mikudagur 21. apríl 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
17
Framhald á síðu 18
eisini fyrsti abba- og ommusonur
mínumegin. Tá ið hann skuldi
doypast, segði eg mammu, at vit
fóru at kalla pápa upp. Henni
líkaði tað ikki væl, eg veit ikki hví.
Men navnið var eyðgivið. Hann var
føddur, ja løgið er tað, tann 26. mars
kl. 9,30 á kvøldi, sama dag og sama
tíma, sum Ernestine var farin á land
20 ár frammanundan.
Abbin var føddur sunnudag,
fyrsti
abbasonurin
somuleiðis.
Sostatt var sjálvsagt, at hann fekk
navnið Jóan Magnus Suni.
Í samband við hetta kom eg at
hugsa um eina bók í húsinum. Hon
æt ”Når først væven er standset.”
Eg veit ikki meira um bókina uttan
hetta ørindi, ið ofta varð havt á
munni.
Når først Væven er standset
og Skytlen holdt op med at slaa
vil Gud tage Tæppet til side
og lade os klart forstaa
hvorfor de mørke traade
saavel som de gyldne baand
er lige saa nødvendige for Mønstret
i Mesterens kyndige Haand.
Men enn gongur vevurin og
skjúttilin slær. So leingi tað varar,
er tað skylda okkara at greina lítla
torskilda mosaikk og eisini tann
stóra, hann er partur av, so vit
gerandis kunnu fáa gagn av tí arvi,
hann ber í sær.
Her kann skoytast uppí, at av hesum
fýra brøðrum liva tveir í dag. Rólant
doyði fyri nøkrum árum síðani, og
Hjørleif nú um jóltíðir. Umframt
Símun livir sostatt Hjalmar, kendur
sum skipari á Barsskor í mong
ár. Hjalmar hevur eisini dugnað
frásøgnini um Ernestinu, eins og
hann hevur dugnað øðrum tilfari,
sum eg havi skipað fyri.
Jóan Magnus
bjargaði beininum á
mammubeiggjanum
Fyri nøkrum arum síðani hevði
FF-blaðið
samrøðu
við
Sverra
Rasmussen, ættaður av Skála.
Hann var sonur Palla Rasmussen,
vanliga nevndur Skála Palli, sum
var mammubeiggi Jóan Magnus.
Ta ferðina fortaldi Sverri eina heilt
ótrúliga søgu um, hvussu Jóan
Magnus bjargaði beininum á Palla.
Frásøgnin hjá Sverra var henda:
25. mars í 1925 høgdi pápi seg
illa í beinið við eini øks, og annar
leggurin fer í knús. Eingin lækni var
á Skálafjørðinum tá, og sum frá leið
kom kolbrandur í. Á sjúkrahúsinum
í Havn vóru læknarnir samdir um,
at skuldu teir bjarga lívinum á
pápa, máttu teir taka beinið. Men
tað vildi pápi ikki, og hann segði
korta nei. Hann gav greið boð um,
at "tit kunnu taka høvdið, men
beinið sleppa tit ikki at røra".
Men læknarnir søgdu, at "vit hava
skyldu til at bjarga lívi tygara". So
her mátti okkurt gerast.
Ein genta av Skála var gongs-
genta á hospitalinum. Hon æt
Rakul á Fløtti. Pápi bað hana samla
tað, hann átti í kuffertið, so hann
kundu fara av sjúkrahúsinum so
tíðliga á morgni, at eingin varnaðist.
Jú, hon so ger, og so fer hann. Hann
kundi ganga við stavi. Ein lastbilur
tók hann upp og koyrdi hann heim
í Vágsbotn. Hann fór so inn á Skála
við mjólkarbátinum, sum óivað var
"Ruth".
Jóan Magnus, systirsonur pápa,
var júst komin av skipi. Hann
hevði verið við "Solo", sum nú lá á
bedingini á Skála. Teir báðir vóru
góðir vinir, og teir vóru nærum
vaksnir upp saman. Jóan Magnus
sá pápa, tá hann kom í land av
postbátinum.
Hann
sigur
við
pápa: "Nú stendur sera illa til hjá
tær". Jóan Magnus vildi hava pápa
umborð á "Solo".
