mikudagur 21. apríl 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71
Sosialurin
Flaggdagin 25. apríl, millum
kl. 14 og 18 verður nýggja
bókin hjá Birgari Johannes
sen, »Tórshavn árið 1900«,
løgd fram. Tilhaldið í Tórs
gøtu verður karmur um út
gávuna, og fæst bókin til
keyps har.
Bókin snýr seg um
Havnina ár 1900. Tað er
serliga søgan um tey 49
fólkini, sum fødd vórðu í
Havn hetta árið. Hvat tey
fingust við, hvaðani komu,
foreldur teirra, hvør makin
var, og hvussu nógv børn
hesi áttu.
Aftrat hesum verður
alt tað, sum hendi í Havn
hettar árið, eisini tikið við:
11 fingu skiparaprógv og ein
fekk læraraprógv, tríggir
handlar og eitt ísvirki lótu
upp. »Borgerrepræsentan
tionen« fekk nýggjan lim.
Tingið endar.
Bløðini skriva m.a., at
havnarfólk eru ímóti, at
útlendsk skip taka sand úr
Sandagerði til barlast, tá tey
fara tóm avstaðaftur. Eisini
skriva bløðini, at havnarfólk
vilja hava rekkverk framvið
Havnará.
Vit fáa okkara fyrsta
postkassa. Amtmansgarð
urin verður laðaður. Tveir
havnarmenn opna nýggjan
fiskamarknað í Hollandi.
Fýra sluppir verða keyptar
í 1900, og 29 eru skrásettar
frammanundan.
Sostatt
eigur Havnin 33 sluppir
hetta árið.
Tað vóru 330 skatt
gjaldarar í Havn í 1900. Av
teimum vóru 69 sjómenn,
46 arbeiðsmenn, 25 skip
arar, 22 timburmenn, 18
politistar, 12 keypmenn
og 10 skómakarar. Skatta
inntøkan var kr. 10.164,95.
Umframt hetta er í bókini
nógv annað upplýsandi og
forvitnisligt um Havnina.
Bókin »Tórshavn árið
1900« er 111 síður, og eru í
bókini 89 myndir. Bókin
hevur fullfíggjað navna
yvirlit yvir fólka, skipa og
staðarnøvn. Meginparturin
av tilfarinum í bókini hevur
ongantíð fyrr staðið á
prenti.
Tað sum ger útgávu
dagin sermerktan er, at
fleiri av børnunum hjá
teimum, sum fødd vóru
í Havn í 1900, verða til
staðar
í
Tilhaldinum
útgávudagin.
Tey sum keypa bókina
»Tórshavn árið 1900« í
Tilhaldinum
flaggdagin,
fáa bókina "Havnarmyndir
fyrr og nú" ókeypis ! Bókin
»Tórshavn árið 1900« fæst
eisini í bókahandlunum.
Birgar við bókini
»Tórshavn árið 1900«
Nøvn
Fríggjadagin 23. apríl 2010
verður Helgi Arthursson
Hansen, Kambsdalur, 50 ár.
Helgi er fuglfirðingur, sonur
Amy og Arthur Hansen við
Garð. Hann er næstelstur av
fýra systkjum
Helgi er giftur Birgit, ið er
ættað frá Gjógv. Hon er yngst
av børnunum hjá Esther og
Jógvan Nónsgjógv. Tey hava
børnini Mortan, sum býr í
Svøríki, har hann er undir
útbúgving, og so lítlu Amy,
sum er fimm ár. Fyrstu árini
eftir at tey vóru gift, búðu
tey í Horsens.
Helgi byrjaði tíðliga í lívi
num at arbeiða. Hann egndi
sum smádrongur og arbeiddi
á Havsbrún. Seinni lærdi hann
til húsasmið. Eftir at hava
arbeitt í nøkur ár, sum húsa
smiður fór hann undir víðari
útbúgving. Fyrst á Tekniska
skúlanum í Tórshavn, har
hann tók prógv sum byggi
teknikari. Eftir tað fór hann
til Danmarkar at lesa.
Eftir at Helgi og Birgit
vóru liðug við útbúgving í
Horsens, hann sum byggi
frøðingur og hon sum verk
frøðingur, yvirtóku tey Ele
ment og betongvøruvirkið
við Gjógv, sum pápi hennara
hevði sett á stovn saman við
øðrum. Tað vóru trongar
tíðir í byggivinnuni í Før
oyum, tá tey í 1991 valdu
at flyta til Føroyar fyri at
koyra fyritøkuna víðari. Við
ágrýtni og hegni eydnaðist
tað teimum at hóðra undan
kreppuni
í
nítiárunum,
og hava tey rikið virkið
saman inntil fyri nøkrum
árum síðani, tá Birgit fór í
annað starv. Helgi bleiv tá
stjóri á virkinum, og er tað
enn. Hóast virkið ikki er av
teimum stóru, so eru tað
ikki so fáir bygningar, ið
eru komnir upp runt um í
landinum av elementum frá
teimum.
Í 1994 valdu Helgi og Birgit
at seta búgv á Kambsdali.
Har hava tey trivist væl,
saman við góðum grannum.
