
tað mesta – í 1993 – búðu 135
fólk her. Í farna mánaði var
talið 108 fólk.
Tað sum kortini er serstakt við
hesi bygdini, sum mong meta
sum fjarskotna er, at ikki færri
enn 12 børn eru undir skúla
aldur.
Hetta svarar til væl omanfyri
10% av íbúgvunum, og skuldi
í so máta borga fyri eini bygd
við framtíð.