mikudagur 21. apríl 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71
10
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Tey sita og hugna sær í stovuni. Tað
er týðiligt at hoyra, at tey hava tað
gott saman við hvørt annað.
Við borðið sita teir fýra næm
ingarnir og starvsfólkini og fáa sær
omaná. Tey hava júst etið ein góðan
døgurðabita, og nú er desserturin á
skránni.
Prátið gongur so lystiliga millum
tey, og láturbrølini hoyrast langan
veg. Onkur tosar føroyskt og onkur
annar enskt.
Døgurðatímin er um at vera
liðugur, so nú hevði verið gott við
einari fríløtu ella einum blundi.
Klokkan 14 byrjar næsti tímin,
og tað ræður um at vera væl fyri
reikaður. Á skránni henda tíman
er – so løgið tað ljóðar – ikki undir
vísing um Gud ella um onnur
bíbilsk viðurskifti. Als ikki.
– Nei, nú verður tað meiri prak
tisk undirvísing um andaligt arbeiði
í øðrum londum. Tí í næstu viku
(t.v.s. í morgin, hósdagin, blaðm.)
fara vit í outreach, greiðir 23 ára
gamli Rógvi Esmar Jacobsen frá.
Gongst sum ætlað og veður
gudarnir verða teimum til vildar,
verður leiðin løgd ímóti Manchester
og Polen teir næstu tríggjar mán
aðirnar.
– Hetta gleði eg meg til, sigur
ungi strandingurin, sum hevur
gingið á lærusveinaskúlanum síð
ani í januar mánaði í ár.
Í herin
Fyri Rógvi Esmar Jacobsen var
eingin ivi um, hvat hann skuldi
brúka hetta komandi árið til.
Spurningurin til hansara er,
hvussu hann endaði her á Tvør
oyri – ella rættari sagt: Hvussu
kunnu hesir mánaðirnir á læru
sveinaskúlanum møguliga gerast
byrjanin til eina tænastu fyri
gleðiboðskapin?
– Eg kom her við einum einasta
í huga: At læra meiri um Bíbliuna
og um Gud, og síðani at fara út
í missión fyri at gera mun hjá
teimum, ið treingja til hjálp, greiðir
hann íðin frá.
Áðrenn hann fór á skúlan,
hevði hann gingið til møtir hjá
samkomuni Kelduni í Skálafirði.
Har hevði hann hoyrt um læru
sveinaskúlan á Tvøroyri. Nógv av
hansara vinfólkum høvdu eisini
verið á skúlanum, og lótu væl at.
– Faktist hugsaði eg longu um at
fara á henda skúlan, áðrenn eg fór í
danska herin á sinni. Men tað bleiv
so øvugt, og tað eri eg bara glaður
um í dag, sigur Rógvi Esmar við
brosi á kinn.
– Undirvísingin hevur í øllum
førum svarað til væntan mína um
skúlan.
Gagnligt
Rógvi Esmar Jacobsen hevur gingið
til kristiligar fundir í longri tíð, og
hevur sitið undir mongum góðum
og ymiskum talum og talarum.
Tað hevur hann eisini gjørt her
á lærusveinaskúlanum, men ein
veldigur munur hevur kortini verið:
Dýpdin í undirvísingini.
Á skúlanum hava tey havt bæði
føroyskar og útlendskar undir
vísarar, og hava allir hesir verið
sera dugnaligir. Hesir hava tikið
upp eitt ávíst evni hvørja viku, sum
undirvíst hevur verið í samfullar 16
tímar.
– Eg eri faktist glaður fyri,
at vit bert hava havt 16 tímar í
hvørjum evni. Undirvísingin er
góð, viðkomandi og sera persónlig,
og ein verður tí noyddur at lata tað
búnast í einum, soleiðis at ein kann
fáa ordiliga fatur á tí.
– Og tú skilir, at við so ymiskum
og so grundleggjandi evnum, er
tað orkukrevjandi at sita til slíka
undirvísing. Men tað hevur verið
øgiliga gott og gagnligt fyri meg,
greiðir hann frá.
– Eg eri í øllum førum vorðin
meiri grundfestur í Guds orði.
Amboð
Evnini hava verið so ymisk, m.a. um
hvør Gud er, Bíbliuna, kristna lívið
og tað at fara út í missión.
Í næstseinastu viku var evnið
tilbiðjan, meðan tey í farnu viku
hava tosað um tað at fara út í missi
ón og praktiskt andaligt arbeiði í
øðrum londum.
– Ja, eg havi sjálvandi hoyrt
nógvan góðan boðskap í Kelduni.
Men tað er sjálvandi avmarkað,
hvussu nógv ein talari á einum
talarastóli kann fáa sagt eftir bert
einum tíma.
– Her á Tvøroyri verður farið sera
grundiga til verks. Av tí sama er ein
komin meiri runt um tey ymisku
evnini, – tú veit, grundigari og meiri
í dýpdina. Og tað hevur verið sera
gott, slær Rógvi Esmar fast.
Hinvegin hevur undirvísingin
Ein lærusveinaskúli
ella Discipleship Train
ing School (DTS) er eitt
seks mánaðar langt
tíðar skeið við missi óns
felagsskapinum »Youth
With A Mission« – stytt:
YWAM. 12 vikur av tíð ini
er undirvísing og upp lær
ing, meðan næmingarnir
í aðrar 12 vikur fara út í
onnur lond at virka.
Skúl in verður hildin á
Tvør oyri og byrjaði í jan
uar í ár.
Hvørt ár eru tað yvir
10.000 ung kring heim in,
ið taka henda seks mán
aðar lærusveinaskúlan
hjá YWAM. Í Føroyum eru
tey hesaferð fýra í tali.
Heimasíðan hjá YWAM í
Føroyum er
www.ywamfo.com
Lærusveina
skúli á
Tvøroyri
Tað er líkamikið um vit
tosa um Føroyar, Suðurafrika
ella Brasilia, so arbeiðir Gud á
undurfullan hátt
RASA MikSYTE úR LiTAviA
Við BíBliuni í
Tvøroyri Tað undraði helst mong, tá
tað frættist at ein nýggjur skúli skuldi
setast á stovn á Tvøroyri fyri nøkrum
árum síðani. Hetta var ikki ein vanligur
skúli, men ein kristiligur lærusveinaskúli.
Hetta var nýtt fyri meg. Men eg má
siga, at eg havi fingið sera nógv burturúr
síðani í januar bæði andaliga og
persónliga, sigur ein av næmingunum,
Rógvi Esmar Jacobsen av Strondum.