mikudagur 21. apríl 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71
14
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Ein av teimum 40 kvinnunum, sum
møttu upp á Hotel Øravík hetta,
kvøldið var 18 ára gamla Ninni
Holm úr Hvalba.
Ninni hevur altíð dámað væl at
røra seg og at íðka. Í síni tíð spældi
hon hondbólt, men er nú givin við
hesi
ítróttargreinini.
Íðkingina
hevur hon kortini ikki lagt frá sær.
– Nei, eg eri einar fýra ferð ir
um vikuna til fitness í venj ing ar
hølunum úti í Froðba, greiðir hon
frá.
Umframt hetta dámar henni
væl at hyggja eftir morgun send
ingunum hjá TV SHOP á donsku
sjónvarpsrásini TV3. Her hava tey
eisini mangan víst, hvat zumba
fitness er.
– Hetta sá ógvuliga cool út, og eg
helt at hetta var eitt spennandi slag
av fitnessi. Og tá eg so sá lýsingina
um, at zumbafitness bleiv her í
oynni, vildi eg absolutt prøva tað,
sigur 18 ára gamla Ninni.
Hóast hetta slagið av fitness er
ætlað bæði monnum og kvinnum,
vóru tað bara kvinnur møttar upp
til tiltakið.
Ninni kundi tó fegnast um, at
kvinnur í øllum aldri vóru við
kvinnur í góðum aldri heilt niður í
gentur í fóltaskúlaaldri.
Sveitti og hugni
Zumbafitness er ein øðrvísi dansur,
men tann einstaki luttakarin nýtist
hvørki at vera góður dansari ella
fitnessserfrøðingur fyri at vera við.
Tað umráðandi er, at luttakararnir
hava tað stuttligt, meðan teir íðka.
Hóast Ninny Holm er ung og í
góðari venjing, so mátti hon við
ganga, at hesin eini zumbatímin í
Øravík hevði verið bæði stuttligur
og harður.
– Ja, eg fekk sveittan fram,
bæði væl og virðiliga, greiðir hon
brosandi frá. Tað sama kunnu helst
allar hinar 40 kvinnurnar siga.
Ninni bleiv beinanvegin spent
uppá tiltakið, og ætlaði at fáa eina
vinkonu við sær. Henda kom tó
ikki, men hon fekk so eina aðra at
koma við sær.
– Og tá eg so kom higar til
Øravíkar sá eg, at ein onnur vinkona
úr Trongisvági eisini var her.
– Jú, hetta hevur verið eitt sera
gott kvøld, slær Ninni fast.
Møguleiki er eisini hjá fólki at
bíleggja sær eina fløgu, har tær
ymsu venjingarnar verða vístar
afturvið góðum tónleiki.
– So kann ein bara blíva við og
við at íðka zumba.
snorri@sosialurin.fo
Úr Hvalba til zumba
Øravík – Hetta sá so cool út, og tí hevði eg hug at royna tað, sigur Ninni Holm úr
Hvalba. Mikukvøldið í farnu viku royndi hon sjálv, hvat zumba-fitness er
VÆNTAÐI
10
Tað er Margretha í
Punta byrgi sum skipaði
fyri til takinum í Øravík.
Sum skilst, hevði hon í
roynd og veru bara vænt
að 10 lut takarar, men tá
avtornaði vóru einar 40
kvinnur samlaðar.
Undirtøkan fyri at halda
fram við tiltakinum var
so stór, at Margretha
mátti aftur í zumbaeldin
bæði um vikuskiftið og
aftur í hesi vikuni. Jú,
suðuroyingar fingu av
sonnum rørt seg.
hart
– Hetta hevur verið ein harður tími. Og eg
vænti, at onkur verður ring í andsperru
í morgin, sigur 18 ára gamla Ninni Holm
sum dámar væl at íðka zumba-fitness
Mynd: Jens Kristian Vang
Nokk at gera í Vági
Tað hevur verið nógv virksemi á lemmavirkinum Rock Trawldoors í Vági higartil í ár. Suðurrás skrivar, at
teir hava m.a. gjørt fleiri sett av lemmum til Íslands, og sambært stjóranum, Hans J. Joensen íslendingar
teir væl at teimum. Seinastu vikurnar eru framleidd m.a. eitt sett av trollemmum til ein íslendskan
trolara, eitt flótitrolsett til eitt koreanskt skip, og nú skulu tvey sett uppá 7 fermetrar til Spaniu. Síðani
skulu vit gera eitt stórt sett til ”Artic Viking” og so eitt til ”Polar Nanoq” og til ”Jens Leon”. Aftaná tað koma
tvey stór sett til Noregs og fýra sett til Grønlands, upplýsir Hans J. Joensen. Afturat hesum skulu teir
eisini framleiða eina rúgvu av besløgum til alivinnuna og annað. Tað gekk heldur striltið í heyst at fáa
ordrar, men nú verður vónað at meiri arbeiði verður framyvir. Sum nú er, verður væl av arbeiði fram
móti jóansøku, sigur Hans J. Joensen, stjóri á Rock Trawldoors.
Rock Trawldoors í Vági hevur úr at gera
Mynd: sudurras.fo