Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 Sosialurin Oyggjablaðið Áki Bertholdsen Nú er aftur klárt at fara undir kola­ grevstur í Hvlaba. Hetta eru uttan iva kær kom in tíðindi fyri mong, tí eftir spurn­ ingurin eftir koli er stórur og nú er eitt heilt ár síðani, at ein kolamoli seinast varð høgdur í Hvalba. Og nú teir aftur fara at høgga kol, verður tað í eini nýggjari minu undir Prestfjalli. Tað hevur gingið illa at gera inn takið til nýggju minuna, tí tað hevur rapað í aftur so hvørt. Men eftir at teir hava fingið portalar úr stáli, at seta í inntakið og sum røkka 15 metrar inn í minuna, hevur borið betri til. Poul Laust Christiansen, stjóri í Roynds Kolasølu sigur, at væntandi verður tað longu seinast í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku, at teir leggja til brots í nýggju minuni við hakkara og skovl at høgga kol. Hann sigur, at hendan minan er løgd har hon liggur, eftir at teir hava skotið seismikk í fjallinum fyri at vita, hvar tann besta kolalindin er. Og fyribils royndirnar vísa eisini, at í nýggju minuni er nógv meiri kol enn í gomlu minuni. Í gomlu minuni var tað mesta, teir høgdu, grót og eyrur, tí kolalindin var bara einar 20 sentimetrar til tjúgdar, ella minni enn tað. Lindin í nýggju minuni er kanska ein metur og harafturat er hon nógv reinari. – Tí verður talan um eina heilt munandi effektivari drift í nýggju minuni. Nú ein dagin høgdu teir seks sekkir í eini roynd og teir siga, at talan er um gott og reint kol. Ein partur av tí var nýrakol, sum hevur nógv hægri brennivirði enn van ligt kol. Fáa aftur kol úr Hvalba at verma seg við KOLAGREVSTUR Um eina viku verður sett á aftur at høgga kol í Hvalba, eftir at driftin hevur ligið still í eitt heilt ár 300 SEKKIR BÍÐA Tað er rættiliga stórur eftirspurningur eftir koli úr Hvalba. Og Poul Laust Christ­ ian sen, stjóri í Roynds Kola sølu, væntar, at eftir spurn ingurin fer at hækka so hvørt sum olju prísurin hækkar. Hann sigur, at bíði­ list in eftir at fáa kol úr Hvalba er langur og dag og dag liga verður ringt úr øllum landinum eftir koli. Men mett verður, at eftir spurn ingurin er væl størri, tí tað eru eyðvitað nógv, sum ikki ómaka sær at biðja um kol, tí tey vita, at onki er at fáa. Til sam ans hava teir bílegg ingar upp á 300 sekkir, sum teir vóna at fáa av greiddar, sum skjótast. Enn eru tað nøkur hús í landinum, sum bara hava kol at líta á og tey fara at fáa kol fyrst og so koma hini aftan á. Lokka ferða fólk til kola­ min urnar Kolaminurnar í Hvalba hava í nógv ár verið væl umtókt ferðamál. Í kolaminuni hava ferða fólk fingið høvið at sæð, hvussu kol varð høgt fyrr í tíðini, tí amboðini, kola menn inir brúka nú á døgum eru tey somu, sum teir altíð hava brúkt. Og nú tey eru farin undir eina nýggja minu, er ætlanin er at gera kolavinnuna enn meiri ferðafólkavinarliga. Eitt nú er ætlanin at fáa streym og elektriskt ljós í min­ una. Men tað, teir eru mest spent upp á, er, at ætlanin er at grava minuna tvørtur ígjøgnum fjallið og útaftur mitt í berginum vestanfyri, tað er í Skorðunum, teir kalla. – Tað verður uttan iva naka ð, vit kunnu brúka í ferðavinnuhøpi, sigur Poul Laust Christiansen. Akkurát, hvussu tey skulu skipa hetta ferðamálið, hava tey ikki gjørt sær greitt. Men fáa tey eitt hol mitt í berg inum, ivast tey ikki í, at okk urt skilagott kann spyrjast burtur úr tí í ferða vinnuhøpi, tí útsýnið haðani er so stórfingið sum fáa aðrastaðni í verðini. Nær, teir hava høgt ígjø gnum, er ilt at siga. Tað veldst um, hvussu miðvíst teir fara eftir tí, ella um teir fara at hugsa mest um kolið og tískil fara at gera tvørtriftir á vegnum. Men í øllum førum kann vænt ast, at í besta føri ganga nøkur fá ár nøkur fá ár, áðrenn skotið er ígjøgnum. Nýggja kolaminan skal eisini vera ferðafólkavinarlig KOLAMENN Teir vænta, at tað fer at liggja væl fyri at høgga kol í nýggju minuni. Teir hava tikið nakrar royndir úr nýggju minununi og tað vísir seg at vera gott kol. Her er tað Mortan Garðshamar, sum vísir okkum eitt kolapetti