Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 Sosialurin Randi Jacobsen Maskinurnar hjá byggi­ felagnum J & K Con trac­ tors hava sett á at grava á Grønanesi í Vestmanna, har byggjast skal eitt ellis­ og røktarheim. Hetta byggifelag hev ur fingið jørðarbeiðið, sum eisini fevnir um at leggja kloakkir. 1. sep tember skal økið verður byggibúgvið. Avgravaða moldin verð ur koyrd á tyrvingar plássið hjá IRF. Næsta byggistigið verður sjálvt byggi ar beiði, og nøkur feløg eru undangóðkend at bjóða. Teirra millum er J& K Petersen. BYGGING J & K Petersen Contractors er farið undir at gera økið til ellis- og røktar- heimið í Vestmanna byggi búgvið Ellis- og røktarheimið skal byggjast á Grønanesi Mynd: Birgir W. Høgnesen Grava fyri røktar heiminum Randi Jacobsen 35 av teimum 40 fólkunum, sum høvdu valrætt, luttóku í kommunuvalinum á Húsum týsdagin. Tveir listar vóru, og annar fekk 18 atkvøður og hin 17. Á lista A varð Dora Joen­ sen fyrst vald við 13 at­ kvøðum, og reglurnar eru, at tiltakslimirnir eru valevnini á sama lista. Tiltakslimirnir eru Jóanes Jonsen og Símun Høgnesen. Á hinum listanum vóru Sylvin Rasmussen, Sólarn Isaksen og Bjarti Joensen. Neyðugt var at hava kommunuval í úrtíð í Húsa kommunu, tí bara tveir limir vóru eftir í komm­ unustýrinum, og eingin eykalimur var heldur eftir. randi@sosialurin.fo Dora vald í kommunustýrið KOMMUNUVAL Dora Joensen vann valið í Húsa kommunu týsdagin og er nú harvið kommunustýrislimur Kommunustýrið í Húsa kommunu er aftur fullmannað Øðrvísi flaggdagshald á Eiði Flaggdagshaldið á Eiði byrjar klokkan 14 sum vanligt er við, at ítróttarfólk og skúla børn ganga skrúðgongu úr Múlavík heim á Vaglið, har Annsy Høghamar heldur flagg dagsrøðuna, og Eiðis Ljóm felag spælir. Klokkan 15 lata fram sýn ingarnar í skúlanum við næmingaavrikum skúlans og kvøldskúlans upp. Vevstovan í Bláapakk hús inum hevur framsýning av vovnum lutum, til døm is føroyskum klæðum, og kvinnur vísa, hvussu ald­ ar gamla handverkið við ull arbeiði skal gerast. Hesar framsýningarnar eru opnar til klokkan 19. EB skipar klokkan 15 fyri loppumarknaði, og har verður kaffisøla. Klokkan 16 hevur EB tombola. Klokkan 15.30 verður sang løta, og tá syngur Eiðis stovukórið. Í kórinum eru limir í Eldrafelagnum á Eiði. Ein filmur um torvskurð á Eiði verður sýndur bæði klokkan 16 og klokkan 17. Ein málningaframsýning verður eisini. Flestu máln ing arnir eru av kendum lokal um málarum sum Óla Egilstrøð, Niels Kruse og Sigrun Gunnarsdóttir, men har verða eisini at síggja málningar eftir Jóannis Krist iansen, Zacharias Heine sen og Torbjørn Olsen. Eiðis skúli og kvøldskúli, Eiðis kommuna og Eiðis Bóltfelag skipa fyri øllum hesum tiltøkum. randi@sosialurin.fo Barna ­ talið veksur í Sunda­ lagnum Randi Jacobsen Sunda kommuna veks ur, og tað sæst væl á skúla barna­ talinum. – I ár eru 73 næm ingar, næsta ár verða teir 77, og um tvey ár fer barna­ tal ið upp um 80, sig ur Sonni Djur­ huus, skúla stjóri í Norðskála­Oyrar skúla. Í nøkur ár hevur verið tosað um at útbyggja skúlan, men ráðini eru ikki tey bestu beint nú at gera eina slíka íløgu. Undirvísingin hjá næmingunum í smíð og í køki hevur alla tíðina verið í Felgsskúlanum á Oyrarbakka, og tá ið hetta skúla ár ið byrjar, varð und­ ir vís ingin í hond­ arbeiði eisini flutt í hin skúlan. Hetta hevði við sær, at Norðskála­Oyrar skúli fekk eina stovu aftrat. – Okkum vantar eina skúlastovu, men við góðum vilja man tað fara at ganga, sigur Sonni Djurhuus, sum eisini heldur, at skúlin hevur ver ið heppin við at hava so nógvar dugna­ ligar lærarar.