Tey hava koyrt til og frá
arbeiði dagliga, sjálvt um tað
ikki altíð hevur verið lætt
at koma til og frá Gjógv um
veturin. Frítíðina nýtir Helgi
saman við konuni og lítlu
dóttrini. Nakað av tíð fer til
at passa seyð og til onkran
fótbóltsdyst inn í millum.
Føðingardagurin
hjá
Helga verður hildin heima
Kambsdali, har øll eru væl
komin. Vit vilja við hesum
ynskja
honum
hjartaliga
tillukku.
Vinir
Fimmti ára føðingardagur
Norska Løva man bera eitt
tað best kenda søguliga
skpið, sum hevur verið í
Føroyum. Nógv er skrivað
um tað. Men vit hava fingið
eitt íkast av Eiði
Forsøgan er í stuttum, at
fyrst í desember 1707 fór
Norska Løva hjá danska
Eystindiska Kompanínum úr
Keypmannahavn við kós móti
indiska býnum Trankebar.
Hon var eitt trýmastrað
skip við 36 kanónum. Hetta
var eisini eitt stásiligt skip
við øllum hugsandi skreyti.
Manningin var 120. Nógv virði
vóru umborð, so sum pening
ur, sum skuldi brúkast til at
gjalda allar tær forkunnugu
vørurnar, sum skuldu keypast
at hava heim við sær.
Men skipið kom í illveður
og rak fyri vág og vind.
Hetta endaði við, at Norska
Løva endaði á landi inni á
Lambavík.
Tíðindini um alt ríkidømið
umborð var eggjandi fyri
nógvar
ævintýrarar.
Ein
av hesum var tann kendi
Óli Svendsen, vanliga kall
aður Óla Svend, sum í
fleiri umførum skipaði fyri
leiting eftir Norsku Løvu á
Lambavík, uttan tað tað tó
kom stórvegis burturúr.
Eitt ítøkiligt minni um
Norsku Løvu er modellið av
henni, sum hongur í Havnar
Kirkju.
Longdin er 91 cm í alt,
skrokkurin er 59 cm langur,
breiddin er 16 cm, og stór
masturin er 78 cm frá høvuðs
dekkinum. Frá kjøli til topp
av stórmastrini er hæddin
95 cm.
Søgnin sigur, at ein ella
fleiri av manningini á Norsku
Løvu gjørdu modellið og
lótu tað sum olmussugávu
til Havnar Kirkju við einum
avstingara til Eiðis.
Hekk í Eiðis Kirkju
Anna Elisabeth Larsen úr
Djónastovu á Eiði hevur
eitt ískoyti til søguna um
kirkjuskipið. Hon greiðir frá:
»Eg havi altíð hoyrt sum
barn, at modellið av Norsku
Løvu hekk í teirri gomlu Eiðis
kirkju, sum varð avloyst av
verandi kirkju í 1881.
Eg kann eisini minnast,
tá ið eg sum 15 ára gomul
var á fundi í bygdafelagnum
Glottanum í dansistovuni, at
tað varð tosað um Norsku
Løvu. Í hesum felag plagdi
bygdafólk at taka upp mál
av áhuga fyri bygdina.
Har varð eisini sagt, at
modellið hekk í gomlu kirkju.
Men sum frá leið var tað so
illa farið, at modellið varð
sett í sakrestiið.
Í 1881 varð alt, sum var
inni í gomlu kirkju, flutt í ta
nýggju kirkjuna. Havi eisini
hoyrt, at tað varð sungið allan
vegin sum vanligt tá ið nýggju
kirkja verður tikin í brúk.
Men Norska Løva varð
løgd inn undir vaðingina,
tí hon var ikki í nóg góðum
standi at verða hongd upp í
kirkjuni.
Hetta dámdi ikki nógvum
á Eiði. Tey vildu fegin hava
modellið umvælt, so tað kundi
koma til rættis í kirkjuni.
Anthon Andreassen, sonur
Andrass í Pállstovu á Eiði,
var biðin av kirkjuráðnum
at savna pening inn til enda
málið. Ætlanin var so, at tann
gamli seglmakarin Andreas
Andreassen,
skyldmaður
hansara,
skuldi
umvæla
modellið.
Men tað gekk illa at fáa
pening inn, so ætlanin varð
slept. Tískil kom modellið til
Havnar. Her varð tað sent til
Danmarkar at vera umvælt,
tískil hongur tað í dag í
Havnar kirkju.
Tað varð sagt, at Eiðis
kirkja fekk modellið frá
einum av manningini, sum
kom til Eiðis, og sum búði á
Látrinum.«
Søgan í Havn sigur, at illa
farna kirkjuskipið lá eina tíð
hjá kirkjuverjanum í Havn. Í
1914 syrgdu prósturin Jákup
Dahl og kirkjuverjin Johan
Restorff fyri, at skipið varð
siglt niður til Danmarkar við
Beskytteren til Orlogsverftið,
har
serfrøðingurin
Otto
Dørge riggaði tað til, so tað
varð sum nýtt.
Síðan 1917 hevur Norska
Løva hingið undir hválvinum
í Dómkirkjuni í Havn. Í 1942
gav havnarmaðurin Jens
Mørkøre
skipinum
eina
umfatandi “yvirháling.”
ó.
Norska Løva á Eiði
20