Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nú fór ein av næstu ungdómsvinunum, Kári Mikkjalsson Helmsdal, 64 ára gamal. Vit hoyrdu til sama grannalag og sama vinarlag. Áleið hálvvaksnir vóru vit fýra grannar, sum hildu nógv saman: systkinabørnini Kári og Fróði Helmsdal, Sverri Viderø og eg. Okkara grannalag rakk frá brúnni við Sjónleikarhúsið niðan í rúman Gunda­ dal framvið Hoydalsvegnum og Tinghús­ vegnum. Havi onkuntíð skemtað við, at eg vaks upp í einum minufelti millum helms­ dalarnar á Hoydalsvegnum og helmsdalar og aðrar í Gundadali (Viderø/Askham), so eg fekk meg ofta royndan – og onnur við. Spældu røvara og politi í urtagarðinum niðanfyri gomlu húsini hjá Johs. í Stórustovu, har Mikkjal og Olivia búðu, og sparkaðu úr máli í mál á einum innigirdum bletti omanfyri húsini við vælvaksnum viðabulum sum málstongum. Tað hevði sínar fyrimunir at búgva uttanfyri sjálvan býarmeldurin í Havn. Næstu grannar vóru Viðarlundin, bøurin hjá bóndanum í Mexico og allur Gundadalur við egnari víkingaborg, har Læknamiðstøð nú er, lokalum grasvølli niðanfyri Tele­ grafstøðina og egnum skíðibreytum á Janusarbø, vit róptu. Í heilum spældu vit fótbóltsdyst á krokkplenuni og hondbóltsvøllinum, sum hóskaðu væl í stødd. Vit høvdu okkara egna felag, Gundadals Bóltfelag, sum spældi móti ymsum býarpørtum. Har vóru fleiri góðir fótbóltsspælarar, men úrmælingurin fram um allar var Kári Helmsdal. Dugdi alt við einum bólti. Sterkan kropp, skjótur at renna, snúðin at reka og eitt øgiligt skot. Hann var okkara ess. Tað ráddi um at vera í hansara parti, vildi tú hava gott úrslit. Tá visti eg ikki, at hann longu sum smádrongur var vorðin limur í HB. Men í eini gamlari limabók, sum eg sá, tá eg á sinni skrivaði HB­søguna ”Havnarmenn í Gundadali”, stóð svart upp á hvítt, at Jógvan á Lað hevði limað Kára inn í HB longu tá hann var sjey­átta ár, so tíðliga varð hann festur. Piltalið funnust ikki tá, men tá Kári hevði aldur til babyliðið, var hann við, og haðani helt hann beina leið á dreingjaliðið, sum var føroyameistari í 1961. Hann var miðframherjin, sum fekk bóltin í mál sama, hvussu hann vendi. Tó skallaði hann helst ikki. Kári var á dreingaliðnum í 62, sum dystaðist móti íslendingum. Tá nikkaði hann eina ferð bóltin í málið hjá Víkingi í Gundadali. Sendingin lá úr borðinum spakuliga upp um málmannin og beint í høvdið á Kára heilt stutt frá málstrikuni. Hesaferð bukkaði hann seg ikki undan, men setti pannuna á. Var ikki málslúkur fyri onki. HB ivaðist ikki í, at hann var maðurin, sum kundi lyfta arvin eftir framherjan Eivin Dam. Longu í 1963 var Kári á fyrsta liði, og HB vann sín triðja føroyameistaraskap við Kára Helmsdal sum áliti sum miðherja og Eivin Dam sum miðverja. Sama árið var hann á bæði býliðnum og landsliðnum. HB vann eisini meistaraskapin í 64 og 65. Kári var toppskjútti í nøkur ár, men karrieran fekk eitt skot fyri bógvin av einum ringum beinbroti í 1970. Tá hevði hann langtsíðani verið eitt skifti í Dundee í Skotlandi, har hann ætlaði at sleppa upp í part sum yrkisleikari. Kári var óførur borðtennisspælari. Vit løgdu fyri á stovuborðum heima við hús, og tá vit fýra hildu, at vit fingu ikki nóg rúmar ræsur inni í KFUM, gjørdu vit okkara egna borðtennisfelag. Fóru oman í Sparikassan og tóku 25 krónur út í part at keypa eina spønplátu. Vistu ikki onnur ráð, enn at biðja um loyvi at seta á tað, sum foreldrini óivað høvdu kýtt seg at seta inn til okkum. Tað var í lagi. Fingu plátuna niðan í ein kjallara í Gundadali, har Viðoyingurin, Niels Johannes Viderø, málaði hana og smíðaði bein undir hana. GB var nú eisini borðtennisfelag. Dystaðust dúgliga í lokalum kappingum, men so skuldi kjallarin innrættast, og vit aftur