Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 Sosialurin Miðvikan 18 Framhald frá síðu 17 Í komandi parti fara vit at lýsa vanlukkuna, tá ið Queen Victoria fór á land á Suðurlandinum í 1931. Hetta er ein søga sum minnir nokk so nógv um hana hjá Ernestinu. Hetjan var John á Bakkanum í Vestmanna. Hann var við til at bjarga allari manningini men doyði sjálvur Samfelagið var samansett á ein heilt annan hátt í 1930 enn nú. Inntøkurnar vóru lágar, og hetta merkti, at synirnir í húsinum eisini løgdu sína inntøku til húsarhaldið. Tí vóru tað ofta fleiri inntøkur, sum duttur burtur í sama húsi í slíkum førum sum hesum. Tað, sum fyrst og fremst bjargaði raktu húsarhaldunum, var hjálpin sum kom frá fólki nógva staðni frá. Hon var bæði fíggjarlig og materiell. Tað hava verið ymiskar tryggingar, eisini danskar, galdandi fyrst í øldini. Tær munnu hava verið rættiligar mangulfullar, tí tær vóru sjálvbodnar. Men frá 1926 fer Føroya Vanlukkutrygging at virka, og hevur hon verið eitt stórt framstig, tí tá gjørdist trygging lógarbundin fyri alla manningina. Í 1930 var tryggjarendurgjaldið millum kr. 2.000 og kr. 4.500. Tað vóru bert einkjur sum fingu, meðan einki varð goldið fyri ógiftar dreingir. Í hvussu er um tað ikki kundi prógvast, at teir reelt vóru forsyrgjarar. Talan var um eina grundupphædd og eitt ískoyti til hvørt barn við einum samlaðum hámarki. Eini hús kostaði tá millum 3 og 4.000 kr. Tískil kundi endurgjaldið svara nøkurlunda ella út ímóti til prísin á einum húsum. Samlaða endurgjaldið frá vanlukkutryggingini til manningina á Ernestinu var kr. 31.300. Tað var kanska ikki so heilt galið. Teir, sum vist onga hjálp fingu, vóru teir av manningini, sum komu frá vanlukkuni við lívinum. Teir vóru sum vera mann illa fyri bæði likamliga og sálarliga. Tað finst eisini okkurt bræv sum lýsir teirra støðu. Men har var einki at gera. Teir máttu fara avstað aftur, um teir føldu seg føran fyri tí ella ikki. Tað fóru eisini fleiri teirra við Skálanes við sama skipari, men hetta var so ikki fyrr enn árið eftir. Tey, sum mistu, fingu eisini eina bráfengis hjálp úr »Fonden for forulykkedes Efterladte,« men her kom ann uppá, hvussu viðkomandi húski var fyri. Sýslumaðurin í Norðoyggjum skrivar tann 8. apríl 1930 til amtið eina lýsing av støðuni hjá teimum húskjum, sum mistu. Tað kom fyrst og fremst ann uppá, um tað vóru óforsyrgd børn í húsinum. Eisini verður hugt at ognini hjá teimum eftirsitandi. Eisini, um tað vóru gomul foreldur inni, sum jú ikki fingu tað stóra frá tí almenna. Sýslumaðurin lýsir húsfólkið í teimum húsum, sum hoyrdu heima í Norðoya Sýslu soleiðis: 1. Joen Magnus Høgnesen, Klaksvig, 31 Aar gammel efterlader sig: a. Enken Turid, f. Waag b. Sønnen Ragnar Thorleif Waag-Høgnesen, 5 Aar gl c. Simon Waag Høgnesen, 3 Aar gl d. Róland Waag Høgnesen, 2 Aar gl e. Hjalmar Waag Høgnesen, ½ Aar gl 2. Rasmus Jacobsen, Kunø, 39 Aar gl Efterlader sig: a. Enken Susanne Malene f. Samuelsen, Kunø b. Sønnen Thorstein Johannes Jacobsen, 8 Aar gl c. Hans Andreas Jacobsen, 7 Aar gl. d. Datteren Marie Simona Jacobsen, 4 Aar gl. e. Sønnen Sverre Frederik Jacobsen, 3 Aar gl. f. Daniel Poul Jacobsen, ¾ Aar gl 3. Ole Jacob Hansen, 44 Aar gl Efterlader sig a. Enken Johanne, f. Larsen, Klaksvig 4. Thomas Thomsen, Svinø, 44 Aar gl Efterlader sig: a. Enken Anna Frederikke f. Jacobsen, Svinø b. Sønnen Johannes Kaj Thomsen c. Datteren Katrine Sofie Frederikke Thomsen begge myndige 5. Karl Martin Joensen, Klaksvig, 22 Aar gammel Efterlader som Arvinger: a. Moderen Sannelene Joensen f. Johannesen, Klaksvig b. Søsteren Ellen Marie Joensen g.m. Samuel Jacob Isaksen, ættaður úr Norðragøtu. c. Broderen Samuel Michael Joensen d. Søsteren Bergitte Joensen e. Broderen Olgar Joensen f. Peter Christian Joen Edvard Amaliel Sigurd Joensen, 19 Aar gammel Her kann skoytast uppí, at pápi Karl, Peter Christian, gekk burtur við Norðistovubátinum í 1910, tá ið Karl var tvey ára gamal. Yngsti beiggin var ikki føddur tá. Hann varð uppkallaður eftir allari manningini Hetta var søgan um Ernestinu Nú eru vit komin til endan á søguni um Ernestinu. Hetta er bæði ein syrgilig søga og ein lívsjáttandi søga. Søgan lýsir sera væl ta neyðarstøðu, sum hesir fiskimenn hava verið í, men sum eisini so nógvir aðrir fiskimenn hava verið í, og sum ikki hava kunnað sagt frá. Tí er tað ikki so løgið, at hesar hendingar eru ein partur av samleikanum hjá føroyingum, sjálvt um so long tíð er liðin. Men hetta er eisini ein søga um, hvussu menn kundu koma burtur úr ein støðu, har deyðin var nærum vísur. Víst er Ziska Jacobsen hetjan. Men tað eru allir av manningini eisini. Teir bardust fyri lívinum so leingi teir kundu. Summir kláraðu tað, aðrir ikki. Hetta er ein partur av okkara lagnusøgu. At enda skal tøkk veitast øllum teimum, sum hava dugnað hesi frásøgn, so hon kom at spenna so vítt, sum tað er hent. Tryggingin var á eini leið.. Ein góður spurningur er hvussu fólk vórðu tryggjað tá í tíðini Rasmus Jacobsen, Kunoy, doyði við Ernestinu Thomas Thomassen, Svínoy, doyði við Ernestinu Hans Jákup Andreassen, Langasandur, doyði við Ernestinu. Hann var einkjumaður Óli Jákup Hansen, Klaksvík, doyði við Ernestinu