mikudagur 21. apríl 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71
Sosialurin
Oyggjablaðið
eisini verið skipað soleiðis, at um
evnið hevur verið ov víttfevnt,
hava næmingarnir fingið nøkur
per sónlig amboð at arbeiða víðari
við tekstinum.
Soleiðis kundu vit hyggja nærri
eftir tí ávísina evninum heima
við hús, samstundis sum vit fáa
heildarmyndina við.
Kostar
Sambært upplýsingum á heim asíðuni hjá »Youth With A Mission«
í Føroyum, ella »Ung í Trúarverki« kostar tað umleið 38.000 krónur
at ganga á skúl anum.
Hesa upphæddina varð Rógvi Esmar Jacobsen eisini noyddur at
útvega sær.
– Eg var í teirri hepnu støð uni, at eg var í herinum í Af ghanistan,
og har vóru ikki so stórir møguleikar at brúka pengar.
– So eg átti nakað av peningi eftir, soleiðis at kundi sleppa á
skúlan á Tvøroyri. Eg haldi faktist, at hesir pengarnar hava verið
væl útgivnir, sigur hann við einum brosi.
– Ein av vinum mínum fortaldi
mær um henda skúlan í Føroyum.
Hon hevði sjálv undirvíst her, og tí
hevði eg hug at royna hann, sigur
einasti
útlendski
næmingurin
á skúlanum, Rasa Miksyte úr
Litavia.
Sjálv hevði hon ikki minstu
hylling á, hvar Føroyar lógu. So
har var ikki annað at gera, enn at
googla eftir Føroyum.
– Nú havi eg verið her síðani í
januar, og hetta hevur verið ein
sera góð tíð, slær hon fast.
27 ára gamla Rasa vísir serliga
til undirvísingina, sum hevur
verið góð og grundleggjandi.
Undirvísarar
eru
komnir
úr
mongum
ymiskum
londum.
Serliga fegin hevur hon verið um
undirvísingina í, hvør Gud veruliga
er og hvat hann ger kring heimin.
– Tað er líkamikið um vit
tosa um Føroyar, Suðurafrika
ella Brasilia, so arbeiðir Gud
á undurfullan hátt. Hann er
tann sami her á landi sum alla
aðrastaðni, og hann kann fram
vegis gera sín gerning í og við
menn iskj um.
Hvat Rasa fer at gera aftaná
uppihaldið á lærusveinaskúlanum
á Tvøroyri, veit hon ikki.
– Beint nú biði eg um, hvørt
eg skal fara á annan læru
sveinaskúla ella um Gud ætlar
okkurt heilt annað við mær.
– Eg eri í øllum førum
opin fyri teirri leið, sum Gud
fer at vísa mær á, sigur Rasa
Miksyte.
snorri@sosialurin.fo
Bíðar eftir svari
Eitt hermót og
annað
Rógvi Esmar Jacobsen av Strond
um hevur roynt eitt sindur av
hvørjum.
Men
leygardagin
20.
juni
í fjør gloymir hann ongatíð.
Henda dagin var hann staddur
í donsku herdeildini í Helmand
landslutinum í Afghanistan.
Akfarið hann var í, koyrdi
á eina minu, og slapp hann frá
ógvusligu hendingini við einum
minni skaða.
– Ja, uha, eg slapp væl frá
hendingini. Eg valdi kortini at
vera har til í oktober, og kom tá
heim aftur, greiðir 23 ára gamli
strandingurin frá.
Spurningurin var, hvat hann
so skuldi takast við. Men hug
skotið kom tá fram um at fara á
lærusveinaskúlan á Tvøroyri. Og
her byrjaði hann í januar mánaði.
Hann fekk svar upp á henda
fyrra spurningin. Men tann seinni
spurningurin í lívi hansara krevur
eisini eitt svar: Hvat nú?
– Eg veit ikki rættiliga. Spurdi
tú meg, áðrenn eg fór í herin,
hevði eg uttan iva givið tær eina
langa talu um, hvat eg ætlaði mær,
hvørja útbúgving eg kundi hugsað
mær og so framvegis.
– Men nú, eftir at hava
sæð heimin, – tja, tað hevur
broytt so mangt í mínum
lívi. So eg veit ikki rættiliga,
hvat eg fari at gera, tá hesin
skúlin er liðugur. Nei, eg veit
satt at siga ikki, sigur 23 ára
gamli gamli Rógvi Esmar Jacobsen
hugsunarsamur.
snorri@sosialurin.fo
Tey á lærusveinaskúlanum á
Tvøroyri hava fingið sær eina
fríløtu - vinstrumegin: Rógvi Esmar
Jacobsen, Strendur; Rasa Miksyte,
Litavia; Senøva Petersen úr
Sandavági, búsitandi í Havn; Sára
Tóra Dam, Porkeri; Hervør Knudsen
úr Havn, búsitandi í Porkeri
og aftast leiðarin á skúlanum,
Sanna Smith Hammer úr Hovi
Mynd: Jens Kristian Vang
hond
næmingar
– Gud hevur stórar ætlanir við Føroyum, sigur 27 ára
gamla Rasa Miksyte úr Litavia. Hon er einasti útlendski
næmingurin á lærusveinaskúlanum á Tvøroyri
Mynd: Jens Kristian Vang
- Henda tíðin á lærusveinaskúlanum á Tvøroyri hevur givið
mær eitt djúpri forstáilsi av Bíbliuni og hvør Gud er, sigur 23
ára gamli gamli Rógvi Esmar Jacobsen av Strondum
Mynd: Jens Kristian Vang