Tann rama gift
Umborð komnir fara teir aftur í
kahúttina. Jóan Magnus hevði
eitt serligt hegni at hjálpa teimum,
sum kravdu læknahjálp. Pápi sat
eina langa tíð umborð, meðan Jóan
Magnus læs í eini læknabók. So
byrjaði hann at blanda. Táið hann
var liðugur, koyrdi hann løgin upp
í eina stóru fløsku. Kokkur var
umborð, og hann hevði úr at gera at
bera heitt vatn aftur í kahúttina. So
sigur Jóan Magnus við pápa: "Hetta
er tann rama gift. Tað skal ein
sterkur lútur til, um tú skal sleppa
burtur úr hesum." Jóan Magnus bað
hann ganga og ganga so nógv, sum
hann yvirhøvur orkaði. Mergurin
skuldi nokk orðna seg. Men beinið
var so hovið, at mamma mátti tvær
ferðir leggja brøkurnar út, so hann
kundi sleppa í buksurnar.
So sigur Jóan Magnus, at hann
mátti koma niðan við til hús, so
hann kundi geva mammu boð
um at beina fyri fløskuni, um tað
hendi nakað óvanligt. Pápi skuldi
taka eina súpuskeið av hesum í
fløskuni hvønn dag. Pápi greiddi
frá, at so skjótt sum hann hevði
tikið hesa skeiðina, tá brendi
sveittin út um pannuna. Tað fór
niður gjøgnum kroppin, og so fór at
renna úr sárinum. Eftir einari viku
var hevilsið farið at svinna. Hann
mátti framvegis liggja so lítið sum
møguligt, og hann mátti ganga alt
tað, hann orkaði.
Eg var 9 ár tá, og minnist alt
hetta. Eg taldi svullirnar á beininum,
og teir vóru 24. Tað minnist eg
enn dagin í dag. Og tað kom eitt
beinsplintur úr hvørjum svulli.
Tá komið varð út í oktober kundi
hann fara aftur á skipasmiðjuna
og fáa okkurt lætt arbeiði. Hvussu
leingi fløskan vardi minnist eg ikki.
Lítla jólaaftan kom tað seinasta
splintrið út, og tað var heilt niðri
við øklaknútin.
Spældi sær av við
tryggingina
Men so gekk tíðin. Tá fekk pápi
eitt bræv frá tryggingini, at teir
skiltu, at hann hevði liðið órætt
av læknunum. Hann svaraði aftur
og gav ilt av sær um, at teir sendu
slíkar kvakksalvarar til Føroyar,
sum ikki kundi klára tað, sum ein
skipari kundi. Brævið kom aftur
um aftur hjá pápa. Hann fekk onga
trygging.
So einaferð kemur pápi út á
hospitalið at vitja mammu, sum
var innløgd. Tá komu boð um, at
læknarnir vildu tosa við hann. Teir
vóru púra paff at síggja mannin
koma trampandi spillfrískan, men
teir vóru framvegis firtnir um
brævið, sum hann sendi. Men pápi
gav aftur teimum av somu skuffu.
Hann trampaði í gólvið og segði, at
hann skuldi nokk klára seg uttan
teirra trygging!
Annars greiðir Hjalmar hjá Jóan
Magnus frá, at hvørja ferð hann
hitti Skála Palla, plagdi hann at
siga: "Pápi tín átti lívið í mær."
Sverri er deyður fyri nøkrum
árum síðani, men tað var heppið at
fáa hesa søguna um Jóan Magnus,
áðrenn tað var ov seint. Palli
bleiv annars yvir 90 ára gamal og
arbeiddi nærum til tað seinasta.
Skála Palli og konan Rakul. Jóan Magnus bjargaði beininum á mammubeiggjanum
Hetta er partur av manning á
Skálanesi. Seks av hesum monnum
vóru eisini við Ernestinu
1. Thomas Thomassen,
Miðvágur, var við Ernestinu,
beiggi Jógvan sum doyði
2. Sigmund Brest Thomsen,
Skúvoy, var við Ernestinu
3. Ansgar Jensen, Hellurnar
4. Johan Medardus
Høgnesen, Hellurnar
5. Ziska Jacobsen, Klaksvík,
var við Ernestinu
6. Eliseus Jacobsen, Syðradalur,
var við Ernestinu
7. ókendur
8. Frederik Mikkelsen,
Skúvoy, var við Ernestinu
9. Johan Elias Eliassen, Mikladal
10. Óli Joensen hjá Dáva, Klaksvík
11. Dia á Grømma
12. Erik Lassen, Klaksvík,
var við Ernestinu