húsvillir. Tá beyð Sverri Trónd okkum B36­húsið. Vorðið sum tilboð. Ikki tann rætti liturin hjá øllum, men góð tilboð kastast ikki aftur, so vit tóku borðið á nakkan og løgdu í vaðið móti teimum stóru í navninum hjá B36. Kári var oftast maðurin á fyrsta borði. Hann var eisini tann, sum samanum tikið fekk tey bestu úrslitini. Kvikur og ágrýtin. Slapp hann at smasja, so var ikki at vera fyri. Hetta var meðan vit gingu í realskúla og studentaskúla. Kári kom spælandi ígjøgnum allan skúlan. Lærdi sera væl og fór matematiska­fysiska vegin, sum hóvaði honum best. Kortini hevði hann stundum málsligar spurningar í huganum. Eina ferð hittust vit uttanfyri hjá Lyngsø. Tá sigur hann við meg, at tað var ikki rætt, sum tú segði í gjár, og so fekk eg eina vælgrundaða leksjón um, hvussu tann sera høgravendi franski politikarin Le Pen skuldi úttalast á kultiveraðum fronskum. Kári las eisini nógv frá ungum árum og visti nógv um alt. Tíðliga vórðu Bill Brandon og Walt Slade toygdir í hvørjari lykkju, men skjótt kom annar framkomin lesnaður á skrá. Eitt, sum kortini ikki hevði verið so eyðsýnt, var hansara áhugi fyri tónleiki. Men tað breyt av sonnum út móti miðjum sekstiárunum. Hann beyð seg fram at gera tónleika­ sendingar fyri ung í útvarpinum við tí fasta innganginum: ”Gott kvøld allir popparar”. Tað tók eisini sína tíð hjá fólki í Føroyum at góðtaka tann nýggja tónleikin, sum kom við beatlunum og øðrum buldursholum, ið vóru mitt í síni mentanarkollvelting. Kári slóðaði ikki so lítið fyri, at hesin tónleikur gleið niður, og tað kom meir enn so fyri, at hann fór upp á pallin í Sjónleikarhúsinum dansikvøldini at syngja aktuellan popp fyri mannfjøldini. Tá stóðu sjálvt vit, vinmenninir, púra bilsnir. Veit ikki, hvaðani hetta gosið kom, men tað kann hava havt týdning, at omman Valgerð í Havn var íslendingur. Íblástur kom kanska frá fastrum í Onglandi og á meginlandinum. Tær sendu javnan jólagávur og annað tinganest, sum tók okkum onnur á bóli. Vit fýra vóru saman mestsum dagliga í fleiri ár, kappaðust dúgliga okkara millum á heimabeitinum og livdu lívið í býnum ­ í sjálvum trýssunum. Tað vóru dagar. Síðani fóru vit í ymsar ættir. Nú er Kári farin sína síðstu ferð. Hann var eitt forsligið høvd, sum skilti og dugdi tað, ið hann legði í at skilja og duga. Kára Helmsdal til heiðurs og við sam­ kenslu við avvarðandi og næstrafólk eru hesi orð fest á blað. Jógvan Arge Kára Helmsdal til heiðurs 1945 - 2010 Gullbrúdleyp Fríggjadagin 23. apríl hava Anna Elisa og Hjalmar Jacobsen undir Gøtueiði verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin 24. apríl við brunch í LÍF­húsinum í Leirvík frá kl. 10 til 15. Øll eru vælkomin. Avlýsing Føðingardagurin hjá Solveig Nolsøe Johansen, sum skuldi verða leygardagin 24. apríl, er avlýstur vegna óregluliga flogferðslu. 80 ára føðingardagur Tann 19. apríl fyllir Merry Bertholdsen í Vági, 80 ár. Tey sum vilja hátíðarhalda dagin saman við henni, eru vælkomin í Billiardhúsið, har dagurin verður hildin leygarkvøldið 24. apríl kl. 19 80 ára føðingardagur Í dag 21. apríl fyllir Sonja Egholm Danielsen 80 ár. Tey sum vilja heilsa uppá Sonju eru vælkomin á Traðaveg 7, í dag 21. apríl millum kl. 14 og 17. 80 ára føðingardagur Tann 30. apríl fyllir Sigvald Kristiansen, fyrrverandi komm­ unulækni á Skála, 80 ár. Dagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum á Skála, og byrjar borðhaldið kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Merkisdagar Føroyameistarar 1965, Aftast f.v.: Sverri Jacobsen, Egga Jensen, Kári Helmsdal og Johannes Videsen. Miðrað fv.: Martin á Mýrini, Eivin Dam og Brynjer Gregoriussen. Fremst f.v.: Carl Persson, Jákup Luth. Joensen, Regin Árting og Egon Sørensen 19