mikudagur 21. apríl 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71
12
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Einum nýtist bert at ganga eftir
ljóðinum fyri at finna teir báðar,
Óla og Monrad.
Í kjallaranum í einum út bygd
um sethúsum innarlaga á Trong
isvágsfirði situr Monrad við eina
av serbygdu maskinunum á
virkinum bankimaskinuna.
Henda hósmorgunin í farnu
viku er fiskaframleiðsla, sum ikki
einaferð á skránni. Fyrr var eisini
illa á einum slíkum virki. Men í
dag skal turrur fiskur í kilovís
bankast, áðrenn hann verður
pakkaður.
Hann hevur frammanundan
hingið uppi at turka, men er nú
búgvin til víðari framleiðslu á
sama staði.
Óli Johansen sjálvur rokast
við at viga nakrar saltkjálkar í
posar. So er tað arbeiðið ikki eftir,
tá hann næstu ferð ætlar sær til
Havnar at selja.
Starvsfelagi hansara, Monrad
Augustinussen situr í einum
øðrum rúmi, og hevur eisini úr
at gera.
Taktfast, sum var talan um ein
robot, fer tað eina flakið fyri og
annað eftir ígjøgnum maskinuna
nakrar ferðir, inntil hann er
nøgdur. Hetta er nú eisini klárt
at koyra í posar til víðari sølu.
– Eg havi verið á sjónum í
nógv ár, greiðir Monrad frá.
Men at arbeiða á landi er eisini
fínasta slag.
Turt og ræst
Á Tanganum á Tvøroyri hevur
Óli Johansen bygt sær upp
eitt lítið virki til framleiðslu av
fiskavørum.
Í fyrstu atløgu sær virkið ikki
út av so nógvum. Men tað hevur
kortini eydnast teimum í Eldborg
at gera seg út við so mongum
sum 16 ymiskum fiskavørum.
Hesar fiskavørurnar eru frá
feskum til saltað, frá turrum
til ræst við rættiliga ymiskum
fiska sløgum.
Hóast teir í dag kunnu
bjóða fram nógv ymisk sløg
av fiskavørum, so byrjaði tað í
roynd og veru við eini einstakari
vøru sølu av kalva.
Hetta var fyrst í 90’unum, tá
Óli sjálvur byrjaði at selja kalva
til viðskiftafólk uttanlands.
– Ja, tað vísti seg, at hetta
gekk væl, tí áhugin var stórur
fyri før oyska fiskinum, greiðir
hann frá.
Til høvuðsstaðin
So hvørt sum virksemið øktist,
varð neyðugt at fáa sær egnaði
høli til framleiðsluna.
Óli fekk innrættað sær góð
høli á Tvøroyri, og í dag er talan
um sera fjølbroytt virksemi út
frá Eldborg, hvørs navn kemur
frá einum av bátunum hjá Óla.
– So vísti tað seg, at fólk í Før
oyum eisini vildu keypa kalva frá
mær. Og síðani er virksemið bara
vaksið og vaksið, eins og úrvalið
er vorðið enn meiri fjølbroytt,
greiðir Óli Johansen frá.
Ein dagin kom hugskotið um
at kanna eftir, um fólk aðrastaðni
kring landið dámdu fiskavørur
hansara. Mundu fólk í Havn
eis ini hava áhuga fyri hansara
fiska vørum?!
Sum sagt, so gjørt. Og líkt er
til, at fólk í høvuðsstaðnum hava
givið tí gætur, tá útvarpslýsingar
boða frá, at nú er suðringurin
aftur í Havn við fiskavørum.
– Tað vísti seg, at eisini her
var stórur áhugi. Og so langt
eru vit komnir í dag, tí áhugin er
framvegis til staðar.
Gott stríð
Eitt er sjálvandi framleiðslan,
men uttan góða rávøru ber illa
til at fáa eina líkinda fiskavøru
burturúr.
Óli fylgir tí væl við, hvat er at
fáa til keyps á teimum ymisku
fiskamarknaðunum kring landið.
Og er okkurt gott at fáa til keyps
í Sørvági, Toftum, Klaksvík ella í
Suðuroy, liggur hann framvið.
Fiskurin kemur til høldar
á virkinum, har hann og aðrir
mans skera fiskin m.a. til flak
og kjálkar. Hetta er stórarbeiði,
og tí hevur hann ofta fleiri aðrar
mans aftrat sær til hetta.
Tá alt er skorið og reinsað
verður tað saltað sum skal
saltast; tað sum skal heingjast
upp verður hongt upp niðri við
sjóvarmálan; og tað sum er fekst
verður hagreitt og fryst.
– Jú, halt kipp, tað er eitt gott
stríð at rigga alt til. Men satt
at siga, bilar tað ikki, tí mær
dámar væl at arbeiða, sigur Óli
Johansen við einum brosi.
TurT og ræs
Til føroying
Tvøroyri – Fái eg bara fólk at keypa eina einastu ferð frá mær, so koma tey heilt sikkurt aftur, sigur
Óli Johansen, sum eigur virkið »Eldborg« á Tvøroyri. Íalt framleiðir hann 16 ymiskar fiskavørur
Tað er eitt gott stríð at
rigga alt til. Men satt at siga,
bilar tað ikki, tí mær dámar
væl at arbeiða
Óli JohanSen
Tað byrjaði faktiskt við,
at hann bað meg hjálpa sær
at egna nakrar stampar
Monrad auguStinuSSen
Bankar fisk
Liðin eru eini tvey ár, síðani
Monrad Augustinussen byrjaði
at arbeiða hjá Óla.
– Tað byrjaði faktiskt við, at
hann bað meg hjálpa sær at egna
nakrar stampar, greiðir Monrad
frá.
Óli hevði brúk fyri meiri hjálp
frá Monradi. Nakað eftir hetta
varð hann spurdur, um at koma
til arbeiðis í framleiðsluni av
fiskavørum til føroyska markn
aðin.
– Eg játtaði so, og nú arbeiði eg
einar tveir dagar um vikuna her,
onkutíð meiri.
Hesar dagarnar eru ymiskar
uppgávur at loysa, m.a. at skera
kjálkar og at flekja fiskin, sum
síðani verður hongdur upp at
turka. Ella Monrad situr við ta
serstøku bankimaskinuna.
– Við hesi maskinuni gongur
tað bæði skjótt og væl, sigur hann
við einum brosi.
– Við hesi maskinuni er tað
eitt spæla at banka tann turra
fiskin, sigur 66 ára gamli
Monrad Augustinussen. Hann
er upprunaliga vágbingur, men
hevur búð á Tvøroyri síðani 1970
Mynd: Jens Kristian Vang
bankar